sunnudagur 28. november 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
35
Men í fjør, eftir at undirsjóvar-
tunnilin var komin, kom konan
fyri fyrstu ferð við til Føroya.
– Eg bleiv sera bilsin, tá hon í
fjør brádliga segði, at hon vildi
koma við. Men tá hevði hon
hoyrt so nógv um Føroyar, at
hon var blivin forvitin og vildi
uppliva landið sjálv, greiðir
Detlef frá.
Eitt annað, sum hon var bangin
fyri var, at Detlef bert fór at tosa
føroyskt, og at hon tí ikki fór at
skilja nakað. Men so varð ikki.
– Tað eru sera nógvir føroy-
ingar, ið duga væl at tosa týskt.
Og hon kendi seg ikki einsa-
malla, tí tað vóru altíð fólk, ið
prátaðu við hana á týskum.
Henni dámdi so væl her, at hon
hevur avgjørt at koma við mær
aftur komandi summar, sigur
Detlef.
Hóast hon var sera bangin fyri
at sigla, avgjørdu tey at fara til
Suðuroynna í eina viku, har tey
leigaðu eini hús.
– Har sum vit búgva í Witten
hava vit ikki útsýni yvir havið,
og tí var tað eitt satt njótilsi fyri
okkum at sita við borðið og eta
morgunmat, við fríum útsýni
yvir havið, greiðir Detlef frá. –
Tá vit koma aftur í komandi ár,
fara vit aftur til Suðuroynna, tað
er heilt víst.
Hann hevur higartil verið á
nærum øllum oyggjunum. Hon-
um manglar bert at vitja Hest,
Koltur, Dímun, Fugloy og
Svínoy
Detlef sigur, at av øllum
oyggjunum í Føroyum, dámar
honum best í Suðuroynni. Tí har
er so avbera vakurt.
Týskt-føroyskt vinarfelag
Fyrstu ferð Detlef var í Føroyum,
møtti hann einum øðrum týskara,
sum hann eisini hevði samband
við, eftir at teir komu aftur til
Týsklands.
Ein dagin, tá teir vóru aftur-
komnir av føroyaferðini, fekk
Detlef eitt bræv, har hesin
týskarin greiddi frá, at eitt týskt-
føroyskt vinarfelag fór at verða
stovnað í Düsseldorf. Detlef
hevði tá ongar ætlanir um at
gerast limur í felagnum, men fyri
at vera vinarligur ímóti send-
aranum, fór hann til fundin hóast
alt. Hvussu var og ikki, so end-
aði tað við, at hann gjørdist
limur.
– Í 1991 gjørdist eg skrivari í
felagnum, og í 1997 gjørdist eg
formaður, sigur hann.
Í dag hevur felagið 107 limir í
7 londum. Eisini Landsbóka-
søvnini í Føroyum, Íslandi og
Danmark eru limir, fyri at fáa
tíðarritið, sum felagið gevur út,
nevnt Tjaldur.
– Tað er ringt at siga, júst hvat
tað er, sum mær dámar so væl
við Føroyum. Eg haldi, at mær
dámar næstan alt. Uttan matin.
Eg havi roynt at eta skerpikjøt og
grind, men tað klári eg ikki at
eta. Kanska tað fer at hóva mær
betur einaferð í framtíðini, sigur
Detlef og leggur afurat, at eitt
týskt orðatak sigur, at »tað sum
bóndin ikki kennir, etur hann
ikki«
Detlef heldur fram og sigur, at
føroyska málið, søgan og
mentanin avgjørt er tað, sum
hevur hansara størsta áhuga.
– Eg royni at eygleiða føroyska
samfelagið, og eg geri mær
ymiskar tankar um tað. Eg fái jú
fylgt rættiliga væl við í kjak-
inum, eftirsum eg fái føroysku
bløðini, staðfestir hann.
Pensjonistur
Detlef hevur arbeitt sum prestur,
og hann hevur eisini arbeitt sum
lærari í einum yrkisskúla fyri
tilkomin, har hann undirvísti í
kristni. Men nú hevur hann verið
pensjonistur í fimm ár.
– Fólk halda, at tað er forferdi-
liga keðiligt at verða pensjoner-
aður. At man tá bert situr heima
og ger einki. Men soleiðis er tað
ikki. Eg havi nokk at gera. Eg
veit, at eg eri heppin, tí tað er
ikki altíð, at tað lagar soleiðis,
greiðir hann frá.
Skal hann siga nakað, sum
hann kundi ynskt var øðrvísi, so
skuldi tað verið tað, at hann
hevði havt ráð at ferðast eitt
sindur meiri.
– Men eg havi altíð ráð til at
koma til Føroya einaferð um
árið, tí tað vil eg fegin og tað er
ikki so dýrt, greiðir hann frá
Detlef heldur, at aldur er
relativur, og at man er so gamal,
sum man kennir seg.
– Eg kenni meg ikki gamlan
nú, men eg veit, at eg eri vorðin
gamal, tá eg ikki longur orki at
koma til Føroya einaferð um
árið, sigur hann brosandi.
SAMRØÐA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fyrstu ferð Detlef Wildraut var í
Føroyum, var at kalla av tilvild.
Hann hugsaði um at fara uttan-
lands, tá hann brádliga fekk ein
faldara um Føroyar. Hann hugs-
aði við sær, at tað átti at verið
ein áhugaverdur túrur. Hann visti
tá, at Føroyar vóru til, men
stórvegis meiri enn tað, visti
hann ikki.
Tá avtornaði gjørdist talan um
ein túr, ið av álvara setti síni spor
fyri restina av lívinum. Hetta var
í 1988.
Ígjøgnum hansara mongu
ferðir her, hevur Detlef síðani
knýtt sterk vinarbond í Føroyum,
eins og hann eldhugaður fylgir
við í øllum sum fyriferst her.
Eisini er hann formaður í einum
føroyafelagið í Týsklandi.
Áhuga í føroyskum
Eftir fyrsta túrin í Føroyum í
1988, gjørdist Detlef sera áhug-
aður í at frætta meiri um Før-
oyar. Men tað var ikki bara sum
at siga tað í Týsklandi. Tí gjørd-
ist hann haldari av føroyskum
bløðum.
– Sjálvt um eg lærdi meg at
lesa føroyskt, so var tað sera
torført at fáa úttaluna uppá pláss.
Tit hava nevniliga eitt rættiliga
torført mál, heldur Detlef.
Men áhugi drívur verkið, og
við málrættaðum arbeiði og fleiri
føroyaferðum, kom hann eftir tí.
– Aðru ferð eg var í Føroyum,
búði eg á Bed & Breakfast hjá
Jónu Jacobsen, sála. Hon greiddi
mær frá nógvum um gomlu
Havnina og gav mær á tann hátt
enn størri áhuga fyri at læra
meiri um landið. Ta tíðina kom
eg eisini at kenna fleiri fólk her.
Serliga lærarar, sum bóðu meg
koma við í skúla at tosa við
næmingarnar á týskum, greiðir
Detlef frá.
Og júst kennskapurin við
føroyskar lærarar kom væl við,
tá føroyska úttalan skuldi lærast.
– Eg eri vorðin sera væl við
fleiri føroyskar lærarar, og tá eg
nú eri í Føroyum, gisti eg ofta
heima hjá teimum. Teir hava
hjálpt mær nógv, og tí gjørdist eg
sera glaður, tá ein teirra segði
mær, at eg nú havi fingið eina
góða úttalu, sigur ein fegin
Detlef.
Hann greiðir frá, at tá man
lærir seg eitt fremmant mál, er
tað altíð sera tungt at byrja við.
Men tá man so kemur á lagið,
gongur tað betri og betri.
– Summi mál eru lættari at
læra, tí tey líkjast hvørjum
øðrum. Danskt, norskt og
svenskt líkjast og eru tí ikki so
torfør. Franskt og latín líkjast
nakað, spanskt og enskt líkjast
nakað og týskt og hollendskt
líkjast. Men tvey mál havi eg
verið noyddur at lært meg heilt
frá grundini, og tað er hebraiskt
og føroyskt, sigur Detlef.
Hann greiðir frá, at hann altíð
hevur lagt seg eftir læra seg
nakað av málinum í londunum,
sum hann ferðast til, og tað er
eisini orsøkin til, at hann í dag
dugir yvir 10 ymisk mál.
– Eg havi ongantíð verið í
Kina, tí so hevði eg viljað dugað
málið, men tað hevði nokk verið
ov nógv hjá mær at lært meg
kinesiskt, sigur Detlef smílandi.
Næsta málið hann kundi
hugsað sær at farið undir at lært
seg av álvara, er portugisiskt.
Hann dugir nakað, men tosar tað
ikki flótandi.
Konan vildi ikki við
Alskurin til Føroya er tó ikki
nakað, sum Detlef hevur havt
saman við konu síni.
– Hon er so ógvuliga bangin
fyri at sigla, at hon ikki hevur
viljað komið við mær til Føroya.
Tí eg havi sagt henni, at hóast vit
fara við flogfari, so er ein ferga
tvørturum Vestmannasund. Hóast
tað bert tók einar 20 minuttir at
sigla, so var tað nóg mikið til, at
hon settist aftur, greiðir hann frá.
tá jólaódnin herjaði oyggjarnar í 1988?
Georg L. Petersen,
tíðindamaður:
– Eg var til arbeiðis á Dimma-
lætting, har eg sat og gjørdi eina
samrøðu við Marjuna Bæk.
Samrøðan snúði seg um jól og
nýggja árið, sum stóð fyri
durum. Meðan vit prátaðu,
loysnaði vindskeiðin við vind-
eygað beint har, sum eg sat. Eg
hugdi út gjøgnum vindeygað og
sá, at tekjan á Brunatryggingini
byrjaði at loysna. Hon krúllaðist
simpulten av.
Samrøðan varð brotin av, tí
Marjun noyddist at rýma frá
telefonini, tí okkurt var hent í
illveðrinum í Kvívík.
Eg ringdi síðani eftir hjálp at fáa alt tað leysa, sum lá og
rakst uttan fyri beint av vegnum, áðrenn tað gjørdi skaða á
nakað annað.
Biltúrurin heim var eisini eitt upplivlisi. Eg átti ein gamlan
Fiat 127, sum ikki var í serliga góðum standi. Meðan eg koyrdi
heim, mátti eg steðga tríggjar ferðir, tí motorhjelmurin reyk
uppfrá av nógva vindinum.
Gentan hjá mær, sum er svensk, var júst komin til Føroya á
fyrsta sinni. Hon var púra forskrekt.
Hatta var eisini sera ógvusligt, og eg havi aldrin upplivað
nakað líknandi hvørki fyrr ella síðani.
Annika W. Joensen, forkv. í
Javnstøðunevndini:
– Tað minnist eg øgiliga væl. Eg
sat í flúgvaranum á veg til
Føroyar. Eg las í Odense tá, og
ein vinkona og eg vóru á veg
heim at halda jól.
Beint áðrenn vit lendu, bleiv
flúgvarin syftur upp frá aftur.
Tað var so vemmiligt. Alt fór av
hundanum til í flúgvaranum, og
øll vóru púra skelkað. Vit fóru
síðani til Noregs og yvirnáttaðu í
Bergen og flugu so heim dagin
eftir.
Eg haldi ikki, at eg var serliga
greið yvir, hvussu umfatandi og
álvarsligt tað var, fyrr enn vit
koyrdu til Havnar. Vit koyrdu jú eftir Oyggjarvegnum tá, og eg
minnist, allar teir mongu brotnu steyrarnar, sum vit sóu. Og so
allar skaðarnar, tá vit komu til Havnar. Tað var skelkandi at
síggja. Tástani gekk tað upp fyri mær, hvussu álvarsligt tað
kundi verið við hasum lufttúrinum, ið okkara flúgvari fekk.
Handan upplivingin setti sanniliga síni spor hjá mær í
eftirtíðini. Eg var bebbarædd fyri at flúgva í fleiri, fleiri ár
aftaná, men tað gekk sjálvandi yvir. Í dag eri eg ikki bangin
longur, men handan hendingin stendur klár í mínum minni.
- sae -
Sjálvlærdur føroyingur
Hann dugir fleiri enn 10 mál. Tað seinasta hann lærdi seg var føroyskt, sum hann nú eisini tosar
flótandi. Talan er um pensjoneraða prestin úr Witten í Týsklandi, Detlef Wildraut. Hann hevur júst
verið í Føroyum fyri 10. ferð, og vit fingu eitt prát við serliga og áhugaverda mannin
F.v. Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, Detlef Wilraut og Óli P.
Detlef undirvísir í Kommunuskúlanum
Heri Jacobsen,
lærari á
Kommunuskúlanu
m og góði vinur
Detlefs, og Detlef
undirvísa í týskum
Detlef Wildraut er tað, sum man má kalla ein sjálvlærdan føroying. Hann
hevur lært seg føroyskt, millum annað við at halda føroysk bløð.
C
M
Y
K
35
34