Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 28. november 2004síða 29

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 37 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: – Hmm...Barnsligur.... erligur... og forvitin! Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast: – Eg brúki oftast "Eg veit ikki" Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? – Tað er ann upp á, hvussu langt eg eri frá. Er tað langt vekk, so hyggi eg eftir heildini, og eri eg tættari hyggi eg at andlitinum Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? – Fimm minuttir!! Hvat stressar teg? – Tað, sum stressar meg mest er tað, tá eg ikki fái líkningar at ganga upp. Soleiðis havi eg tað einaferð... Hvat gleðir teg? – Tað er nevnliga tað mótsatta: At líkningar ganga upp! Nær feldi tú seinast eitt tár? – Tað var tá vit fingu yngsta sonin, tann 16. juni í ár. Nær smakkaði tú tær seinast á, ella vart í vertskapi? – Tað var í gjár- kvøldið (mikukvøld- ið, blðm) í samband við at eg gavst við ein pensilinkur. Annars var eg seinast í verskapi, tá Eysturoyar Dansifelag hevði føðingardag. Hvat var seinasta ynski, sum tú varð uppfylt? – Åh tú evigasti. Eg havi einki... eg haldi ikki eg kann svara hasum... Hvat er besta uppfinning? Hví? – Jú, tað er hjóli, tí tað sett alt á rull... Nær flutti tú heiman- ífrá, saman við hvørjum? – Tá eg var 16 ár flutti eg á kost- deildina uppi í Hoydølum... Hvat hevur tú í lummunum beint nú? – Eg havi lyklar, sigarettpakka og ein stein av peritt... Títt besta heimaráð? – Tað er at blanda salt, staniol og silvurskeiðir saman, tí so sleppur tú undan at pussa silvurið... Jóannes Djurhuus • 41 ár • Granskari og semingsmaður á privata arbeiðsmarknaðinum UPPRUNI Ejvind Mouritsen So leingi menniskjan hevur livað, hava vit gjørt okkum hugsanir um, hvussu vit eru vorðin til, og hvaðani vit eru komin. Tá ið eitt barn verður borið í heim, kallað vit tað eitt lívsins undur, men barnið er tó bert eitt avrit av foreldrunum. Ein nýggjur, sjálvstøðugur skapningur er komin í heimin, men hann er skaptur av nøkrum øðrum skapningum. Men hvaðani kemur lívið? Hvussu er alt vorðið til? Og hvussu hevur tað broytt seg soleiðis, at vit nú á døgum búgva í einum heimi við hópin av ymiskum djórum og plantum? Í hesi greinarøð vilja vit royna at svara hesum spurningum. Talan kann bert vera um eina roynd at svara spurningunum. Eingin av okkum var har, tá ið heimurin og lívið av fyrstantíð varð til. Møguleiki hevur ikki verið at eygleitt, hvussu djór og plantur eru vorðin so fjølbroytt. Heldur ikki er tað gjørligt at kanna heimsins og lívsins upp- runa á eini royndarstovu. Eingin kann tískil við fullari vissu siga, hvat er farið fram. Vit kunnu bert seta nakrar hugsanir upp og síðan kanna, um tað, vit síggja í náttúruni, samsvarar við okkara ástøði (modell). Tekin uppá skapan- Um tú eina løtu eygleiðir eitt ur, sært tú, hvussu vísarnir flyta seg við ymiskari ferð. Hóast tú ikki sært urverkið aftan fyri skivuna, so veitst tú, at tað er har. Tú veitst, at talan er um nógvar ymiskar stórar og smáar lutir, ið arbeiða saman og virka sum ein heild. Tá ið tú sært urið, spyrt tú teg sjálvan: Hvussu er urið vorðið til? Hóast vit neyvan vita, hvussu urið virkar, ella hvør hevur gjørt urið, eru vit ikki í iva um, at urið ikki er vorðið til av sær sjálvum. Ein ursmiður hevur "designað" urið. Urið er bert ein av mongum ymiskum lutum, sum menniskjan hevur "designað". Eingin er í iva, um at urið, teldan og bilurin eru gjørd av menniskjum. Hví eru vit ikki í iva? Tí vit við okkara viti skilja, at hesir lutir ikki eru vorðnir til av sær sjálvum. Við útgangsdømi í hesum dømi eiga vit at granska náttúr- una fyri at svara spurningunum. Er tað, vit síggja í náttúruni, vorðið til av sær sjálvum, ella stendur ein "urmakari" aftanfyri? Náttúran er hóast alt munandi meira komplicerað enn urið. Menningarlæran Skapanarlæran Menningarlæran greinar upprunan til allar skapningar grundað á eina "frumkyknu". Tá ið vit eygleiða og gera royndir í náttúruni eiga vit at síggja trý fyribrigdi: 1) Eina samanhangandi ketu av dýrum, ið greitt boðar frá eini líðandi menning aftur til eina "frumkyknu". 2) Í náttúrini eiga vit harum- framt at finna ein mekan- ismu, ið ger broytingar frá einum dýraslagi til eitt annað dýraslag. Um bert eitt av hesum báðum fyribrigdum ikki stemmar við eygleiðingar og kanningar rund- an um okkum, er menningar- læran ikki eftirfarandi, og neyðugt er at síggja burtur frá henni í royndunum at greina og lýsa uppruna heimsins. Skapanarlæran greinar upp- runan til allar skapningar grundað á ein skapara. Úrslitið er greitt avmarkaðir skapningar, hvør við sínum serliga bygnaði til sítt ávísa endamál. Ymiskir bygnaðir finnast til tað ávísa umhvørvið, skapningurin varð ætlaður at liva í. Vit vilja finna ymisk sløg av sama dýraslagið t.d. fleiri hundasløg og hestasløg. Men tað er tó ein greið avmarking millum hvørt dýraslagið. Í serskildum greinum "Lív- frøðiligar broytingar" og "Dýra- leivdir" hyggja vit nærri eftur hvørt steinrenningar vísa eina samanhangandi ketu av dýrum og hvørt vit kunnu finna eina menningar mekanismu. Spurningurin um upprunan til alt tað sum er, og hvussu allar livandi verur eru íkomnar, er ikki nýggjur. Granskingin um upprunan til alt livandi rørir við kjarnuspurningar í gudfrøði og heimsspeki. Svarið til spurningin um upprunan til lívið ávirkar heimsáskoðan og menniskja- fatan. Avleiðingarnar av hesum ávirka sjálvsuppfatan og áskoðan á menniskju. Tí er tað av størsta týdningi, at ymiskar áskoðanir verða hoyrdar, og at vísindalig úrslit verða løgd fram uttan at tey frammanundan hava verið gjøgnum eitt sáld, sum bert loyvir einari ávísari heims- og lívsáskoðan. Einstáttað hugsunarástøði virka darvandi fyri útbúgving og menningini av einum sjálv- støðugum og grundandi hugsunarlívi. Eitt kjak um ymsar týdningar og áskoðanir víðkar hugsunar- sjónarringin og ríkar um hugsunarlívið. Tann, sum spyr um upprunan til alheimin, lívið og menniskjað, hevur ymsar møguleikar av velja ímillum: Øll svarini til hesar spurningar eru kjølfestir í heimsáskoðan og trúarsetningum. Høvundarnir at greinarøðini ynskja at seta fram teirra áskoðan um upprunaspurningar. Teirra útgangsstøði er, at ein vitandi máttur stendur aftanfyri og er upprunin til tað, sum er. At umframt fysiska heimin, finst ein metafysiskur veruleiki. Vit síggja ikki Gud, líka lítið sum vit síggja elektronir, men bæði opna upp fyri víðu víddum veru- leikans. Tað eru teir fýra, Richard Schwartson, Ejvind Mouritsen, Símun Absalonsen og Jens Andreassen, sum hava boðið sær til at skriva fleiri greinar í Ting- helluni í dag og týsdagin. Við hesum vilja teir fegnir brúka Tinghelluna til at leggja upp til eitt breitt alment tjak um evnið. Greinarøð um evnið ‘Skapanar- læra mótvegis menningarlæru’ Uppruni menniskjunnar: Skapan ella menning Mynd úr »Darwins Black Box« C M Y K 37 36