sunnudagur 28. november 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
31
HUGLEIÐING UM GOLF
Janus Norðberg
Janus.nordberg@kallnet.fo
Upprunin
Vit skulu heilt aftur til umleið ár
1400 at finna tær fyrstu skrift-
ligu ábendingarnar um eitt spæl,
sum kallast golf. Tað var so-
leiðis, at nakrir fáir ríkmenn áttu
so at siga alla jørðina í Skot-
landi. Tað sigst, at summir áttu
somikið, at teir kundu ganga á
egnari jørð heilt frá vesturstrond-
ini yvir til eysturstrondina.
Meðan hesir ríkmenn vóru sera
múgvandi, var fólkið sum so sera
fátækt. Øll arbeiddu hjá jarðar-
og góðseigarunum og sera stór
misnøgd valdaði millum manna.
So til tess at forða fyri, at tað
bleiv uppreistur, funnu góðseig-
ararnir uppá at geva tað kørgu
jørðina burtur til bygdasam-
feløgini. Henda jørðin, sum
kallaðis Links land, hevði lítlan
og ongan týdning til landbúðna,
lá út móti sjónum, var sandut og
kørg í allar mátar. Tað var av-
markað, hvussu nógvan seyð, ið
jørðin bar, og har uddi av kanin-
um. Tá á døgum var vanligt at
seyðamenn vóru hjá kríatúrunum
allan sólarringin, og til tess at
stytta sær stundir, fingu teir til
fragd at royna at sláa seyða-
sparlini við seyðastavinum og
royna ar fáa tey niður í kanin-
holurnar. Seyðamenninir úr
teimum ymisku hagapørtunum
byrjaðu at kappast sínamillum,
og frá at brúka seyðastavin, sparl
og kaninholur, byrjaði ein menn-
ing innan spælið til tað vit kenna
í dag.
Reglugerðir
Teir fyrstu reglugerðirnar, sum
søgdu frá, hvussu spælast skuldi,
finnast heilt aftur til 1744. Menn
í Edinburgh, " the Honourable
Company of Edinburgh Golfers
", komu við teimun fyrstu spæl-
ireglunum, meðan golfarar frá
St. Andrews nakað seinni komu
við teimum reglum, sum eru
grundarlagið fyri golfspælinum
enn tann dag í dag.
Menningin av golfspælinum
tók verunliga dik á seg við
ídnaðarkolveltingini. Serliga tá
menninir fluttu av bygdunum inn
í býirnar at arbeiða. Arbeiðs- og
bústaðarviðurskiftini vóru sera
vánalig, og tað bleiv arbeitt
langar dagar - 6 dagar um vik-
una. Sunnudag var tó frídagur,
har farast kundi í kirkju. Áðrenn
og aftaná kirkjugongd var vanligt
at menn hittust til at spæla golf,
og hava vit mong dømi um golf-
breytir, sum liggja rundar um,
har kirkjurnar vóru. Og myndug-
leikarnir sóu, hvussu stóran
týdning golfspælið um sunnu-
dagarnar hevði á ofta vánaligu
heilsuna hjá fólki, og gjørdu av
at byggja " Public Courses ", har
ein og hvør kundi íðka spælið.
Og frá at verða eitt spæl, sum fór
fram rundan um kirkjurnar í
býunum og úti á Links land við
strendurnar, komu tað so við og
við fleiri og fleiri golfbreytir,
eisini inni í landinum, har
hóskandi var at leggja eina breyt.
Golf sum heilsuítróttur
Menningin av ferðamøguleik-
unum við jarnbreytum spældi
eisini ein týðandi leiklut.
Meðan golf var so at siga
tjóðarítrótturin hjá skotum úr
øllum stættum, var tað tað betra
slagið sunnanfyri markið til
Onglands, sum fór undir at spæla
golf. Hetta kom av tí, at skotskir
handilsmenn fóru við sínum
vørum suður um markið, og
komu í samband einamest við
aðrar handilsmenn har. Tað vil
siga, at tað var henda stættin,
sum fyrst og fremst tók golf-
spælið til sín. Haðani hevur
spælið fingið eitt slagt stempul
sum eitt " snobb spæl ", men
hevur sum sagt onki snobb yvir
sær frá sínum uppruna, tvørtur-
ímóti ráddu skotsku myndug-
leikarnir fólki til at fara og spæla
golf til tess at fáa betri heilsu.
Í dag verður golf roknað sum
tann ítróttargreinin, sum flest
tilkomin fólk íðka til tess at fáa
likamliga venjing. Tú hittir eisini
vinir og kenningar, so tað sosiala
hevur sín stóra týdning. Tær
nýtist heldur ikki at samla ein
heilan hóp av fólki, um tú fært
hug at fara at spæla golf. Væl
ber til at spæla einsamallur ella
ein kann velja upp til 3 viðleik-
arar.
Úr øðrum londum hava tey
eisini sera góðar royndir við at
lata atferðartrupul børn og ung
venja og spæla golf. Her hevur tú
greiðar reglar at spæla eftir, og er
tú noyddur at halda teg til
reglarnar, annars ber ikki til at
spæla.
Golf kemur út í heim
Sum kunnugt hevði Ongland
nógv hjálond, og til tess at
umsita hjálondini, vóru tað ofta
skotar, sum vóru væl skúlaðir,
sum blivu sendir út í stóru verð
sum administratorar hjá bretska
imperiinum. Og teir tóku sjálv-
sagt sína mentan og vanar við
sær. Millum annað golfspælið.
Og soleiðis bleiv golf ein hin
mest týdningarmikla ítróttar-
greinin um allan heimin. Í fyrst-
uni einamest fyri manfólk, men
skjótt komu kvinnurnar við, og í
dag eru svenskar kvinnur rokn-
aðar sum heimsins bestu við
Anniku Sorenstam á odda. Av
mannligu golfspælarum er óivað
Tiger Woods hin best kendi,
hesin úrmælingurin, sum er
heimsins hægst lønti ítróttar-
maður.
Eisini í okkara grannalondum
hevur golfítróttin tikið dik á seg.
Longu í 1920´unum bygdu
íslendingar sína fyrstu breyt í
Vestmannaoyggjunum. Í dag eru
umleið 60 breytir í Íslandi, sum
er tað land í verðini, sum hevur
flestar breytir pr. íbúgva. Ný
Sæland kemur sum nr. 2 og
Skotland er nr.3. Í Danmark eru
tað í dag einir 150 breytir, men
tað eru fleiri í gerð, so um fá ár
rokna danir við at hava einar 200
breytir. Golf er tann skjótast
veksandi ítróttargreinin í heim-
inum í dag. Rokna verður við, at
umleið 50 milliónir fólk í
heiminum spæla golf regluliga.
Hvat er tað so sum ger, at golf
er blivið so væl umtókt, sum tað
er. Fyri tað fyrsta er tað spenn-
andi at royna at fáa bóltin haðar
ein vil. Tað er ein hin besti háttur
at stressa av uppá. Tú kanst
spæla einsamallur, men mest
vanliga spæla 2-4 fólk saman.
Við einari sokallaðari handi-
kapskipan ber til hjá tí minni
dugnaliga at spæla ímóti sjálvt tí
besta spælaranum. Øll hava ráð
at fara undir spælið.
Golfbreytin
Ein golfbreyt er sett saman av
sokallaðum par 3, 4 og 5 holum.
Og ein full breyt er sum nevnt
18 hol. Tað merkir, at ein sera
góður spælari klárar at fáa bóltin
frá start til holið uppá ávikasvíst
3, 4 ella 5 sløg. Tá tú so brúkar
fleiri enn hesi sløg, so er títt
handikapp tað talið av sløgum, tú
nýtir útyvir par á allari breytini.
Vanliga er ein breyt tilsamans
par 72 fyri menn og 70 fyri
kvinnur. Um tú sum kvinna,
ávíkavist maður nýtir 100 sløg
tilsamans til hesi 18 holini á hesi
breytini, spælir tú til handikapp
100 – 70 ella 72. tvs. 30 (kvinna)
ella 28 (maður).
Amboð
Hvussu er so spælið samansett.
Hvørt hol, breyt er samansett av
einum staði sum tú byrjar frá.
Tað eitur tee-stað. Ávegis til
holið spælir tú á einari Fairway.
Tá tú er beint við holið ert tú
staddur á green. Har er tað holið,
sum bólturin skal í, og tú
"puttar" bóltin í holið.
Tú spælir við upp til 14
ymsum golfjørnum, sum eru
eyðkend við, at tað eru ymiskir
vinklar, sum so aftur gera, at tú
slær longri við ávísum jørnum
enn við øðrum. Og tað er
longdin á tí einkulta slagnum,
saman við rættninginum, sum
avgera, hvussu tað hepnast hjá
tær.
Og so er tað ikki so kostnaðar-
mikið at koma í gongd. Ein kann
fáa fatur á byrjunarsettum fyri
millum 1.000 og 2.000 krónur.
Sjálvandi ber eisini til at keypa
"merkivørur" innan golf fyri ein
hægri prís.
Golf í Føroyum
Hin 3.juli 1989 varð hildin
stovnandi aðalfundur í Tórs-
havnar Golfklubba. Við góðari
vælvild frá Hanusi Vang, bónda
á Hoyvíksgarði, fingu limirnir
loyvi at nýta partar av bønum á
Vatnaskørðum at íðka hesa
ítróttargrein. Har bar til at skipa
fyri at spæla 9 hol. Tvs., at um
kappingar eru, ber til at ganga
tvær ferðir, íalt 18 hol. Tórs-
havnar golfklubbi heldur enn til
á Vatnaskørðum, har tíanverri
ikki ber til at spæla í besti tíð um
summarið, vegna tess, at græsið
og bøurin má fáa frið hesa tíðina.
Klubburin hevur 150 limir í dag,
men vantandi kunnu nakrir fleiri
limir sleppa framat í verandi
støðu.
Ætlanin er at fara í gongd at
byggja eina golfbreyt við 18
holum í høvuðsstaðarøkinum. Tá
verður mett at einir 500 – 700
limir fara at verða í klubbanum,
tí sum áður nevnt, er hetta ein
ítróttargrein, sum kann íðkast,
uttan aldursmark.
Og ongun nýtist at blíva
bangin fyri, at jørðin ella hagin,
sum verður brúkt til seyðabeiti,
nýtist at gerast golfbreyt
burturav. Tað er onki í vegin fyri
at seyður og golf kunnu vera á
sama øki. Bert er tað tann munur
á, at aftaná at ein golfbreyt er
gjørd, er nógv meira hjá
seyðinum at eta.
Eitt annað, sum er av stórum
týdningi, er, at ein breyt ikki
skemmir landslagið. Tí verða
breytirnar bygdar, soleiðis, at tær
brúka landslagið. Tað verða ongi
varandi sár í náttúruni. Til síðst
og ikki minst er tað ein skilagóð
loysn at byggja breytinar upp á
einum vistfrøðiligum grundar-
lagi.
Upplýsningar um golf í
Føroyum eru at finna á
www.golf.fo
Golf sum vinnuvegur
Vanliga verður sagt, at ein golf
ferðamaður leggur 3 – 4 ferðir so
nógv eftir seg, sum vanlig
ferðafólk gera. Grannalond
okkara vinna væl av peningi av
hesi greinini av ferðavinnuni, so
hví skuldu vit her á landi ikki
eisini kunna gjørt tað. Feskastu
tølini úr Skotlandi siga, at
bruttoumstningurin, sum stavar
beinleiðis og óbeinleiðis frá
golfvinnuni har er uppá 7
milliardir pund sterling, svarandi
til útvið 80 milliardir føroyskar
krónur.
Teir eru nú einaferð " the
home of golf " og eru tað í
Skotlandi uml 550 golfbreytir.
Men alt hevur sína byrjan. Og
so kann eisini verða her hjá
okkum.Uppskot
mítt skal verða, at vit ikki bert
fara undir ta einu golfbreytini í
høvuðsstaðarøkinium, men at vit
eisini t.d. byggja eina í Norð-
oyggjum, eina í Eysturoynni,
eina í Vágum, eina á Sandoynni
og eina í Suðuroy. 18 hols breyt í
høvuðsstaðarøkinum og 9 hol at
byrja við uttanfyri, tí við neyð-
ugum plássi til at víðka til 18
hols breyt. Tá kunnu vit eisni
bjóða tí vaksandi parti av
ferðafólki, sum íðkar henda
ítrótt, eina aktiva feriu og eina
uppliving afturat øllum hinum,
sum vit hava at bjóða.
Golf - hvat er tað?
Hvat er tað, sum ger,
at golfítrottin er
blivin so týdningar-
mikil hjá fleiri og
fleiri fólkum? Janus
Norðberg, sum í
løtuni er í ferð við at
leggja seinastu hond á
eina útbúgving innan
management við ser-
grein í golf, skrivar
um golf og tann
framtíðar møguleika
tað hevur her á landi
bæði sum vinnuvegur
og sum partur av tí at
fremja eina betri
fólkaheilsu
Golf í tølum
Spælt verður við einum bólti, sum í mesta lagi kann verða 42,67 mm í diametur.
Bólturin kann í mesta lagi viga 45,93 gram.
Eitt fult spæl er 18 hol.Tvs. um tað bert eru 9 hol, so verður gingið tvær rundir
Endamálið er at sláa bóltin, soleiðis, at hann at enda fer í eitt hol, sum er 108 mm í diametur
Tað verða brúkt "jørn" at sláa bóltin við. Loyvt er at hava 14 jørn við sær út á breytina.
Tær einkultu breytirnar á 18 hols golfbreytini eru vanliga millum 100 og 500 metrar langar.
Tað tekur einar 3-4 tímar at spæla 18 hol
Tá hevur ein spælari gingið einar 10 kilometrar
Øll fólk í øllum aldursbólkum kunnu læra at spæla golf
Í Føroyum finnst ein breyt, sum liggur á bønum hjá bóndanum á Vatnaskørðum í Tórshavn.
Hví hevur golfbreytin 18 hol?
Hóast tað ikki er vísindaliga prógva, at so er, so verður sagt frá, hví tað júst gjørdist 18 hol á einari golfbreyt.
Tá teir gomlu skotarnir byrjaðu at spæla, var tað rættiliga tilvildarligt, hvussu nógv hol, ið vóru á breytini.
Men onkuntíð kom tað fyri, at menn høvdu ynglingsdrikk sín, whiskey, við í sjáttuni, meðan spælt varð. Um
teir so vóru 4 í tali, bleiv tað til ein lítlan ráka fyri hvørt holið, men varð fløskan tømd, tá 18 nda holið var
spælt. Hervið var longdin á breytini ásett.
C
M
Y
K
31
30