mánadagur 21. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Spælara
at halda
halda
eyga við
Aftur í ár hevur ÍtróttarSosialurin gjørt ein
lista við tíggju ungum fótbóltsspælarum,
sum tú skalt halda eyga við komandi tíðina.
Onkur kann halda, at tað er at leggja ov nógv
trýst á spælararnar, men hesir spælararnir
spæla til dagligt undir einum ávísum trýsti.
ÍtróttarSosialurin hevur gjørt hendan
listan síðani 2015. Tað er áhugavert at
hyggja eftir listanum, tí at allir spælararnir
spæla enn fótbólt. Fleiri av teimum royna
seg í útledskum feløgunum, meðan aðrir
hava gjørt seg galdandi í bestu deildini í
føroyskum fótbólti.
Tað er André Olsen, sum hevur staðið
fyri at gera listan. Hann fylgir avbera
væl við í føroyskum fótbólti, og hevur
eisini ráðført seg við góð fólk í føroyskum
ungdómsfótbólti. Eisini er áhugavert at
síggja, at fýra av spælarunum á listanum
spæla í Danmark.
Minst til at stuðla føroyskum ítrótti
Eg kom eisini at hugsa um eitt, nú tey
flestu í hondbóltsføroyum fylgja væl
við í HM-endaspælinum í hondbólti, har
Jóhan á Plógv Hansen spælir við danska
landsliðnum. Í gjár var eg í Vestmanna
og útvarpaði kvinnudystin millum VÍF og
Kyndil. Hetta er toppurin av føroyskum
kvinnuhondbólti seinnu árini, men eg var
eitt sindur vónbrotin av uppmøtingini í
høllini.
Ikki tí, tað er altíð full høll, tá talan er um
teir mest avgerandi dystirnar – og tað var
hetta ikki. Men eg hugsaði at koma við eini
áminning um, at tað er av stórum týdningi
at framvegis stuðla føroyskum ítrótti. Tað
kanst tí gera við at møta í høllini til ein
slíkan dyst.
Tað er skjótt, at nýggja ættarliðið heldur
at ítróttur í sjónvarpinum er ómakaleyst,
meðan ítrótturin í høllini ella á vøllinum er
dýrt, tíðarkrevjandi og ikki eins áhugavert.
Her mugu vit halda fram við at fara til dystir
og tiltøk, ella er vandi fyri at tað dettur
niðurfyri!
trondur@sosialurin.fo
FSF OG PARASPORT
FØROYAR SAMSTARVA
Fríggjadagin skrivaðu Fótbólts
samband Føroya og Parasport
Føroyar undir samstarvsavtalu, ið
millum annað hevur til endamáls
at breiða út parafótbólt kring alt
landið
Parafótbóltur, ið er fótbóltur
fyri børn og ung við serligum tørvi,
skal styrkjast, og í hesum sambandi
hava Fótbóltssamband Føroya og
Parasport Føroyar undirskrivað
samstarvsavtalu.
Endamálið við samstarvsavtal
uni eru at økja um talið av fótbólts
spælarum innan parafótbólt, ser
liga børnum og ungum millum 8
og 16 ár, at breiða út parafótbólt
kring alt landið, og at virka fyri, at
parafótbóltsspælarar og lið gerast
partur av verandi fótbóltsfeløgum.
Í samband við avtaluna hava
Fótbóltssamband Føroya og Para
sport Føroyar sett sær nøkur felags
mál, sum millum annað er at fáa
nøkur virkin feløg innan para
fótbólt, og soleiðis fara undir eina
landskapping fyri parafótbólts
spælarar.
Egga Jensen, Parasport Føroyar,
og Christian F. Andreasen, forseti í
Fótbóltssambandi Føroya - Mynd:
Hans Erik Danielsen