Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NG: BLÓÐMÁNIN SA SEG Í FØROYUM Rásirnar hjá jørðini um sólina og hjá mánanum um jørðina eru ikki í sama flata. Munurin er umleið 5 stig, sum vil siga, at hesi trý sjáldan eru á linju við hvønn annan. Men tá tað hendir, so verður talan um myrkingar. Mánamyrking kemur fyri, tá ið jørðin er millum sólina og mánan. Tað eru trý sløg av mána­ myrk­ing: full mánamyrking, partvís mánamyrking og penumbra mánamyrking. Full mánamyrking: Tá tað er full mánamyrking, liggur mánin í skugganum hjá jørðini, soleiðis at jørðin skuggar fyri ljósinum frá sólini. Tá standa sólin, jørðin og mánin í linju við hvønn annan, og tí verður mánin heilt myrkalagdur. Men mán­in hvørvur ikki heilt, tí ljós­brótingin í lofthavinum um jørð­ina ger, at bara teir reyðu ljós­ geislarnir fella á mánan. Tá fær mánin eitt koparreytt sker, og hetta verður kallað blóðmáni. Lutvís mánamyrking: Lutvís mánamyrking er eisini ein vøkur og merk­ is­verd sjón, eins og fulla mána­myrk­ing­in er tað. Við lutvísari mán­a­myrk­ ing verð­ur ein partur av mánanum myrk­a­lagd­ur. Sein­ast ein lut­vís mán­a­ myrk­ing var í Før­oy­um var 27. juli í fjør. Lut­v­ísa mánamyrkingin vardi áleið ein tíma. Í Havn byrj­aði mánamyrkingin klokk­an 22:16, og klokkan 22:22 var hon í hæddini, og tá høvdu nógv fólk leitað sær nið­an á Sornfelli at uppliva mán­a­ myrk­ingina. Penumbra mánamyrking: Hálvskuggin hjá jørðini eitur “penumbra”. Tá penu­ m­bra mánamyrking er, er mán­in bara í økinum hjá penum­braini, har bert ein partur er skuggi. Tá hetta fyribrigdi er, sær mánin myrkari út enn vanligt, og hetta kemur altíð fyri, tá lutvísar og fullar mán­a­ myrkingar eru. Tours de la cathédrale í Fraklandi Í Brússel Hóast blóðmánin ikki sást so væl úr Føroyum, so sást hann væl aðrastaðni í heminum. Fyribrigdið var sjónligt í øllum Amerika og partum av Evropa og Afrika. (Myndir: Scanpix) TRÝ SLØG AV MÁNAMYRKING