sunnudagur 28. november 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 228 - 27. november 2004
Felagið Vágar fer
sunnudagin at handa
vinnaranum av tekni-
kappingini, sum
fyrstu flokkarnir í
Vágum hava luttikið
í, virðisløn á jólasølu-
stevnuni á Giljanesi
TEKNIKAPPING
Teknikappingin, sum Fe-
lagið Vágar hevur skipað
fyri millum fyrstu flokkar-
nar í skúlunum í Vágum, er
liðug, og vinnarin er funn-
in. Vinnarin fær handaða
virðisløn á jólasølustevn-
uni, sum verður á Giljanesi
um vikuskiftið. Handanin
verður sunnudagin klokkan
16.00.
Børnini, sum hava lut-
tikið í kappingini, hava
kappast um at gera bestu
tekningina at prýða jóla-
posan, sum handlarnir í
Felagnum Vágar fara at
nýta
um
jólini. Allar
tekningarnar, sum hava
luttikið í kappingini, verða
at síggja á jólasølustevnuni
um vikuskiftið.
Tað er Miðvágs Róðrar-
felag, sum skipar fyri jóla-
sølustevnuni.
Hetta
er
vorðið afturvendandi tiltak
seinasta vikuskiftið í no-
vember.
Felagið Vágar, umboðað
av Kunningarstovuni, hevur
egnan
bás
á
stevnuni
hesaferð.
ej
Vinnarin av teknikapping
heiðraður á Giljanesi
Nr. 228 • Vikuskiftið 27./28. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Greinarøð um evnið
‘Skapanarlæra mótvegis
menningarlæru’
Lesið síðu 37–40
SJÓMANNABARN
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Pápi mín siglir við einum stórum
trolara, og hann er ræðuliga
leingi burtur. Tá hann fer avstað,
eri eg so kedd, tí tað verður so
leingi, til eg síggi hann aftur.
Fyrr, tá eg var lítil, græt eg, tá
babba fór. Men tað geri eg ikki
longur, tí nú eri eg níggju ár, og
eg tori ikki at gráta, tí tað er so
flóvisligt, haldi eg.
Tá vit standa á keiuni og vinka
farvæl, kemur ein stórur
klumpur í hálsin á mær, og eg
føli tað, sum eg vil kvalast - og
tað er akkurát, sum okkurt trýstir
tárini úr eygunum á mær.
Børnini siga við meg, at eg eri
so heldig, tí pápi mín er sjómað-
ur og altíð keypir mær okkurt
gott heim við. Men eg haldi, at
tey eru nógv heldigari, tí tey
hava altíð pápar sínar heima hjá
sær.
Tey vita slett ikki, hvussu ringt
tað er at leingjast so illa, og
hvussu keðiligt tað er, at babba
so sjáldan kann koma við mær til
alt tað, sum teirra pápar kunnu.
Babba hevur verið burtur í
okkurt um tveyhundrað leygar-
dagar og sunnudagar av mínum
lívi. Um eg telji allar dagarnar,
sum hann hevur verið heiman-
ífrá, síðani eg varð fødd, so
verða tað nógv meira enn túsund
dagar tilsamans.
Vit bæði verða glað
Men, tá babba kemur heim, er alt
gott aftur, og vit eru saman alla
tíðina og gera alt møguligt
stuttligt.
Vit fiska í ánni og fara langar
túrar, viðhvørt á súklu og onkun-
tíð til gongu, og tá tað er kalt úti,
so bakar babba pannukøkur, og
vit gera bróstsukur ella kóka
kakao.
Um kvøldarnar spæla vit kort
ella ludo - og tá tað er songartíð,
so ballar babba meg og fortelur
mær nógvar spennandi søgur.
Søgurnar, mær dámar best, eru
tær um, tá babba var lítil sjálvur.
Tað haldi eg er so spennandi at
hoyra. Tann allarmest spennandi
søgan er um ta ferðina, tá abbi
hevði verið so leingi til skips, at
babba ikki kendi hann, tá hann
kom aftur.
Seinast babba kom aftur fekk
eg eina tráðu, og eg eri so spent
at vita, hvat hann fer at keypa
mær heim við næstu ferð.
Eg haldi, at eg eri ordiliga
heldig allíkavæl ...
Tá babba kemur heim
Tá babba fer avstað, eri eg so kedd, men tá hann kemur heim aftur, er tað
so deiligt, at eg púrasta gloymi, hvussu kedd eg var, tá hann fór
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
25
24