sunnudagur 28. november 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
39
UPPRUNI
Símun Absalonsen
Er tað nakað samband ímillum
lív og informatión? Um spurn-
ingurin varð settur fyri meira enn
hálvthundrað árum síðani, vildi
svarið helst verið "nei". Í dag eru
ikki tvær meiningar um, at allar
biologiskar gongdir eru stýrdar
av informatión. Tað eru annars
liðin nærum 200 ár síðani at
Robert Brown fann kjarnuna í
kyknuni, men á døgum Darwins
trúðu flestøll vísindafólk, at
kyknurnar í livandi verum bert
vóru einfaldir slímklumpar. Í
1880unum avdúkaði týskarin
August Weismann kromosomini,
og hetta setti ferð á arvagransk-
an. Darwinisma kom tá í álvars-
ligan mótvind, men fann sær
nýggjan vísindaligan grundvøll
við tí sonevndu neodarwin-
ismuni. Men í 1953 hendi ein
stór kollvelting innan lívfrøði.
James Watson og Francis Crick
funnu fram til sonevnda DNA
helixin í livandi kyknum. Í 1962
vórðu teir heiðraðir við heiðurs-
løn Nobels.
Hvat er DNA?
DNA kann lýsast frá tveimum
síðum. Tann fysiska lýsingin og
tann metafysiska. Vit kunnu í
stuttum byrja við tí fysiska. Eitt
vaksið menniskjað hevur umleið
100 milliónir av milliónum av
kyknum. Í kyknukjarnanum ligg-
ur genomið, ið rúmar teimum 23
kromosompørunum, ið húsa
ílegunum. Eitt avrit av hesum
molekyli liggur í øllum kyknum.
Sniðið er ein dupultur strongur
ið er snaraður sum ein spiralur
(helix = spiral á griskum).
Streingirnir eru bundnir saman
av tvørgangandi hydrogen
bindingum. Hvør DNA strongur
er umleið 1 m langur, men í
tvørmáti er strongurin umleið 2
nm. (nanometrar - 1 nm er 1
milliónapartur av einum mm.)
Talan er tí um hárfína biokem-
iska skipan, ið als ikki sæst við
berum mannaeygum. Genomið
fyllir tí ikki nógv. Í rúmd er talan
um 3 milliardapartar av einum
rúm mm. Um metallið í einum
knappanálshøvdi hevði verðið
strekt út við sama tvørmáti sum
DNA strongurin, hevði tilfarið í
knappanálshøvdinum nátt 33
ferður rundan um jørðina við
ekvator!
Um allur DNA strongurin í
einum mannakroppi varð strektur
í beinari linju, hevði tað tikið
ljósinum 2 døgn at ferðast úr
øðrum endanum í hin. Til
samanberingar kann nevnast, at
tað tekur ljósinum 8 minuttir, at
ferðast teir 150 mió. km. frá
sólini til jørðina.
DNA og metafysikkur
Men DNA er annað og meira
enn bindingar og streingir. Talan
er fyrst og fremst um eina
informatiónsgoymsla. Um
upplýsingarnar í einum DNA
varð niðurskrivað við okkara
alfabeti, hevði tað fylt 1000
bøkur á 1000 síður, við 3000
stavum á hvørjari blaðsíðu. DNA
inniheldur sostatt 3000 milliónir
genetiskar "bókstavir". Vórðu
hesir upplýsingar komnir í paper-
back bókaútgávu á 160 blað-
síður, hevði høvundin fingið til
uppgávu at ritstjórna 12000
bókum.
Tað finst einki menniskjaskapt
elektroniskt chip, sum kemur
DNA til kníggja í tættleika og
neyvleika, tá talan er um at
goyma data.
Hvør kykna í einum manna-
kroppi hevur 46 "harddiskar"
(kromosomir). 23 av hesum
diskum er genetiskur móðirarvur
og 23 faðirarvur. Foreldrini hava
sjálvandi fingið egnan "data-
basa" frá sínum forfedrum. Men
hvussu er informatiónin av
fyrstan tíð íkomin? Informa-
tiónsvísindi sigur, at øll kota
(skrivað) informatión hevur eina
upprunaliga mentala keldu, har
vit, vilji og førleiki hevur for-
ritað "telduna". Livandi organ-
ismur hava sostatt bæði hardware
og software.
Tá vit lesa eina grein í einum
tíðarriti hugsa vit ikki um
pappírsgóðsku ella hvussu
kemiin í prentsvertuni er
samansett. Vit dekota (lesa)
tankar, ið ikki eru komnir av
tilvild, men sum ein høvundi
hevur fest á blað. Blaðið er
sostatt ikki bert ein fysiskur
substansur, men hevur eisini
metafysiskt innihald, sum eru
tankar høvundans. Blaðgreinin er
berari av informatiónini, men
pappírið er ikki upprunin til
informatiónina.
DNA varð sum nevnt avdúkað
í 1953, um somu tíð sum teldu-
tíðin traðkaði sínar barnaskógv-
ar. Hetta ruddaði slóð fyri
nýggjari vísindagrein nevnd
"information science" - kunn-
ingarvísind.
Nýggj vísund
Vísundamaðurin Claude E.
Shannon var tann fyrsti at
definera hugtakið Informatión.
Síðani hava aðrir granskarar
ment hesa vísund. Granskanin
umfatar bæði tekniskar og bio-
logiskar informatiónsskipanir.
Informatión kann uppbýtast í 5
støði:
1. Statistikkur: Latínska alfa-
betið er umfatað av 26 bók-
stavum. Hesir 26 stavirnir
kunnu nýtast til at kota
(skriva) informatión. Tað
finnast eisini onnur alfabet
og aðrir stavir sum t.d. ð,í,ú,
osfr. Kinesiskir og griskir
stavir er eitt annað slag av
statistiskum "tilfari" til at
kota informatión.
2. Syntaks: Raðfylgjan av
stavunum er avgerandi um
kotan hevur syntaxvirði.
Stavirnir janksienm hava
einki syntaxvirði. Men flyta
vit um uppá somu stavir og
skriva menniskja so hevur
hetta týdning á føroyskum
syntaksi. Sæð vit enskum
eygum hevur orðið menniskja
ongan syntaks, hóast einstøku
stavirnir verða nýttir á ensk-
um. Hjá teimum hevur
hinvegin orðið human being
syntaksvirði.
3. Semantikk: Ikki bert einstøku
orðini skulu hava týdning
(syntaks). Men orðini saman-
sett skulu eisini geva mein-
ing, fyri at informatiónin
kann hava virði á semant-
iskum støði. (á griskum:
semantikos = týdning,
meining)
4. Pragmatikk: Skal informa-
tiónin hava endamál fyri
móttakaran, skal innihaldið
hava pragmatiskt virði. Mót-
takarin skal sostatt vita, hvat
sendarin hevur í huga. Ein
boðskapur sum t.d.: "Hjálp
húsið brennur", hevur
pragmatiskt virði.
5. Apobetikk: (á griskum:
apobeinon = úrslit, niður-
støða) Um pragmatiski boð-
skapurin "húsið brennur" er
hoyrdur av sløkkiliðnum,
kann informatiónin geva
úrslit (apobetikk).
Í livandi organismum sum t.d.
einum menniskjakroppi, virka øll
5 støði av informatión. Uttan
slíka biologiska informatión
hevði onki lív verið á jørðini.
Statistikkurin umfatar nú ikki
latínskar stavir, men "bókstav-
irnir" eita nú basur. Syntaksa
eitur nú ikki orð, men amino-
sýrur. Raðfylgjan av amino-
sýrum myndar proteinir og hevur
biologiska meining. Informa-
tiónin skal sendast (RNA-postur)
og móttakarin skal bæði lesa og
skilja boðskapin fyri at gera eftir
boðnum.
Biologiska informatiónsskip-
anin er fjøltáttað, samansett og
væl skipað. Hon kann skriva,
lesa, senda móttaka, gera eftir
boðum og eftirmeta úrslit. Men
skipanin er ber ikki boð um
blinda tilvild, men vísan
formgeva og verkstjóra, har
vísdómur, máttur og førleiki
stendur aftanfyri.
Smb. darwinismuna er bæði
informatiónin og informatións-
skipanin komin úr ongum. Hetta
er líka so meiningsleyst sum at
siga, at eitt 32 bind leksikon er
úrslit av eini spreinging á eini
prentsmiðju, ella at eitt Boeing
flogfar er úrslit av, at ein meldur-
ódn rakar goymsluna hjá einum
upphøggara.
Mutatiónir og útveljing
Mutatiónir og útveljing er tað
sama fyri darwinismu sum "Faðir
vár" er fyri kristindómin. Men
hvat er ein mutatión? Tá DNA
verður avrita í kyknunum henda
stundum kopifeilir, sum aloftast
hava drepandi avleiðingar fyri
organismuna. Einstakar muta-
tiónir verða mettar sum positivar
og verða tí mettar at geva
avkominum ein betri møguleika í
lívsins bardaga fyri at yvirliva.
Men her vísa granskarar á
álvarsligar veikleikar í grund-
gevingunum. Hóast DNA kann
broytast við mutatiónum, so
kann DNA ikki byrja við
mutatiónum. Tað kann eingin
prentvilla koma fyri í einum
handriti sum ikki er til. Lívfrøðin
kennir einki dømi um, at ein
Lívfrøði og kunningartøkni
Framhald á næstu síðu
DNA er ein
informatións-
goymsla
UPPRUNI
Jens Andreassen
Hygg nærri at músafelluni. Har
er eitt lítið bretti, eitt agnhald,
ein fjøður, ein hamari, ein
haldistong og so nakrir fáir
jarnkrampar. Allir lutirnir eru
neyðugir og hava brúk fyri
hvørjum øðrum. Tak bert ein
burtur og tú hevur eina ónýtiliga
músafellu. Hetta kallast
’irreducerbarur kompleksitetur’
(ella fjøltætti, sum ikki kann
gerast einfaldari, uttan at
funktiónin dettur burtur).
Í náttúruni eru yðjandi fult av
dømum um samansett organ við
eini ávísari funktión. Um fleiri
av teimum veitst tú, at løstar tú
bert ein lut í samansetingini,
missir organið fullkomiliga sína
funktión. Hugsa bert um eygað -
samansett av hornhinnu, lithinnu,
linsu, glaslikami, nethinnu, hvíta,
blóðrensli og nógvum øðrum
lutum við bert eittans endamáli:
at veran, sum ber tað, skal kunna
síggja. Verður bert ein partur
løstaður, missir hon sjónina.
Hvat við tí sera kompliceraðu
koagulatiónsskipanini, sum er
grundarlagið fyri, at eitt bløðandi
sár kann stadna? Har eru eini 20
ymisk proteinir ella enzym, sum
tó eru so sínamillum bundin, at
um bert eitt teirra hevur genet-
iskt brek, virkar skipanin ikki, og
úrslitið verður ein álvarsom
bløðarasjúka.
Og tú kanst halda á at taka
fram dømi: innviklaðar produk-
tións- og transportskipanir inni í
hvørji einstakari kyknu; verju-
skipanin; syntesan av basunum
til ílegurnar (genini); ciliini í
bronkiunum, sum bera bakteriur
og støv uppaftur úr lungunum,
og fleiri dømi eru enn.
Hyggur tú eftir øllum hesum
skipanum, uppdagar tú, at hvør
teirra í veruleikanum er eitt
komplicerað maskinarí, har
eingin lutur má mangla - annars
riggar maskinan ikki! Maskinan
arbeiðir við einum endamáli: at
framleiða eitt protein, at steðga
bløðingini, at fáa ciliið at rógva
slímið við bakteriunum uppeftir
(og ikki niðureftir) móti svølgin-
um, so tú antin kann svølgja tað
niður ella harka og spýta tað
burtur o.s.v.
Darwin hevði ikki sæð allan
vakurleikan inni í kyknunum,
men eygað voldi honum stórar
trupulleikar. Hann royndi at
smoyggja sær undan trupul-
leikunum við at vísa á, at tey
ymsu djórini høvdu ymisk eygu;
summi komplicerað og onnur
meiri einføld. Kundi tað ikki
hugsast, at øll hesi eyguni um-
boðaðu glíðandi yvirgongdina í
menningini av menniskja-
eyganum?
Stóri trupulleikin er, at tað er
so ómetaliga langt frá byrjan til
endan í tí darwinsku stig fyri stig
tilgongdini, og tú fært ikki eyga
á nakra brúkiliga funktión á
hesum langa vegi, sum náttúrlig
útveljing kundi ført víðari til
næsta ættarlið og yvirlivað við,
inntil málið var nátt: tann
yvirorðnaða funktiónin, sum tú
sært, at allar hesar skipanir hava.
Hetta er formlist, so tað mun-
ar! Og ein listamaður er aftan
fyri alt hetta!
Formlist sum ikki kann stigbendast
mutatión gevur DNA økta
informatión. Hinvegin eru nógv
dømi um, at mutatiónir føra til,
at DNA missir informatión.
Vertikal (uppgangandi) evolutión
er ein fyritreyt fyri darwinismu,
men hetta krevur økta informa-
tión við mutatiónum.
Biologiskt hard- og
software
DNA er software í okkara bio-
logisku telduskipan. Men fysisku
krøvini til hardware eru ikki
smávegis. Ein einføld uppskrift
uppá einfalt lív er henda: Í
minsta lagi 400 aminosýrur
skulu koblast í eina heilt ávísa
raðfylgju - her hjálpir eingin
tilvild - fyri at mynda eitt
protein. Tað skulu 124 protein til
fyri at mynda ta minst hugsandi
einføldu organismuna. Men
trupuleikin er størri enn so.
Aminosýrur mynda ikki protein
uttan víðari. Tað finnast tvey
sløg av aminosýrum - vit kunnu
rópa tær livandi og deyðar. Skal
ein organisma vera livandi, eigur
hon bert at innihalda livandi
"byggisteinar" (L-aminosýrur).
Tað er sum at kasta krónur og
mynt 400 ferðir og fáa krónur
hvørja ferð. Hetta skal endur-
takast 124 ferðir. Hagfrøðisligi
møguleikin er 1 í mun til eitt 1-
tal við 14.000 nullum aftanfyri.
Hesi tøl fáa garvaðar mate-
matikarar at missa vitið.
Men hetta var bert hardware.
Software (DNA-informatión)
liggur uttanfyri tann fysiska
heimin. Hetta boðar, at andi var
áðrenn tilfar.
Filosofiskt kunnu menniskju
knýta seg til tað materialistiska
lívfrøðiástøði, sum í meira enn
100 ár hevur gjørt krav uppá
absoluttan sannleika. Ein annar
møguleiki er at leita 3000 ár
aftur í tíðina og grunda á orð
Dávid kongs: -Tí Tú hevur skapt
nýru míni, Tú virkaði meg í
móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri
virkaður so ómetaliga undurfult;
undurfull eru verk Tíni, tað veit
sál mín til fullnar. Bein míni
vóru ikki tær duld, táið eg varð
skaptur í loyndum, virkaður í
jarðardjúpinum. Sum fostur sóu
eygu Tíni meg, og í bók Tíni
stóðu teir uppskrivaðir, dagarnir,
ið ásettir vóru, áðrenn nakar av
teimum var til. Sl. 139.
Framhald av síðu14
Músafella við einstøku pørtunum
Yvirlit yvir
gongdina í
blóðstorknan
Fibrintræðrir
C
M
Y
K
39
38