sunnudagur 28. november 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
29
upprann stóra løtan, tá vit trinu
inn á Camp Nou. So var at finna
stólin og skoða fantastiska
bygningsverkið. Gott veður var,
eini 14 hitastig. Sjálvur vøllurin
og niðastu sektiónirnar eru
sprongdar niður í jørðina. Bert 3
tær ovastu av teimum 5 sektión-
unum síggjast frá vegnum, tá
man koyrir framvið Camp Nou.
Sektiónirnar eru bygdar uppfrá
sjálvum vøllinum, tó ikki steyr-
rætt. Men fyri at stóra ovala
konstruksjónin skal halda, er tað
bert ein lítil partur av vøllinum,
sum hevur tak. Tak er sjálvandi
har yvirklassin og VIP’arnir sita.
Tað besta við Camp Nou er, at
tað er eitt fótbóltstadion burtur
av. Hóast vit sótu ovast í fimtu
seksjón, sóu vit kortini væl.
Myndirnar tiknar við einum
idiotkamera vísa ikki heilt
sjónbæru upplivingini vit høvdu
hetta fantastiska leygarkvøldið.
Espanyol leikar sínar heimadystir
á annars vakra olympiska
leikvøllinum frá 1992, men har
er ein stórur rennibani, ið tekur
nógv av stemninginum, um ein
hyggur eftir fótbólti væl at
merkja.
Kókið vaks
Tá vit sessaðust aftanfyri norðari
málið, vóru tað kanska 1.000-
2.000 áskoðarar, sum høvdu tikið
sæti. Men so líðandi vaks áskoð-
aratalið, og hesi sjey korterini
var tað sum um grýtan fór frá
punkt eitt og heilt upp í kók. Og
við dystarbyrjan, og aftaná kók-
aði heilt yvir. Bæði við norðara
og sunnara endan vóru stór-
skíggjar. Har blivu spæld alskyns
Barca-sjónbandaløg við ymisk-
um katalanskum monnum og
kvinnum, sum hálovaðu Barca.
Men knappliga bleiv alt hetta
nærum niðurdoyvt! Real-leikar-
nir komu inn at hita upp til
dystin, og tað bleiv brølað og
bríkslað av øllum kreftum.
Ringast gekk tað útyvir Figo,
sum var yndisbarnið hjá Barca-
viðhaldsfólkunum, men sum
gjørdist tann stóri Judas tá hann
fór yvir til tann stóra fíggindan.
Undir øllum dystinum slapp Figo
at kenna kalda verbala gjóstin frá
nærum 100.000 garvillum
katalanarum. Sum kick-off
nærkaðist vaks tað sálarliga
trýstið á Real Madrid. Nú blivu
mál víst á stórskíggjan. Alt mál,
sum Barcelona síðstu 10-15 árini
hevur skorað ímóti Real Madrid.
Við hvørt setur bleiv lagdur ein
gekkuskortur av einum Barca-
leikara og ein stórur litpappírs-
bjálki. Tá liðini komu inn, reistu
vit øll okkum upp, og rættu hvør
sín stóran pappírsbjálka fram.
Hetta gjørdist til eitt ótrúligt
litspæl frá teimum 100.000
túsind áskoðarunum, har tey
(vit!) framaldu litirnar hjá Barca,
Katalania og Barcelona býi.
Hesa løtuna bleiv man so rørdur,
at man fekk ein klump í hálsin.
Ballónir í Barca-litum blivu
sendir út í himmalhválvið, og
beint áðrenn dystarbyrjan sang
ein katalanskur smørtenorur fyri.
Eitt slag av tjóðsangi, men bara
fyri heimaliðnum. Klárt var at
seta dystin í gongd.
Dysturin
F.C. Barcelona spældi hetta
kvøldið sín besta dyst ímóti Real
Madrid síðan 1993, tá »The
Dream Team« hjá Cruyff vunnu
5-0 á Real Madrid á Camp Nou.
Barcelona hevur eitt fantastiska
gott tekniskt lið við nógvum
bæði offensivum og defensivum
dygdum. Meðan fleiri av Real-
leikarunum tykjast at verða
gamlir, troyttir menn, ið hava
verið framúr góðir, men eru tað
bara ikki longur. Barca sat á tí
mesta undir dystinum. Real
hevði onkrar naskar royndir, og
stundum gott pasningsspæl, men
teir vóru ein klassa - kanska tveir
- undir Barca hetta seina leygar-
kvøldið. Roberto Carlos drálaði,
og snarljósið Samuel Eto´o kom
í millum og setti bóltin hegnis-
liga í málið til 1-0 eftir 30. min.
Beint áðrenn hálvleik vísir Barca
flottan tekniskan leik í høgum
tempo. Bólturin ferðast millum
fleiri støðir, áðrenn Giovanni van
Bronckhorst bankaði hann í
kassan til 2-0 í 44. min. Í 75
min. negldi - tann í skrivandi
stund - besti fótbóltsleikarin í
heiminum, Ronaldinho síðsta
seymin í kistuna. Eitt væl
plasserað brotspark bleiv sett í
norðara málið - okkara megin -
og so var 3-0 og liðugt. Puyol
var framúrskarandi í verjuni.
Plaseraði seg klókt, ruddaði væl
upp, taklaði væl, og var eisini
við í nógvum uppbyggjandi
spælið. Deco hevði eisini ein
góðan dag. Á skuggasíðuni er
sjálvandi skaðin hjá Henke
Larsson.Vónandi kemur hann
aftur á leikvøllin í 2005.
Keðilig apuljóð
Har sum vit sótu vóru bæði
danir, norðmenn og svenskarar.
Men vit báðir komu at sita við
síðuna av hvør sínum lokalum
fanatikara. Sjálvt um Barca
hevði tveir teir myrkastu leikar-
nir á vøllinum, Ronaldinho og
Eto´o, so var tað ein rættuliga
stórur partur av áskoðarunum,
sum róptu apuljóð eftir Roberto
Carlos og Ronaldo. Eitt skammi-
ligt minus í eini annars fantast-
iskari uppliving. Men viðhalds-
fólkini fingu tað tey komu eftir.
Sum dysturin leið, gjørdust tey
(vit?) bæði tólvti, trettandi og
fjúrtandi maður hjá Barca, og so
líðandi eydnaðist tað at psyka
Real-leikarnar niður. Flotta
litspælið bleiv endurtikið aftaná
hvørt av teimum trimum mál-
unum hjá Barca. Tey fáu
tandrini, ið vóru komin at stuðla
Real Madrid, blivu beind niðan í
eitt skýmaskot aftanfyri sunnara
málið. Vit hoyrdu ikki eitt
komma frá teimum undir øllum
dystinum.
Rómur og fagnaður
Tá dysturin var liðugur var ein
ræðuligur fagnaður. Og tvær
ferðir sungu øll Barca-sangin.
Vit sungu við í Niðurlagnum,
sum ljóðar soleiðis: »Barca,
Barca, Barca, Barca!«. Sungið
bleiv, tá farið var út av Camp
Nou, og komin út um gyrðingina
fóru fólk tysjandi oman ímóti
Plaza de Rambla. Bilarnir og
skutarnir kappaðist um at ýla. Vit
valdu at ganga inn til miðbýnum.
Vit møttu nógvum glaðum
fólkum. Katalanskt dugi eg ikki,
men »Viva Barca« og »Dres-
Zero« (t.e. "3-0") slapp man at
rópa nakrar ferðir. Tá vit vóru
komnir oman til Plaza de
Rambla, vóru fleir løgreglulið til
reiðar, um fagnaðurin skuldi taka
yvirhond. Tað kendist løgið at
verða til dyst millum klokkan 22
og 24 um kvøldið. Og at koma
heim frá dysti, tá klokkan var
nærum 2 um náttina. Yvir-
veldaðir og ovurfegnir um stóru
fótbóltsupplivingina gjørdist
náttarsvøvnurin søtur. Hetta gerst
ikki betur!
FÓTBÓLTSUPPLIVING
Heri Simonsen
Tíðliga í summar skipaðu Kiosk
Steinatún við Ivani í Lág á odda
og Sosialurin fyri einari veddi-
kapping. Veddikappingin fór
fram, meðan EM í fótbólti bleiv
leikt. Vit, sum luttóku, skuldu
vedda útfallið, t.e. 1X2, av øllum
teimum 31 dystunum í EM-
kappingini. Veddingarseðlarnir
blivu prentaðir í Sosialinum. Tá
EM var liðugt, lógu eg og John
Petersen javnir á odda við 19
røttum hvør. Kiosk Steinatún
trekti lut millum okkum báðar,
og hepni luturin fall á meg.
Høvuðsvinningurin var ein
fótbóltsferð í Evropa fyri tvey
eftir egnum vali. MB-Tours við
fótbóltsfjepparanum Magna V.
Mouritsen á odda skuldi skipa
fyri hesum túrinum.
Størsti dysturin
Sum garvaður Manchester
United-viðhaldsmaður var nær-
liggjandi at velja ein túr á Old
Trafford. Men eg havi verið til
dyst hjá United á Old Trafford.
Hetta var 5. maj 1990, tá United
vann 1-0 á Charlton. Var eisini
við til størsta landsdystin hjá
Føroyum á útivølli ímóti Týsk-
landi í Hannover, 10. oktober
2002. Tá saman um kom, var tað
besta valið at velja størsta dystin
í Evropa, leiktur á tí størsta
leikvøllinum í Evropa. F.C.
Barcelona ímóti Real Madrid á
Camp Nou í Barcelona. Valdi at
taka ein javnstóran fótbóltsfjepp-
ara við mær, vinmannin, gamla
grannan og globetrottaran, Jóhan
Petur Johannesen. Jóhan Petur
hevur ferðast so víða sum til OL
í Atlanta, Georgia í 1996, og
seinni heilt eystur til Vietnams.
Og tá báðir halda við Barcelona í
sponsku kappingini, gleddu vit
okkum sum smábørn jólaaftan til
at síggja "Los Superclassico" við
Ronaldinho, Henke Larsson,
Xavi, Eto´o, Puyol og Deco í
orrustu ímóti Roberto Carlos,
Raul, Ronaldo, Figo, Zidane,
Beckham og Michael Owen.
MB-tours hevur eitt stórt og gott
kontaktnet, og Magni Mouritsen
fekk telvað okkum í eina so góða
støðu, at alt koyrdi sum smurt
undir túrinum.
"Barca" var allastaðni
Barcelona er ein býur við
nógvum vøkrum ferðamálum, so
sum katedralin Sagrada Familia.
Men tað sanna templið fyri
Barcelonistas og katalanar er
Camp Nou-leikvøllurin. Hvar vit
so komu, sóu vit sølubúðir og
handlar, sum seldu F.C. Barce-
lona-lutir so sum turriklæði,
troyggjir o.a. Sjálvt á flogvøllin-
um, og í turistsølubúðunum runt
býin kundi man eisini keypa alt,
sum hevði við F.C. Barcelona at
gera. Tað var bert ta einu ferðina,
at vit komu fram á eina sølubúð,
sum seldi Espanyol-troyggjur,
sum er hitt Primera Division-
liðið í Barcelona. Men sjálvt
tann sølubúðin hevði eisini
Barcelona-troyggjur. "Barca",
sum katalanar nevna sítt yndislið
var allastaðni.
Real er ræðuliga ímyndin
Real Madrid-viðhaldsfólk tví-
halda, at Barca-viðhaldsfólk
hava ítróttarligar undirlutakensl-
ur ímóti Real Madrid. Hetta tí
Real hevur verið evropameistari
8 ferðir, meðan Barca hevur bara
vunnið Champions League á
einum sinni. Ikki fyrr enn í 1992
bleiv hesin tungi steinurin lættur
av hjørtunum hjá Barca-við-
haldsfólkunum, tá Barcelona við
Ronald Koeman og Michael
Laudrup á liðnum vunnu 1-0 á
Sampdoria í finaluni á Wembley
í maj 1992. Real Madrid vann
fyrstu Champions Cup-finaluna
ímóti Stade de Reims longu í
1956. Men tað er í minsta mun
tey ítróttarligu úrslitini, sum
gera, at Barca-viðhaldsfólk hata
Real Madrid av øllum hjarta.
Størstu orsøkirnar til stóra hatrið
eru at finna í syrgiligu søguni
hjá spanska og katalanska fólk-
inum. Frá 1939 og til sín deyða í
1975 ráddi einaræðisharrin,
Francisco Franco (1892-1975)
fyri borgum í Spania. Ein av
mongu sinnisjúku kardinalpunkt-
unum hjá Franco var at bannað
baskiska og katalanska málinum.
Tann, sum talaði, skrivaði ella
prentaði nakað á baskiskum og
katalanskum, bleiv sendur í
fangatippi fyri »landasvik«!
Franco var ein íðin Real Madrid-
viðhaldsmaður, og soleiðis bleiv
Real Madrid ímyndin av tí, sum
Franco stóð fyri. Tað var bara á
Camp Nou, at Barca-viðhalds-
fólk frítt kundu »avreagera« við
at syngja á katalanskum! Soleið-
is fekk dysturin millum Barca og
Real eisini tjóðskaparligar og
politiskar proportiónir. Í dag livir
katalanska málið væl. Seks
milliónir tosa katalanskt, og fitt
av bókum verða prentaðar á
katalanskum. Málið er kortini
ættað við spanskt.
Stóra løtan
Frá tí vit lendu í Barcelona
leygarmorgunin kl. 11.30 og
fram til dystarbyrjan, gingu vit
báðir kykir og spentir. Valdu at
fara út á Camp Nou hálvantriðja
tíma áðrenn kick-off. Komnir
fram valdu vit at ganga fram við
tí stóra leikvøllinum fyri at lofta
stemninginum har. Kl. 20 valdu
vit at fara innar at finna plássið
hjá okkum. Komnir innar blivu
vit eins og øll onnur væl og
virðiliga kropskannaðir. Fyrra-
árið bleiv eitt grísahøvd blakað
eftir Figo, og tað skuldi helst
ikki endurtaka seg. Sektiónirnar
og undirsektiónirnar vóru væl
uppmerktar, og klokkan 20.15
Tveir føroyingar millum 100.000 garvillar áskoðarar
á Camp Nou í Barcelona!
Dreymurin hjá teimum
flestu føroysku
fótbóltsfjepparum er at
sleppa at síggja spanska
stórdystin millum F.C.
Barcelona og Real
Madrid á risastóra
Camp Nou-
leikvøllinum í
Barcelona.
Leygarkvøldið 20.
november gjørdist
hesin dreymurin
veruleiki hjá tveimum
føroyingum
Eitt næstan tómt Camp Nou 2 tímar áðrenn dystarbyrjan
Allir 100.000 áskoðarnir fingu hvør sítt litpappírsbretti fyri at kunna prýða rundan um vøllin.
Hóast dysturin bleiv spældur millum kl. 10 og 12 um kvøldið var lív í alla somlu tíðina
Real Madrid gevur bóltin upp
Heri Simonsen og Jóhan Petur Johannesen á Camp Nou beint áðrenn dysturin fór í gongd
Ein av fleiri sølubúðum. Gev gætur allar Ronaldinho-troyggjurnar og turriklæðið: »AntiMadrid«
C
M
Y
K
29
28