Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR 2001: Sveinur Lava Olsen (B36) Føddur: 14-01-2001 Pláss á vøllinum: Verja, miðvøllur Felag: B36 Upprunafelag: HB Ungi leikarin kom veru­ liga í andglettin seinasta heyst, tá hann skifti frá barndómsfelagnum, HB, yvir til grannarnar í B36, sum hann gjørdi ein trý ára sáttmála við. Í B36 eru ætlanirnar við evnaríka leikaranum stórar. Svein­ ur Lava Olsen er ein leik­ ari, ið hevur góðar dygdir í avspælinum og til at lesa spælið. Sveinur Lava Ols­en kann spæla bæði í miðverjuni og mitt á miðj­uni, og í B36 verður hann serliga brúktur sum mið­verji. Hanus Sørensen (FC Midtjylland) Føddur: 19-02-2001 Pláss á vøllinum: Kantur, offensivur miðvøllur Felag: FC Midtjylland Upprunafelag: HB Kviki vongspælarin, ið hev­ur sín fótbólts­upp­ vøkst­ur í HB, var eisini í fjør á listanum fyri teir, ið vóru føddir í 2001. Han­us Sørensen flutti fyri hálvum triðja ári síð­ ani til Danmarkar, har hann gjørdi avtalu við FC Midtjylland. Har hev­ ur Hanus Sørensen eis­ ini spælt øll árini síð­ani. Hanus Sørensen er ein tekn­iskt sterkur spæl­ ari, ið serliga hevur sína styrki við síni nógvu ferð. Higartil hevur Han­ us Sørensen spælt mest við U19 liðnum hjá FC Midtjylland, men í nov­ ember í 2018, fekk Han­ us Sørensen sín­ar fyrstu min­uttir á næst­besta liðn­um hjá FC Midt­ jylland, tá hann spældi dyst fyri eykaliðið móti Vend­syssel. Símun Sólheim (HB) Føddur: 25-02-2001 Pláss á vøllinum: Sentralur miðvøllur, kantur Felag: HB Upprunafelag: HB Var eisini á listanum í fjør, tá hann umboðaði Brønd­by í Danmark. Er síð­ani tá fluttur heim aft­ ur til Føroyar, har hann nú tørnar út fyri barn­ dómsfelagið, HB. Hev­ur eyðsýndar dygdir sum fótbóltsspælari, hó­ast hann á vøkstri ikki sær út av so nógvum. Sterka síðan er serliga tað tekniska, og tað at lesa spælið. Símun Sól­heim kemur sjáldan í trupul­ leik­ar við bólt­in­um, og er góð­ur til at varð­veita bólt­in und­ir trýsti. Har­ aft­urat dug­ir hann eis­ ini væl at lesa spælið hjá mót­støðu­lið­unum, utt­ an at koma í takk­lingar. Fekk nógva spæli­tíð fyrsta venj­ing­ar­dystin hjá Betri-liðn­um hjá HB í ár móti ÍF, og hevur gjørt sátt­mála við HB til kom­ andi kappingarár. Óli Eyðsteinsson Poulsen (KÍ) Føddur: 30-05-2001 Pláss á vøllinum: Verja, sentralur/ offensivur miðvøllur, kantur Felag: KÍ Upprunafelag: KÍ Er tann einasti av leik­ ar­unum sum eru føddir í 2001, sum longu hevur sligið sítt navn fast í bestu før­oysku fótbóltsdeildini. Hóast sín blaðunga aldur, fekk Óli Ey. Poulsen í fjør nógva spælitíð á besta liðn­um hjá KÍ, har hann 24 ferðir var á vøllinum í kappingarárinum. Óli Poul­sen er fyrst og fremst ein leikari, ið altíð gev­ur seg fult út. Har­aft­ urat er hann sterk­ur við bólt­inum tekniskt, og góður til bæði at leggja av­gerandi langar og stutt­ ar avleveringar. Trív­ist helst best onkunstaðni off­ensivt á vøllinum, men fekk í fjør nógva spælitíð sum vinstri bakkur á besta liðnum hjá KÍ, hó­ ast tað ikki er ein posi­ 10 UNGIR LEIKARAR André Olsen Fimta árið á rað, hevur Sosialurin í ár, aftur valt at varpa ljós á 10 ungar leikarar, ið helst koma at gera seg gald­andi á føroyska fót­bólts­pall­ in­um í framtíðini. List­in er gjørdur, fyri at geva fót­bólts­áhugaðum før­ oy­ingum kunnleika um fleiri av okkara ungu, evna­ríku leikarum, sum í løt­uni ikki eru so kend andlit, men sum helst fara at vera tað innan nøk­ur fá ár. Adrian var á fyrsta listanum í 2015 Í fjør var Adrian Just­ inus­sen kosin at vera árs­ins leikari í føroysku fót­bóltsdeildini. Adri­an Justinussen er mill­um annað ein av leik­ar­un­ um, sum vit í Sosial­in­um hava havt mill­um okk­ara 10 ungu spæl­ar­ar at halda eyga við. Adrian Just­ inussen var millum teir 10 tað fyrsta árið, sum listin var gjørdur í 2015, og eisini árið eftir í 2016. Sett upp eftir aldri Sum altíð er listin av­ mark­aður í mun til ald­ urs­bólkar. Í ár er tað ár­gangur 2001 og 2002 sum eiga tørn, og eru all­ir leikararnir um 16-17 ára gamlir, tó at ein ein­ stak­ur er fyltur 18. Og sum altíð er listin eisini sett­ur upp eftir, nær teir ein­støku spælararnir eru føddir, og ikki eftir styrki. HB hevur skapt teir flestu Av teimum 10 leik­ar­un­ um í ár, er tað eitt sind­ ur spjatt hvar teir ym­ isku leikararnir spæla. Onkrir spæla í før­ oysk­um fótbólti, með­ an fleiri eisini spæla í donsk­um fótbólti. Tó skar­ar eitt felag fram­ úr, tá hugt verður eft­ir upp­runafelagi hjá teim­ um ymisku leik­ar­unum. Tað er mest vinnandi felagið í føroyskum fót­ bólti nakr­antíð, HB. Av teim­um 10 ungu leik­ arunum, eru tað heili fimm leik­ar­ar, ið hava fingið sín fót­bólts­upp­ vøkst­ur í HB. Aftur í ár hevur Sosialurin valt at varpa ljós á 10 ungar føroyskar fótbóltsleikarar, sum eyga skal haldast við í framtíðini. Í ár er talan um leikarar, sum eru føddir í 2001 og 2002