Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Sarah vann HM-dyst Hálvføroyska Sarah Mahfoud hevur vunnið týdningarmiklan dyst á Danish Fight Night. Føroyingur er vorðin norðurlendskur meistari í taekwondo, og so hava kappingar eisini verið her heima í dart og flogbólti. Pætur Albinus AM. FÓTBÓLTUR Super Bowl í ár verður ímillum New England Patriots og Los Angeles Rams. Tað er greitt eftir at finalur í AFC og NFC vóru um vikuskiftið. Finalurnar vóru so tættar, at neyðugt var við overtime í báðum. Í AFC- finaluni ímillum New England Patriots og Kansas City Chiefs endaði tað 31-31 í vanligari leiktíð, og í longdu leiktíðini tryggj­aði New England Patriots sær ein 37-31-sigur og er tískil í Super Bowl triðja árið á rað. Í NFC-finaluni var somuleiðis neyðugt við overtime, eftir at Los Angeles Rams hevði framt eitt comeback og javnaði til 20-20 í evstu løtu ímóti New Orleans Saints, sum annars var á odda allan dystin. Tað end­aði við, at Los Angeles dró longra stráðið og vann 23-20, og nú hevur tryggjað sær sæti í Super Bowl ímóti New England Patriots tann 3. februar. BOKSING Hálvføroyski boksarin, 29 ára gamla Sarah Mahfoud, gjørdist fríggjakvøldið sokallaður IBF- interkontinentalur meistari í fjaðurvekt, tá ið hon á Danish Fight Night í Nykøbing Falster vann sín dyst ímóti Bukiwe Nonina úr Suðurafrika. Mót­ støðukvinnan hjá Saruh, ið eis­ ini er kend frá Vild med Dans, reyk í gólvið í fimta umfari, og hóast hon fótaði sær aftur, so var sigurin hjá Saruh ongantíð í vanda. - Hetta er so ótrúligt. Og fu*king stórt. Orsaka, at eg banni. Eg havi tryggjað mær ein HM-dyst í IBF (altjóða boksi­sambandið, red.). Eg tordi ikki at trúgva tí fyrr enn tey søgdu mítt navn, segði Sarah við Ekstrablaðið eftir sigurin. Eisini 19 ára gamli Oliver Meng gjørdi um seg á Danish Fight Night, har hann vann heims­meistarabeltið í super welt­er­vekt eftir sigur á Maono Ally úr Tansania. Oliver hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, her hann hevur hjálpt til við at fáa gongd á føroyska boksi­ felagið, Tórshavn Boxing. Pápi og venjari hjá Oliver er Morten Meng, sum er systkinabarn oddamannin í Tórshavn Boks­ ing, Martin Meng. Martin er eisini partur av Team Meng, sum altso nú eigur ein heims­ meist­ara. DART 5. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt á Svanga­skarði leygardagin 19. janu­ar. 38 menn og 11 kvinnur vóru við í kappingini, og úrslit­ ini vóru hesi: Kvinnur: 1. Eydna Olsen (Team Sandoy), 2. Lýdia á Smið (Kaldbak), 3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy), 3. Vivian Andersen (HDF) - Hægst útgang: Annika Joensen 85 - Fæst pílar: Lýdia á Smið 24. Menn: 1. Bogi Isaksen (KDF), 2. Jan McIntosh (HDF), 3. Niels Thomsen (HDF), 3. Heri Kallsoy (Team Sandoy) - Hægst útgang: Kjell Johansen 149 - Fæst pílar: Niels Thomsen 13. FLOGBÓLTUR Oddaliðið í meistaradeildini hjá kvinnum, Fleyr, hevði leyg­ar­dagin vitjan av TB, og heldur óvæntað vóru gestirnir av Tvøroyri tætt við at fara avstað við sigrinum. TB var á odda 2-0 í settum, men Fleyr fekk strítt seg aftur upp á 2-2, og so var neyðugt við einum fimta og avgerandi setti, har tær úr Havnini vunnu við minst møguliga muninum, 15- 13, og harvið dystin 3-2. Sett­ úr­slitini vóru 19-25, 23-25, 25-18, 25-15, 15-13. Fleyr er nú seks stig á framm­anfyri SÍ í meist­ara­ deild­ini, har Mjølnir, KÍF og TB eru stavn um stavn í einari vón um at fáa seinna FM-finalu­ plássið. Aftast er Dráttur við einum stigi. Fleyr og TB hava spælt ein dyst meira enn hini liðini. Í meistaradeildini hjá monn­ um vóru tveir dystir leyg­ar­dag­ in. Ósigraða oddaliðið, Mjølnir, fekk enn ein greiðan sigur á kont­una, tá teir úr Klaksvík vóru á vitjan á Kambsdali hjá ÍF. Úrslitið bleiv 3-0 til Mjøln­ ir eftir settúrslitini 17-25, 22-25, 20-25. Hin dysturin var í Havn ímillum harðastu kapp­ing­ar­ neyt­arnar um seinna finalu­ plássi, Fleyr og SÍ. Hendan dyst­in vann Fleyr 3-1 eftir sett­ úrs­litini 25-18, 23-25, 25-22, 25-23. Mjøln­ir er nummar eitt við 24 stig­um. Nummar tvey er Fleyr við 10 stigum. SÍ er nummar trý somu­leiðis við 10 stigum, og ÍF er aftast við fýra stigum. Fleyr hevur betur settmun enn SÍ. TAEKWONDO 14 ára gamli Høgni Kunoy Dáva­son úr taekwondo-felag­ an­um Hwarang Føroy­ar í Søldarfirði gjørdist leyg­ar­ dag­in norðurlendskur meist­ ari, tá ið hann vann gull­fin­al­ una í aldursbólkinum 15-17 ár, vektbólkinum -59 kilo. Kapp­ ingin varð í Íslandi, og mót­ støðu­maðurin í finaluni var ein finni. Høgni gjørdist lands­ kendur, tá ið hann fyri smá­ um tveimum árum síðani í send­ing­ini ”Drongurin við svarta belt­inum” hjá Kring­varpi Før­oya greiddi frá lívi sín­um við cystisk fibrose. Tveir aðr­ ir føroyingar í ferðalagnum vunnu eisini heiðursmerki. Teir vóru Dávid á Lakjuni og Mark­us Davidsson Vazquez, sum vunnu bronsu. TENNIS Roger Federer er óvæntað úti av Australian Open, eftir at hann fyrranáttina tapti fyri 20 ára gamla grikska stórtalentinum, Stefanos Tsitsipas. Hann vann 6-7, 7-6, 7-5, 7-6 á tí 37 ára gamla 20-faldaða Grand Slam- vinnaranum úr Sveis, sum annars ikki hevði tapt eitt sett í hinum trimum dystunum í kappingini. STUTTSØGD