Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR JÓHAN OG ÁRNI ÚTVÍSTIR Fýra av teimum fimm dystunum í 2. umfari í nýggju venjarakappingini hava verið um vikuskiftið. Rokmiklasti dysturin í Runavík, har NSÍ vann 2-0 á B36. Bæði Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) og Árni Frederiksberg (B36) fingu beinleiðis reytt kort Tróndur Arge Annað umfar í VFF-Cup hevur verið um vikuskiftið. Tríggir dystir vóru leygardagin, meðan EB/Streymur og AB spældu í gjár. Fimti og seinasti dysturin í 2. umfari, sum er millum KÍ og HB, verður 30. januar. Hendingaríkasti dysturin mundi verða tann í Runavík, har NSÍ vann 2-0 á B36. Tíggju minuttir fyri tíð fingu bæði Jóhan Troest Davidsen og Árni Frederiksberg beinleiðis reytt kort, eftir at tað bleiv áfast millum fleiri spælarar. Sum skilst, so uppstóð støð­ an, tá Jóhan Troest Davidsen verður taklaður av Eli Falkvard Nielsen. Miðverjin er ikki er nøgdur við taklingina og elt­ir miðvallaran hjá B36. Tað end­ ar við at blíva áfast millum spælararnar. Myndirnar tykj­ ast vísa, at Jóhan Troest Dav­ id­sen slær út eftir Eli F. Niel­ sen, sum heldur um hálsin á miðverjanum hjá NSÍ. Eftir­ fylgj­andi blandar Árni Fred­ eriks­berg seg í stríðið við gomlu lið­felag­irnar. Fyrrverandi altjóða dómarin, Petur Reinert, gav bæði Jóhan Troest Davidsen og Árna Frederiksberg reytt kort. Hann sigur í stuttari viðmerking til In.fo, at hann ikki hevur latið narka viðmerking til Kapp­ing­ ar­nevndina ella til Fót­bólts­ sam­bandið um hendingina. Annars verður sagt úr Runa­vík, at talan ikki var um ein hart spældan dyst, men at spæl­ararnir løgdu nógv fyri. Andri Benjaminsen og Jann Mart­in Mortensen skoraðu mál­ini fyri NSÍ. Fleiri javnir dystir Leygardagin vóru eisini tveir a ð r i r dystirnir. Á Skála end­aði tað við javnleiki 1-1 millum Skála og Víking. Jan I. Hansen legði Skála á odda, áðr­enn Gunnar Vatnhamar javn­aði. Í Trongisvági endaði tað eisini við javnleiki 1-1 mill­ um TB og ÍF. 18 ára gamli Tóri N. Olsen legði ÍF á odda, meðan ein gamal kenningur í TB, Ndende Adama Guéye, skoraði fyri heimaliðið. Sunnudagin tók EB/Streym­ ur í móti AB. Her vunnu sunda­ lags­menn 1-0 við máli, sum Høgni Midjord skoraði. Dysturin millum KÍ og HB er útsettur til 30. januar. Higartil hava teir sjey útlendingarnir hjá KÍ ikki verið í landinum, men sum skilst, so verða teir all­ir til venjing í vikuni. trondur@sosialurin.fo VFF-Cup: NSÍ - B36 1-0 Andri Benjaminsen 2-0 Jann Martin Mortensen EB/Streymur – AB 1-0 1-0 Høgni Midjord Skála - Víkingur 1-1 1-0 Jan I. Hansen 1-1 Gunnar Vatnhamar TB - ÍF 1-1 1-0 Tóri N. Olsen 1-1 Ndende KÍ – HB (30. januar) 2. umfar í VFF-Cup: Leygardagin 26. januar ÍF – KÍ EB/Streymur – TB B36 – Víkingur AB – Skála HB – NSÍ 3. umfar: