sunnudagur 28. november 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
27
TEY ELDRU
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Øll vilja vit liva leingi, men
ongin vil vera gamal. Og tað
vilja vit ikki, tí vit hava gjørt
okkum eina mynd í huganum,
har tað at vera gamal merkir tað
sama sum at vera sjúkur og
óhjálpin og bert til stríð fyri
onnur. At myndin ikki er í tráð
við veruleikan fáa vit eitt gott
prógv um við at støkka inn á
gólvið í Tilhaldinum í Tórsgøtu í
Havn - har hava tey gomlu
nevniliga hvørki tíð til at liggja á
tí latu síðuni ella øðrum til
byrðu. Her í hjartanum á
høvuðsstaðnum er ein sjóðan av
práti og virksemi av alskyns
slagi - ikki tí, tað hendir nakað
serligt júst hendan dagin, men tí
soleiðis er dámurin í húsinum
hvønn dag.
Ein bóltur á rull
Wanja Petersen hevur verið dag-
ligur leiðari her í Tilhaldinum í
Tórsgøtu síðani húsið varð tikið í
nýtslu sum tilhald fyri tey eldru í
1997. Um orsøkina til at hon
søkti starvið, sigur Wanja, at hon
í sínum arbeiði sum sjúkra-
røktarfrøðingur hevði sæð alt ov
nógvar syrgiligar lagnur, har
eldri fólk mest sum bara fánaðu
burtur, tí gerandisdagurin ikki
longur hevði nakað innihald.
- Alt gott um ellis- og røktar-
heim, tí tá tann tíðin kemur,
skulu tey gomlu sjálvandi fáa
alla ta hjálp, tey hava brúk fyri.
Men veruleikin er, at meir enn
80 % av teimum eldru eru frísk
og klára seg sjálvi. Tað, at fólk
fylla 67 og gerast pensjónistar,
merkir also ikki tað sama sum, at
tað tey eru til reiðar at fara
heima at seta seg at trilla tumm-
ilfingrar. Tey eldru hava minst
líka nógv brúk fyri nýggjum
avbjóðingum og at vera virkin,
sum vit onnur, og tí er tað ein
stór misskiljing at halda, at tað
besta vit kunnu gera fyri tey, er
at útvega so nógv ellis- og
røktarheimspláss, sum til ber,
sigur Wanja og leggur afturat, at
vit mugu ansa eftir, at vit ikki
gera tey eldru til ein trupulleika,
sum bara skal avgreiðast.
- Vit, sum eru saman við teim-
um hvønn dag, síggja jú, hvussu
nógv tey hava at bjóða. Tey hava
eina rúgvu av lívsroyndum og
vitan at oysa av, men tey eru ikki
so von við at halda seg framat og
vilja helst ikki gera nakað hóva-
sták burturúr sær sjálvum, men
verða tey biðin og lokkaði eitt
sindur, er tað sum, tá ein bóltur
fer á rull og næstan ikki er at
steðga aftur, sigur Wanja.
Lívsgóðskan
Nógva prátið um heilsu er ikki
farið framvið teimum eldru her í
húsinum. Í Tilhaldinum hava tey
sett "Ábyrgd fyri egnari heilsu" á
breddan í ár, og tey eldru hava
havt høvi at lurta eftir eini lang-
ari røð av áhugaverdum fyri-
lestrum um alt frá mati og rørslu
til sosiala samveru og lívs-
góðsku.
- Vit hava øll ábyrgd fyri at
røkja okkara heilsu, at tað gerst
ikki minni átroðkandi, tá tú gerst
eldri. Men ein góð heilsa snýr
seg ikki bara um at røkja seg
sjálvan likamliga. Um vit ikki
syrgja fyri at koma út millum
onnur og geva lívinum eitt inni-
hald fána vit jú burtur og tá
nyttar ein góð likamlig heilsa
lítið sigur Wanja og vísir á, at
evnið í heilsufyrilestrunum altíð
hevur seg snúð seg um, hvat tey
eldri sjálvi kunnu gera fyri at
hava eitt so gott lív, sum til ber. Í
heila tiki sær Wanja tað sum sína
fremstu uppgávu at hjálpa teim-
um eldru á ein hátt, so tey sjálvi
kunnu vera við til at skipa sín
dag, so lívsgóðskan allatíðina er
í hásæti.
Wanja minnir á, at okkara
eldru hava jú øll verið von við at
hava ein arbeiðsdag, har ymsar
uppgávur skuldu loysast. Og
uttan mun til, um tey hava verið
úti á arbeiðsmarknaðinum ella
hava arbeitt heima, so hevur
teirra arbeiði verið ein týðandi
partur av teirra samleika og
kensluni av at gera nakað til
nyttu.
- Fyrr í tíðini vórðu fólk ikki
fataði sum gomul, fyri enn tey
ikki orkaðu at gera nakað til
nyttu longur. Men nú hava vit
sett eitt tætt skott ímillum tann
arbeiðsføra partin av lívinum og
aldurdómin, sum kann tykjast
heilt burturvið, um tú hugsar um,
hvussu væl nógv av teimum eru
fyri langt upp í 80 ára aldurin,
um tað skal vera.
Seta krøv
Besti mátin at vísa virðing fyri
menniskjum er at seta teimum
krøv, sigur Wanja avgjørd, tí um
tú ongi krøv setur, er tað næstan
tað sama sum at siga, at tú onki
væntar av teimum. Vit vænta
nakað av teimum, sum koma her,
tí vit vita, at tey hava eina rúgvu
av royndum og hugskotum um
alt møguligt. Tí eru tað eisini tey,
sum gera av, hvørji tiltøk skulu
við á skránna, og hvat virksemi
vit annars skulu hava í húsinum,
sigur Wanja. Og skráin í Tilhald-
inum er nokk besta prógvið um,
at her koma tey ikki fyri at seta
seg afturá og verða undirhildin.
Fimleikur, matgerð, telduprát og
frálæra í enskum er bert eitt
sindur av tí, sum stendur á
skránni hvørja viku, umframt at
tey javnan gera útferðir ymsa-
staðni í Føroyum. Og tað er
ongantíð ov seint at læra okkurt
nýtt, sum til dømis at spæla
Boccia, sum fleiri eru vorðin so
kná í, at tey eru farin at ferðast
runt til kappingar við onnur eldri
í Føroyum. Seinast vann liðið úr
Havn gull móti sandoyingum, og
síðani tað hevur Bocciafepurin
av álvara herjað í kjallaranum í
Tilhaldinum.
Virðið økist við aldrinum
Í Tilhaldinum verða tey eldru
ikki kallaði brúkarar ella limir,
men húsfólk, tí hetta er teirra
hús. Og tað bæði sæst og merkis.
Tað var í hesum stóra og vakra
bygninginum, gamli Føroya
Banki helt til í síni tíð, og alla-
staðni standa lutir og innbúgv,
sum eru fingin til vega ymsa-
staðni frá, og sum húsfólkini
sjálvi hava sett í stand. Uppi
undir loftinum í stóra felags-
rúminum hongur ein sermerkt
ljósakrúna, sum stavar frá
Sanatorinum, og á gólvinum
stendur eitt stórt og vakurt flygil,
sum einkjan eftir Andrias
Restorff hevur latið teimum.
Niðri í kjallaranum stendur ein
gamal snikkarabonkur, sum tað
eydnaðist onkrum av húsfólk-
unum at fáa hendur á úr Myki-
nesi, og soleiðis fært tú í hvørj-
um rúmi eyga á okkurt, sum
hevur sína egnu livandi søgu -
tað er, sum livir hvør tægr í
húsinum.
– Tey eldru eru jú ikki von við
at fáa alt borið upp í hendurnar,
so tað er ongin grund til at byrja
nú. Tey vilja fegin gera sítt til at
skaffa ymiskt til húsið, og tað
ger onki, um tingini krevja
ábøtur, tí tað er altíð onkur, sum
dugir at seta tað í stand, sigur
Wanja og greiðir frá, hvussu
vakra, gamla klokkan á vegg-
inum kom í húsið. Ein av
monnunum við serliga fittum
hondum fekk eyga á klokkuna,
og tað tók ikki langa tíð, fyrr enn
hon aftur kom til heiður og æru á
vegginum, har hon nú gongur,
sum var hon spildurnýggj.
- Gomlu lutirnir eru ikki bara
vakrir at hyggja at. Tað ger jú
eisini húsið nógv meir heimligt,
tá tú hevur verið við til at skapa
tað sjálvur. Og so kunnu lutirnir
eisini minna okkum á, at gomul
fólk eru, sum gamlir lutir - tey
fáa bara størri virði við aldrin
um, flennir Wanja og ger seg
klára at taka ímóti teimum fyrstu
húsfólkunum. Í dag verður
byrjað við felagssangi, so nú
ræður um at finna hvønn tøkan
stól í húsinum fram ...
- Eitt tað besta, vit
kunnu gera fyri okkara
gomlu, er at spyrja,
hvussu vit sjálvi fegin
vildu havt tað, tá vit
einaferð gerast gomul.
Mundu vit øll ikki fyrst
valt ein innihaldsríkan
gerandisdag, áðrenn vit
komu i tankar um eitt
pláss á ellisheiminum,
spyr Wanja Petersen,
dagligur leiðari á
Tilhaldinum í Tórsgøtu
í Havn
Tilhaldið í Tórsgøtu:
Her livir hvør tægr
Tvær ferðir um vikuna byrja tey eldru í Tilhaldinum dagin við fimleiki, tí vøddarnir eru jú ikki heilt ungir longur
Mynd: Jens Kristian Vang
- Okkara heilakapasitetur er ríkiliga stórur, til at vit kunnu læra alt lívið -
eisini á ellisárunum. So tað er bara at bróta upp um armar og koma í
gongd, sigur Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum í Tórsgøtu
- Hvussu tað er at verða
gomul? Tú, tað hugsi eg
ongantíð um, men nú,
tú nevnir tað, má eg
siga, at tað havi eg onki
ímóti, tá tú hugsar um
hin møguleikan, flennir
Sheila Arnskov, sum er
eitt av trúgvu húsfólk-
unum í Tilhaldinum
TEY ELDRU
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
78 ára gamla Sheila Arnskov er
úr Skotlandi og kom til Føroyar í
1964, tá maður hennara fekk
starv hjá Ríkisumboðnum.
Ætlanin var bert at vera eina tíð
her - nøkur ár kanska - men tey
vórðu verandi og fara neyvan
nakran veg nú, tí sum Sheila
sigur
- Føroyar man vera heimsins
besta stað at gerast gamal í. Vit
kundu í øllum førum ikki ynskt
okkum nakað betri.
Náttúrudáma
Sheila hevur havt sína dagligu
gongd í Tilhaldinum líka frá
byrjan, og henni dámar avbera
væl at støkka inn á gólvið. Bæði
tí tað er hugnaligt at hitta onnur
og fáa eitt gott prát, men eisini tí
hon heldur starvsfólkini duga so
væl at skipa fyri spennandi
tiltøkum. Okkurt skifti hevur hon
sjálv eisini verið limur í
nevndini, men ikki beint nú, tí
hon heldur seg ikki hava nóg
góða tíð.
- Vit hava fingið okkum eini
hús á Sandoynni við einum
deiligum og stórum urtagarði, og
tað krevur jú sítt. Vikan hevur
bara 7 dagar, so man hevur
tíverri ikki tíð til alt, man fegin
vil vera við í, sigur Sheila. Tá
hon og maðurin ikki eru á
Sandoynni, búgva tey við
Dalavegin í Havn, har tey hava
eina íbúð í sama húsi, sum
sonurin og svigerdótturin.
- Tað riggar bara fínt. Gomul
og yngri kunnu saktans búgva í
sama húsi; tað veldst bara um,
hvussu man trívist saman, og tað
hevur ikki endiliga nakað við
aldurin at gera, heldur Sheila,
sum er sera glað um, at sonurin
og konan hava fingið sær ein
hund, sum hon altíð er klár at
ganga túr við.
- Eg eri náttúrumenniskja, og
tað besta, eg veit, er at ganga
túrar. Eg svimji tveir morgnar
um vikuna saman við Morgun-
frúunum, og plagi at ganga frá
Dalavegnum niðan í svimji-
høllina, sigur Sheila, sum eisini
er fastur fúsur í gongufelagnum í
Havn. Og tá stóra Fólkaheilsu-
renningin var herfyri, kláraðu
Sheila og maðurin at ganga 5 1/2
km undir 1 tíma.
Lítla gentan
Tá Sheila kom til Føroyar var
hon fyri tað mesta heima hjá
teimum 3 synunum, meðan teir
vóru smáir. Men tað gekk ikki
lang tíð, til hon byrjaði at undir-
vísa í enskum á kvøldskúla á
Fróðskaparsetrinum og seinni
eisini á Læraraskúlanum. Og við
síðuna av hevur hon allatíðina
fingist við at umsett úr føroysk-
um bæði til enskt og danskt.
Sjálvt um Sheila ikki undirvísir
longur, heldur hon seg ikki hava
nógva frítíð, men tá hon slappar
av, er tað sum oftast við eini
góðari bók.
- Eg eri við í einum lesiringi,
har vit hittast av og á at práta um
onkra bók, vit hava avtalað at
lesa. Og so spæli eg eisini klaver
so ofta, eg kann, tí tað havi eg
altíð gjørt, og tað skal jú haldast
við líka, sjálvt um eyguni eru
farin at bila eitt sindur. Annars
hugsi eg ongantíð um, at eg eri
við at verða gomul. Eg føli meg
mest sum hasar russisku dukk-
urnar, tú veit, við nógvum
smærri dukkum inni í - eg eri
enn tann lítla gentan innast inni,
smílist Sheila.
78 ára gomul:
Framvegis
smágenta
– innaní
- Eg stúri ikki fyri at gerast eldri, men endi eg púra hjálparleys í eini song, hopi eg, tað verður skjótt yvirstaðið, sigur
78 ára gamla Sheila Arnskov
Sheila og 81 ára gamla klavervinkonan Solveig Mørkøre Dam. Tær eru báðar ídnir klaverleikarar og dáma væl at
spæla saman, tá høvi býðst
C
M
Y
K
27
26