sunnudagur 28. november 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
33
KIRKJUHÁTÍÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í morgin, fyrsta sunnudag í ad-
vent, verður hátíðarhald í Hval-
víkar kirkju í samband við, at
liðin eru 175 ár, síðani kirkjan
varð bygd.
Í hesum sambandi hevur
kirkjuráðið sent húskjunum í
Hvalvíkar kommunu søguligt
tilfar um kirkjuna.
Við loyvi frá Kirstini Olsen,
forkvinnu í kirkjuráðnum, endur-
geva vit nakað av søguliga til-
farinum, hon og onnur hava
savnað.
- At Hvalvík er gomul bygd er
neyvan nakar ivi um. Hóast so at
siga einki skrivtligt tilfar er, sum
kann prógva tað. Men í Seyða-
brævinum frá 1298 er Hvalvík á
Streymoynni nevnd.
Hvussu gomul kirkjubygd
Hvalvík er, er ikki nógv skrivligt
at finna um, men eitt sindur hava
vit funnið fram til.
Fyrsti prestur aftan á trúbótina
æt Petur Lydersen Færøe, (1538-
1588). Hann sat á Kjalnesi.
Fyrsta kirkjan, ið nakað skriv-
ligt er um, varð bygd í 1685.
Hon varð bygd á somu grund,
sum tann fyrra stóð á.
Kirkjurnar vórðu ikki serliga
gamlar tá í tíðini. Peningur var
lítil, og tilfar var tvørligt at fáa
hendur á, so tað hevur verið
roynt sum frægast at hjálpa uppá
kirkjurnar.
Um ta triðju kirkjuna vita vit
bert, at hon er bygd í 1700. Í
1722 verður fjórða kirkjan bygd.
Nú kemur steðgur í kirkju-
byggingina; ikki fyrr enn í 1789
verður fimta kirkjan bygd.
Jørgen Landt, prestur í Kvívík
(1791-1798), skrivar soleiðis um
Hvalvíkar kirkju:
"Her er en god og ny kirke,
kun har den denne fejl, at de ved
kirken opsatte stenvægge står alt
for nær ved træbygningen. Også
ligger den temmelig langt fra
bygden på et lavt og fugtigt
sted." Og hann skrivar víðari, at
tá tað regnar, kemur man illa
turrskøddur í kirkjuna.
Vit sum liva í dag, skilja hetta
væl. Tað kemur meira enn so
fyri, tá ið flóð er, at tað fløðir
niðan um gamla kirkjugarð, har
kirkjan stóð.
Á vári 1828 var ódnarveður á
Føroyaleiðini. Barkin Broom úr
Glasgow, sum var fullfermd við
viði, kom í havsneyð og rak á
land í Saksun 9. mai og varð
vrak. Farmurin var seldur á upp-
boði.
Viðurin, sum fyri ein part var
pommersk fura, bleiv seldur víða
um landið.
Nakað varð selt til Hvalvíkar,
har tað var í umbúna at byggja
eina nýggja kirkju. Hin gamla
var komin á fallandi fót, og nátt-
ina til 22. januar 1829 fór hon
um koll í eini vestanódn.
Har gamla kirkjan stóð, skuldi
verða tað mest harðføra plássið í
bygdini.
Hvar skuldi so hendan nýggja
kirkjan standa?
Vit kunnu siga, at har komu
hægri maktir til hjálpar. Ein fjøl
við árstalinum 1816 á varð fokin
heim á Tøvuna, helst við eini
meldurhvirlu og hevði skorað
seg fasta í vøllin. Menn tóku tað
sum eitt tekin um, at har við
Mataránna skuldi nýggja kirkjan
standa.
Og her stendur hon framvegis
stívliga 175 ár seinni.
Áin tutlar og teskar á síni
óendaligu ferð út í tað stóra hav
og hvørvir. Og ein dag eru okk-
ara dagar runnir út í aldarinnar
hav.
Hvalvíkar kirkja 175 ár
Tá ein fjøl av barkini Broom úr Glasgow í 1928 feyk heim á Tøvuna í Hvalvík -
helst við eini meldurhvirlu - og skoraði seg fasta í vøllin, tóku menn tað sum eitt
tekin um, at har við Mataránna skuldi nýggja kirkjan standa. Og her stendur hon
framvegis stívliga 175 ár seinni. Soleiðis stendur at lesa í søguliga tilfarinum, sum
millum onnur Kirstin Olsen, forkvinna í kirkjuráðnum, hevur savnað
Á fundi 18. oktober 1926 søkir kirkjuráðið Stjørn og Ríkisdagin um at
fáa Norðstreymoyar prestagjald býtt sundur í tvey. Kvívík,Vestmanna
og Kollafjørður verða eitt prestagjald og Hósvík, Hvalvík, Saksun,
Haldarsvík og Tjørnuvík eitt. Umsóknin er undirskrivað av Kristian Grøn,
sóknarpresti,Thomas Egholm,Thomas Jacobsen og Petur Joensen.
16. november 1928 er aftur ein umsókn send avvarðandi
myndugleikum um sama mál, men einki kom burturúr.
Ikki fyrr enn í 1946 bragdaði, og tá bleiv ein prestur játtaður afturat við
sæti í Hvalvík. Fyrsti prestur í Hvalvík, Kristian Osvald Viderø, varð
innsettur í oktober 1947.
Prestar við sæti í Hvalvík:
Kristian Osvald Viderø 1947-1952
Petur Petersen 1953-1980
Martin Restorff Jacobsen 1980-2001
Poul Bendix Knudsen 2002-2003
Mogens Tilsted Christensen 2003-
FAKTA
Í ár eru liðin 175 ár, síðani kirkjan í Hvalvík varð bygd. Frammanundan henni hava staðið 5 kirkjur har. Tann fyrsta kirkjan í Hvalvík, sum nakað skrivligt tilfar finst um, varð bygd í 1685
Mynd: Mogens Tilsted Christensen
Men kirkjan stendur líka trygg
sum altíð. Tann boðskapur her
hevur ljóðað øll hesi mongu ár,
bæði í góðum og ringum tíðum,
hevur borið fólk okkara uppi.
Ættarlið eftir ættarlið hava sitið
og lýtt á tann sama boðskap. Í
kirkjuni valdaði friður. Her
kundu tey hvíla frá dagsins stríði
og møði. Ein fedranna arvur,
sum vit eiga at fjálga um og lata
óspiltan til komandi ættarlið.
Vit kunnu taka undir við
sálmaskaldinum, sum sigur:
Latið her berast øld eftir øld.
Boð millum drottin og
mannafjøld.
Alt meðan fjøllini standa.
Søga og skemtiligar
hendingar
Teir, sum bygdu Hvalvíkar
kirkju, vóru hesir:
Joen Michelsen í Búðini á
Velbastað, tiltikin góður smiður,
sum hevur verið við til at bygt
aðrar kirkjur. Hans Hansen úr
Havn, Joen Hansen úr Hósvík,
Michael Poulsen úr Vestmanna,
Zacharias Zachariassen úr Vest-
manna og Ole Hansen úr Hval-
vík.
Ole Hansen var einasti hval-
víkingur, sum var við til at
byggja kirkjuna, og tí skulu vit
siga eitt sindur meira um hendan
mannin.
Hann kom úr Streymnesi og
varð nevndur gamli Ólavur mill-
um manna. Hann var giftur við
Johanne Johannesdatter. Hon var
systir til Tummas Michael
Johannesen, vanliga nevndur
Mikkjal í Hanusarstovu, ið var
maðurin, sum gav altartalvuna í
kirkjuni. Ólavur var føddur í
1799 og var sostatt 30 ár, tá ið
kirkjan varð bygd.
Johanna og Ólavur áttu sjey
børn, fýra synir og tríggjar døtur.
Nú 175 ár aftaná at kirkjan varð
bygd, gera fimm oldurabbasynir
Gamla Ólavs tænastu í kirkjuni,
harav navnið Ólavur er varðveitt
hjá tí eina.
Várið 1947 var kavaár. Tað
byrjaði at kava
kyndilsmessukvøld, og tað bleiv
rættiligur stórkavi; kavin lá út í
apríl. Váringin kom í afturhond,
men tá komið var nakrar dagar
inn í apríl linkaði. Menn tóku
hakan í hond og fóru út í bøin.
Men so hendir tað, at Christian
10. kongur doyr. Boð komu frá
hægri staði, at tað skuldi ringjast
so og so ofta, meðan kongur stóð
undir børu. Jógvan var virkin
maður og vildi fáa eplini í
jørðina. So nú vóru góð ráð dýr.
Teir stóru dreingirnir vóru í
skúla, men tá neyðin er størst, er
hjálpin næst, sigur orðatakið.
Johannes á Lag, ið var blindur,
gekk her kortini millum húsini,
og Jógvan leiddi so Johannes
upp í tornið, og so ringdi Jo-
hannes fyri kongi, meðan Jógvan
fór út aftur í bøin at loysa nakrar
bøkkar. Tá nóg leingi var ringt,
fór Jógvan aftur og leiddi
Johannes niður úr torninum. So
var tann trupulleikin loystur;
Jógvan fekk eplini í jørðina, og
kongur fekk sína ringing.
Konfirmantar í Hvalvíkar kirkju
tann 26. mars 1972. Frá vinstru:
Birgir Davidsen, William Max
Hansen, Hansa Andrea Hansen,
Dánial Petur Olsen, Martin Tausen,
Hans David Hansen, Kári Petersen,
Martin Hansen, Niels Andreas
Mortensen, Petur Petersen, prestur,
Kimma Johannesen, Regin Djurhuus
og Jógvan Páll Joensen
Mynd: Bambus Foto
Petur Petersen - sum er tann prestur, ið hevur virkað longst við Hvalvíkar kirkju - eigur nakrar myndir frá tíð sínari
har. Frá vinstru: Jákup í Geil, deknur, Petur Petersen, prestur, Jógvan Christiansen, klokkari og John Eikholm,
organistur
Mynd: Ingeborg Christensen
C
M
Y
K
33
32