Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Leygardagin var ein sera umráðandi dystur í SMS- deildini millum Neistan og H71. Hesi bæði liðini, sam­an við Kyndli, jagstra næst­ fremsta plássið í SMS- deild­ini, ið gevur atgongd til FM-finalurnar í vár. Tað gjørdist skjótt greitt at Neistin lá betri fyri í hesum stríði, tí H71 hevði sera trupult at skjóta mál móti Neist­an­ um. H71-verjan eydnaðist við at halda ein ávísan spenn­ing í dystinum fyrstu løtuna, men næsta korterið undan hálv­leik­ in­um vann Neistin við 7 mál­um móti einum, so at hálv­leiksstøðan gjørdist 14-5, og dysturin tóktist avgjørdur. Neistin steðgaði eisini at skjóta mál Í seinna hálvleiki gjørdist talan um ein sannan verju­dyst, har sera long tíð gekk millum málini. Maja Dragobuljovic í Neista­málinum og Ann­ ika Petersen hjá H71 syrgdu serliga væl fyri hes­um. Tað eydnaðist H71 at halda Neistanum niðri á fimm málum í seinna hálv­leiki, men tá ið hoy­ víks­kvinnur bert skutu sjey móti sterku Neista­ verj­uni, so endaði dyst­ur­ in við úrslitinum, 19-12 til Neistan. Eitt úrslit, ið tyk­ ist púra óhugsandi í ný­ mót­ans hondbólti, men sum eisini ber boð um at lið­ini dugdu betri at verja fyri enn at skjóta mál. Hetta var annar dyst­ ur­in hjá Kára Horn, ið tók við sum Neistavenjari um jólini, og hann vísti eftir dystin á, at fyrsta mán­aðin hevur hann so at siga bert arbeitt við verju­spælinum. Hetta kann vera ein partur av frá­greiðingini um fáu mál­ini hjá Neistanum. Hallur Danielsen, venj­ari hjá H71, hevði hin­vegin truplari við at greiða frá, hvussu lið hans­ara bert skeyt 12 mál. Eftir at hava skotið 31 mál móti VÍF seinasta v i ku ­s ki f t i , eydnaðist einki í álopinum hjá H71, og venj­ arin ásannar at har er eitt arbeiði fyri framm­ an við at fáa liðið í rætta sinnis­støðu fyri at finna neyv­leikan aftur. Kyndil tveitti bæði stigini burtur Enn ein oddadystur í SMS­-deildini var á skránni sunnu­dagin, tá ið VÍF og Kyndil brustu sam­an í Vestmanna. Kyndil hevði stóran tørv á tveimum stigum fyri at halda fast í Neist­ an­um, og Kyndil spældi eisini dystin á rætta hátt í longum løtum. Tað gjørdi VÍF eisini. Dysturin koppaði aftur og fram frá fyrsta bríksli, og leiðslan skifti í heilum. Var eitt lið á odda við tveim­um, svaraði hitt liðið aftur við trimum mál­um, og sostatt gjørd­ ist dysturin sera javnur til sein­asta bríksl. Tá ið hálvur ann­ar minuttur restaði í, hevði Kyndil eina leiðslu upp á eitt mál og bóltin á sínum hondum. Vestamannaverjan trýsti Kyndil til eitt trup­ ult skot, ið varð bjargað tá ið á leið ein minuttur restaði í, og so kundi VÍF geva sær góða tíð at javna. Liljan Djurhuus gjørdi júst hetta, tá ið hon breyt ígjøgn­um og gjørdi støðuna til 25-25 við einum 25 sekundum eftir at leika. Nú skuldi VÍF varð­ veita annað stigið hugs­ aðu fólk flest, men so skjótt bólt­ urin fór í spæl, lá hann í honduni hjá Liljuni Djur­huus, ið sendi Agnas Olsen í frítt skjót­ álop. Hon gjørdi støðuna til 25-26, og brádliga var alt vent á høvdið í sein­ asta minutt­in­um. Var hetta ikki nóg mikið, so forð­aði Agnas Olsen eis­ ini fyri at Kyndil kundi svara aftur, tá ið hon kom ímillum uppspælið hjá Kyndli í sein­astu sekundun­um. Sostatt endaði dyst­ur­in við 25-26 til VÍF, ið nú liggur sera væl fyri á fremsta plássi í SMS-deild­ini. Stórur spenningur um annað finaluplássið Næsta plássið er stórur spenningur um. Neistin tók eitt stórt fet móti tí hetta vikuskifti, men enn eru sjey ella átta dyst­ir eftir at leika. Sum sæst á stigatalvuni, so er torført at taka dagar ímill­um Neistan, H71 og Kyndil, men við tí verju­spæli, ið Neistin sýndi leyg­ar­dag­ in, so tykj­ast tær bláu úr Havn møgu­liga sum besta boðið til at spæla móti V Í F í fin­ a l ­u n u m . Hetta verður helst í harð­ari kapp­ing við Kyndil, með­an H71 hevur nógv at arbeiða við, um unga Hoyvíksliðið skal hótta sigursvandaru feløg­ un­um úr Havn og Vest­ manna. Á stiga­talv­uni liggur H71 væl fyri, men gongdin seinastu dyst­ir­ n­ar hevur verið trupul, og tað fer at krevja eitt øgi­ligt tak fyri at venda hesi gongd. Okkaradeildin: KÍF heldur lív í evarska lítlari vón Í mansdeildini vóru eisini NEISTIN OG VÍF Á TOPPINUM Í einum margháttligum dysti móti H71 fekk Neistin enn ein sigur undir nýggja venjaranum, Kára Horn. Neistin liggur nú væl fyri á øðrum plássi í SMS-deildini, og tykist møguliga sum besta boðið til at spæla finalurnar móti VÍF, ið vann tepurt á Kyndli - Í Okkaradeildini hava VÍF og Neistin tryggjað sær hálvfinalurnar. HONDBÓLTUR