týsdagur 22. januar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Nógv kaffi í burðartíðini
kann gera børnini feitari
Eitt sonevnt upprit, sum granskarar hava skrivað, gevur ábendingar um, at kvinnur, sum drekka nógv kaffi og
aðrar drykkir við koffein í burðartíðini, føða børn, sum tíðliga í barnaárunum kunnu gerast feitari enn onnur børn
Vilmund Jacobsen
Koffein kveikir miðnervalagið,
og koffein verður skjótt upp
tikið í likaminum og í eftir
burðinum ella móðurkøkuni,
sum vit vanliga rópa tað. Har
aftrat kemur, at tað tekur
longri tíð at úrskilja koffein-
evnið undir barnsburði.
Koffein hevur áður eisini
verið sett í samband við øktan
vanda fyri fosturláti (abort) og
minkandi fosturvøkstri.
Eitt ástøði – ella ein teori –
er, at koffein møguliga er ment
at broyta matarhugin hjá tí
ófødda ella at broyta økir í
heilanum, sum hava ein leik
lut, tá ræður um vøkstur og
stoffskifti.
Dr. Eleni Papadopoulou og
hennara samstarvsfelagar í
granskingini ynsktu tí at vita,
um tað er ráðiligt fyri komandi
mammur at minka um nýtsl
una av koffein.
Stór norsk kanning
Granskarar, sum arbeiða við at
kanna hesi viðurskifti nærri,
hava brúkt upplýsingar úr ein
ari norskari kanning við 51.000
mammum og teirra nýføddu
børnum, sum varð gjørd í
árunum 2002-2008.
Í
burðarviku
22
vórðu
komandi mammurnar bidnar
um at svara í einum spurnar
blaði, hvat tær ótu og drukku.
Út frá svarunum kundu
granskararnir meta um saml
aðu nøgdina av koffeinevnum,
sum luttakandi mammurnar
tóku. Talan var mest um evni
sum kaffi, orkudrykkir, svart
te og sjokuláta.
Nýtslan av koffein varð
býtt upp í fýra bólkar: 0-49 mg
(lítið), 50-199 mg (miðal), 200-
299 mg (nógv) og 300+ mg
(ógvuliga nógv).
Vekt og hædd á børnunum
varð síðan eftirfylgjandi máld
í 11 tíðarskeiðum: seks vikur,
tríggjar mánaðir, seks mán
aðir, átta mánaðir, 12 mánaðir,
1,5 ár, tvey ár, trý ár, fimm ár,
sjey ár og átta ár.
Yvirvekt og fiti varð síðan
mett í mun til metingarstigið
hjá WHO (Heimsheilsustovn
inum) og øðrum góðkendum
stovnum á økinum.
Kanningin vísti, at knapp
liga helmingurin av luttakar
unum (46 prosent) høvdu lítla
nýtslu av koffein, 44 prosent
høvdu eina miðalnýtslu, sjey
prosent høvdu høga nýtslu –
og trý prosent høvdu eina
ógvuliga høga nýtslu av koffe
in.
Úrslitini av kanningini vístu
eisini, at ein miðal, høg og
ógvuliga høg nýtsla av koffein
undir
barnsburðinum
var
knýtt at einum øktum vanda á
ávikavist 15, 30 og 66 prosent
skjótari vektøking í barnaár
unum í mun til eina lítla nýtslu
av koffein.
Í kanningini varð eisini tikið
atlit til aðrar møguligar tættir,
sum kundu ávirka úrslitið.
Lágar útbúgvingar
Úrslitið av kanningini vísti
eisini, at jú hægri nýtslan av
koffein var, jú størri vóru
sannlíkindini fyri, at mamman
var yvir 30 ára gomul, hevði
meira enn tað eina barnið, át
fleiri kaloriur og roykti undir
barnsburðinum.
Haraftrat vísti kanningin,
at kvinnur, sum høvdu ógvu
liga stóra nýtslu av koffein,
ofta høvdu lítla útbúgving og
høvdu
verið
feitar
undan
barnsburðinum.
Niðurstøðan hjá granskar
unum er, at vandin fyri øktum
pinkubarnavøkstri og yvirvekt
í barnaárum - sum bæði kunnu
føra
til
stoffskiftissjúkur
seinni í lívinum - veksur, tá
nýtslan av koffein hjá mamm
uni undir barnsburðinum er
stór.
Ein nýtsla av koffein á 200
mg ella meira um dagin undir
barnsburðinum vísir seg at
hava tilknýti til vektøking,
sum kann staðfestast hjá pinku
barninum longu teir fyrstu
mánaðirnar av lívinum.
Kanningin vísir eisini, at
BMI’ið (Body Mass Index) í
slíkum føri verður hægri í
barnaárunum, og tískil stuðlar
úrslitið av kanningini tilmæl
inum um at avmarka nýtsluna
av koffein undir barnaburði,
soleiðis at nýtslan ikki fer upp
um 200 mg um dagin.
Ikki endaligt prógv
Í
frágreiðingini
um
hesar
koffein-kanningar
verður
dentur lagdur á, at tá talan í
hesum førinum er um so
nevnda
eftirlitskanning,
er
hetta ikki nakað, sum endaliga
er prógvað.
Hinvegin er talan um eina
kanning við nógvum luttakar
um, og tí verður mett, at úrs
litið er eftirfarandi.
Kanningin
er
almanna
kunngjørd í tíðarritinum BMJ
Open.
Kelda: www.helse.dk
Foreldur mugu stuðla børnunum
Tað er í fyrsta lagi foreldrini, sum kunnu hjálpa børnunum í royndini at minka um vektina
Vilmund Jacobsen
Orsøkin til yvirvekt hjá børn
um er í fyrsta lagi, at børnini
eta fleiri kaloriur, enn tey for
brenna.
Umleið 10-12 prosent av
donskum
forskúlabørnum
viga ov nógv ella eru feit.
Børn, sum viga ov nógv, eru
í øktum vanda fyri at fáa ov
høgt blóðtrýst og hjartaæðra
sjúkur sum vaksin.
Fyri at koma yvirvektini til
lívs, er neyðugt at eta færri
kaloriur og at forbrenna fleiri
kaloriur.
Tað er í fyrsta lagi foreldr
ini, sum kunnu hjálpa børn
unum í royndini at minka um
vektina. Heilsustarvsfólk og
kostráðgevar kunnu geva góð
ráð, men tey kunnu ikki
hjálpa børnunum at fylgja
hesum ráðum í sama mun,
sum foreldrini kunnu.
Tað týdningarmesta, ið tú
sum foreldur kanst gera, er at
vera stuðlandi. Tú eigur at
minnast til, at tað sýn, tú
hevur á barnið, oftast endur
speglast á, hvussu barnið sær
seg sjálvt.
Tú skalt lata barnið vita, at
tú ert góð/-ur við tað, líka
mikið hvør vektin er, og tú
eigur at royna at eggja heldur
enn at finnast at.
Tú eigur eisini at vera
árvakin um tekin frá barnin
um um ting, sum kunnu hava
við útsjónd og sosial viður
skfiti at gera.
Kelda: www.sundhed.dk
Niðurstøðan hjá granskarunum er, at vandin fyri øktum pinkubarnavøkstri og yvirvekt í
barnaárum veksur, tá nýtslan av koffein hjá mammuni undir barnsburðinum er stór