Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR tión, har hann hevur spælt sum yngri. Bjarti V. Mørk (HB) Føddur: 07-06-2001 Pláss á vøllinum: Málverji Felag: HB Upprunafelag: B93 (Danmark) Eykamálverjin hjá før­ oya­meist­arunum í HB, sum seint í kapp­ingar­ ár­in­um í 2018 fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðn­um hjá HB, tel­ist mill­ um mest lov­andi ungu mál­verj­arnar í Før­oyum. Bjarti V. Mørk hevur fleiri eyð­sýndar dygd­ir sum mál­verji. Hev­ur fyrst og fremst eina útstráling, sum ein mál­verji skal hava, er sterk­ur í ein móti ein støð­um, ísakaldur við føtr­unum og fyllir nógv í luft­rúminum. Tí kemur ungi málverjin, sum í løt­ uni er í skugganum hjá Teiti M. Gestsson í HB, helst at gera seg galdandi í før­oysk­um fótbólti í fram­tíð­ini. 2002: Leivur F. Guttesen (Sønderjyske) Føddur: 17-01-2002 Pláss á vøllinum: Álop/Offensivur miðvøllur Felag: Sønderjyske Upprunafelag: HB Ein ógvuliga spennandi ung­ur leikari, ið tí­verri hevur sitið utt­an­fyri í eina tíð við bein­broti. Hev­ur sín fót­bólts­ger­ andis­dag í danska felagn­ um, Sønd­erjyske, har teir lata væl at før­oyska leik­ ar­unum. Upp­runa­liga var ætl­anin ann­ars, at Leiv­ur F. Gutte­sen skuldi fara nið­ur til FC Midt­jylland, men tað gjørdist ístaðin Sønd­er­jyske. Leiv­ur G. Gutte­sen er ein skjót­ur leikari við góðum fót­ skifti, sum eisini er væl fyri tekniskt. Hevur egin­ leikarnar at avgera fót­ bólts­dystir. Børge Petersen (KÍ) Føddur: 24-04-2002 Pláss á vøllinum: Miðverji Felag: KÍ Upprunafelag: KÍ 16 ára gamli klaksvík­ ing­urin fekk longu í fjør sín­ar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá KÍ. Er ein leikari, ið tekur nógva ábyrgd, og er ein leikari, ið hevur eginleikarnar at stýra einari verju. Er væl fyri í avspælinum sum verj­leikari, hevur góðan hug­burð og er ágrýtin sum verjuspælari. Ári Arge (Oure/OB) Føddur: 02-05-2002 Pláss á vøllinum: Miðverji/Vinstri bakkur Felag: Oure/OB Upprunafelag: HB Ungi havnamaðurin, ið nú gongur á ítróttar­eft­ irskúla í Danmark, var í fjør millum mest týðandi leikararnar á føroyska U17 landsliðnum. Ári Arge er fyrst og fremst mið­verji, men kann eis­ini spæla sum vinstri bakk­ur. Ári Arge er ein skila­góður verjuleikari, ið les­ur spælið væl og sum oft­ast brýtur spælið, utt­an at fara í takklingar. Er tekn­iskt væl fyri, hev­ur góða ferð, nógva orku og eitt framúr gott vinstra­bein. Jónas Warner (B36) Føddur: 10-05-2002 Pláss á vøllinum: Sentralur miðvallari Felag: B36 Upprunafelag: B71 16 ára gamli sandoy­ing­ urin fekk í fjør sín­ar fyrstu minuttir á besta B36 liðn­um, tá hann var inn­skift­ur í hálv­fin­al­uni í kapp­ingini um Løgmans­ steypið móti Suðringum. Er ein ágrýtin sentralur miðvall­ar­leikari, sum fyll­ir nógv og sum orkar væl. Er sterkast tá hann spæl­ir sum ein boks til boks miðvallarleikari, har hann er góður til at blíva far­ligur á tí seinasta trið­ ing­in­um. Gulak Jacobsen (Sønderjyske) Føddur: 09-06-2002 Pláss á vøllinum: Kantur/Offensivur miðvøllur Felag: Sønderjyske Upprunafelag: KÍ Gulak Jacobsen er enn ein leikari, sum er farin utt­anlands fyri at menna seg. Eins og Leivur F. Gutte­sen, spælir Gulak Jacob­sen eisini fyri Sønd­ er­jyske í Danmark. Gulak Jacob­sen er ein fram­rætt­ aður leik­ari, ið serliga hev­ur sína styrki í síni ferð. Hevur har­afturat góð­an bóltførleika, og egin­leik­an at skjóta av­ ger­andi mál. Í Sønd­er­ jyske eru tey væl nøgd við menn­ing­ina hjá føroyska leik­ar­an­um. R AT HALDA EYGA VIÐ Leikarar frá undanfarnu listum: 2018: Árgangur 2000: Fróði P. Rasmussen (B36), Lukas Giessing (FC Midtjylland), Magnus Holm Jacobsen (Pacos Fereira), Stefan Radosavljevic (TB), Andrias Edmundsson (Sunderland) Árgangur 2001: Hanus Sørensen (FC Midtjylland), Símun Sólheim (HB), Elias El Moustage (AaB), Óli Ey. Poulsen (KÍ), Bjarti V. Mørk (HB) 2017: Árgangur 1999: Andri Benjaminsen (NSÍ), Hannes Agnarsson (B36), Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Rói M. Hentze (B36) Árgangur 2000: Bárður á Reynatrøð (Víkingur), Fróði P. Rasmussen (B36), Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ), Magnus Holm Jacobsen (Pacos Fereira), Asbjørn Heðinsson (07 Vestur) 2016: Árgangur 1998: Teit Jacobsen (Sønderjyske), Petur Knudsen (NSÍ), Jákup B. Andreasen (KÍ), Adrian Justinussen (HB), Janus S. Samuelsen (07 Vestur) Árgangur 1999: Hannes Agnarsson (B36), Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Svein Knút Vesturdal (EB/Streymur), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Petur í Túni Petersen (B68) 2015: Árgangur 1997: Meinhard E. Olsen (Kristiansund), Betuel Hansen (NSÍ), Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Bartal Wardum (HB), Jákup Thomsen (FH) Árgangur 1998: Teit Jacobsen (Sønderjyske), Petur Knudsen (NSÍ), Adrian Justinussen (HB), Bjarni Petersen (B36), Janus S. Samuelsen (07 Vestur)