Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR týdningarmiklir dystir á skránni. VÍF tryggjaði sær seinasta vikuskiftið at liðið ikki kann enda niðanfyri fjórða plássi, og tí skal spæla hálvfinalur í vár. Vann Kyndil sunnu­ dag­in móti KÍF í Kolla­ firði, so fóru Neistin, H71 og Kyndil at fáa sein­ astu trý plássini í hálv­ fin­al­unum. Men Kyndil fór ikki at avgera nakað sunnu­dagin. Ístaðin vóru tað kollfirðingar, ið hildu lív í einari sera teprari vón um at hótta fjórða plássið. Tíðliga í dystinum legði KÍF seg eini trý mál á odda, og hevði eisini hug at økja um leiðsluna sum fyrri hálvleikur leið. Kyndil hevði sera trupult við at skjóta mál, orsakað av einari góðari verju og ikki minst enn einum fram­úr avriki av Joakim Jürs í málinum. Tíðliga í seinna hálv­ leiki tóktist alt avgjørt, tá ið KÍF legði seg á odda við átta málum. Kyndil fekk ikki minkað nakað serligt um munin, og endin var ein sera greiður sigur upp á 27-21 til KÍF. Dramatikkur í Hoyvík Í Hoyvík kundu bæði H71 og Neistin tryggjað sær hálvfinalupláss við ein­ um sigri. Dysturin byrjaði javn­ ur, men við einari sterk­ ari verju, og eini røð av stór­bjargingum frá Mikkj­ali Hansen, eydn­ að­ist tað Neistanum at leggja seg eini fýra mál fram um móti endanum av fyrra hálvleiki. Í H71- mál­in­um stóð Jóhan Hof­ gaard somu­leiðis væl, og gjørdi sítt til at H71 fekk minkað um munin niður í tvey mál áðrenn hálv­ leiks­steðg­in. Frá byrjan av seinna hálvleiki tóktist H71 at hava funnið røttu loysn­ irnar í álopinum. Eft­ir lítlari løtu høvdu hoy­vík­ ingar tikið leiðsluna aft­ ur, og um miðjan seinna hálvleik var hon økt upp í fýra mál. Fá mál komu eftir hetta og tá ið einir níggju minuttir restaðu í var støðan 21-17 til H71. Men H71 rendi seg í stórar trupul­leikar seinastu løt­ una. Fýra út­vís­ingar og fleiri brend skot góvu neista­monnum møgu­ leik­an at koma aftur í dyst­in, og teir tóku av. Neist­in brendi gaman í nøk­ur skot, millum annað eitt brotskast sein­astu løtuna, men tað eydn­að­ ist í evstu løtu at fáa út­ javn­andi málið til 22-22, til stóra frøði fyri neistafólk, og eins stóra iðran frá hoy­vík­ingum. Eina stigi merkir at Neistin ikki fær endað undir fjórða plássi, meðan H71 hevur tørv á einum stigi seinastu tríggjar dyst­irnar fyri at spæla hálv­finalur. Støðan er hin sama hjá Kyndli, so KÍF má vóna at Kyndil ella H71 tapa allar sínar dystir, með­an kollfirðingar sjálv­ ir gera slætt borð. Tó verð­ur bíðað nakað við hesi avgerðini, tí lands­ kappingin fer nú í ein steðg, meðan steypa­kapp­ ing­in verður spæld næsta mánaðin. sjurdur@sosialurin.fo Neistin-H71 19- 12 (14-5) Neistin: Sofie Søberg 7, Marjun Danberg 3, Stina Madsen 2, Fríða á Dunga 2, Anna Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Jenny Kragesteen 1, Ingun Kristina Persson 1. H71: Maria H. Weyhe 4, Durita Toftum 3, Eva Barba Arge 2, Marita Mortensen 2, Tórhalla Thorsteinsdóttir 1 VÍF-Kyndil 26- 25 (13-13) VÍF: Durita C. Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1. Kyndil: Marianna G. Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 1, Sólja Poulsen 1.  Hagtøl: SMS-deildin F Støðan í SMS-deildini NR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 14 368 319 49 20 2 VÍF 14 380 350 30 19 3 H71 13 326 290 36 18 4 Kyndil 14 364 316 48 17 5 KÍF 14 340 344 -4 12 6 StÍF 13 297 349 -52 8 7 Team Klaksvík 14 321 428 -107 2 H71-Neistin 22- 22 (11-13) H71: Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 3, Brandur Halgirsson 3, Pætur Thomsen 1. Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2, Pál Niclasen 2, Dánjal Ragnarsson 1. KÍF – Kyndil 27- 21 (13-7) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 5, Borko Cupara 4, Ási Dam 4, Atli Hammer 3, Teitur Joensen 3, Poul Egholm 2, Niklas Reginsson 1. Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Rógvi Dal- Christiansen 6, Jóni Viderø 2, Tróndur Wardum 2, Tummas Pauli Hanusarson 1, David Edvardsen 1, Bartal Klein Olsen 1, John í Innistovu 1. Hagtøl: Okkaradeildin H71-kvinnur eru steðgaðar upp Eftir fyrstu fimm dyst­ irnar hjá H71 í SMS- deild­ini, hevði unga liðið fingið tíggju stig av tíggju møguligum. Síð­ani hevur liðið spælt átta dystir og bert fingið fýra stig aft­urat. Liðið hev­ur tapt tepurt í fleiri av dyst­unum móti hin­um odda­lið­ un­um, og ein hevur sitið við kensl­uni av, at tað bert vóru vant­andi roynd­ir, ið forðaðu hoy­ vík­s­kvinn­um at av­gera til sín fyrimun. Men leyg­ar­dagin gekk púr­ asta galið í á­lop­in­um hjá H71. Venjarin hjá H71 segði eftir dystin, at hann er skelkaður av at tað ikki eydnaðist at finna rætta hugburðin til ein slíkan oddadyst, og at liðið hev­ur eitt stórt sálarligt ar­beiði fyri framman. Eykamál­verj­ar­ nir áttu dystin í Hoyvík Í javnleikinum millum H71 og Neistan í Okk­ ara­deildini, vóru ser­liga tveir leikarar, ið skar­ aðu fram­úr. Bæði liðini eru von við stór málverjuavrik. Í H71 hava Hørður Trygvason og Ári Dam fleiri ferð­ir verið av­ger­ andi í ár, meðan Nich­ol­ as Satch­well hjá Neist­ an­um kanska er besti mál­verji í land­in­um. Hørður Trygvason stríð­ist við ein knæ­ skaða, so Ári Dam byrj­ aði dystin fyri H71. Hann fekk tó ikki fatur á nógvum, og lat seg skifta út við van­liga triðja málverjan, Jó­han Hofgaard. Hann fekk nógv­ar týðandi bjarg­ ing­ar, og vísti stóra styrki at koma inn eftir at hann kanska mest hev­ur spælt í fyrstu deild í ár. Í neistamálinum skifti Nicholas Satch­ well seg út við Mikkj­al Hansen, ið eisini tók sera væl av møgu­leik­ anum. Mikkj­al Han­sen bjargaði á leið helm­ing­ in av roynd­un­um, og gjørdist sera av­ger­andi fyri at Neistin fekk fatur á eina stiginum í Hoyvík. HONDBÓLTUR