Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JAVNAÐARFLOKKURIN VERIÐ 92 ÁR Á TINGI Í DAG Í dag eru 91 ár síðani løgingsvalið í 1928, sum er fyrsta løgtingsval síðani floksbýtið í 1906, at fleiri flokkar enn Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verða valdir á ting. Á hesum løgtingsvalinum í 1928 fekk Javnaðarflokkurin tvey umboð vald. Mourentius Viðstein í Havn í Suðurstreymoyar valdømi og Petur Mohr Dam á Tvøroyri í Suðuroyar valdømi. 23 tingmenn vórðu valdir hesum vali. Sambandsflokkurin misti trý umboð og fekk 10. Sjálvstýrisflokkurin vann ein sess afturat og fekk 11, meðan Javnaðarflokkurin fekk tveir. Javnaðarflokkurin varð stovnaður árið fyri, í 1927. Skótaliðið Royndin vann sær Súluna enn einaferð Skótahjálp: Peningur verður latin til Frælsi á Eiði og Barnaheimið í Uummannaq Mánakvøldið var há­tíð­ ar­løta í skótahúsunum hjá Skótaliðnum Roynd­ ini í Vági. Orsøkin var, at Roynd­in vann heiðurin sum skóta­liðið, ið hevur savn­að mest pening fyri hvønn skóta, tá skóta­ hjálp var seinast. Hóast okkurt annað skót­a­lið hevði munin í saml­aðu upphæddini, so var upp­hæddin hjá hvørj­um skóta sær tann størsta hesaferð hjá skótu­num í Royndini. Fyri hetta bragd vinn­ur Royndin sær ferð­a­steyp­ið Súlan, sum tey eis­ini hava havt áður í nøk­rum umførum. Fía Lindenskov frá KFUK í Havn handaði Roynd­ini Súluna, sum Anni Debess tók ímóti vegna skótarnar í Roynd­ini í Vági. Peningur frá før­ oysku skótahjálpini verð­ur lat­in sum gávur. Tvær pen­ing­a­gávur vórðu handaðar. Vegna skót­ar­nar í Før­oy­ um hand­aði Fía Lind­ enskov pen­ing­a­gávu til Barnaheimið í U­u­mm­ an­n­aq í Grønlandi. Peningagávn var 60.000kr, og Jonna Færø tók ímóti. Hon takk­aði fyri, og greiddi frá virk­ seminum á Barna­heim­i­ num í Umanaq, ið hevur før­oyska leiðslu. Jonna Færø hevur fleiri ferðir vitj­að í Uummannaq, og greiddi livandi frá fyri á­hugaðu skótunum. Onnur peningagávan varð lat­in við­gerð­ar­ heim­i­num Fræsli á Eiði, ið Frels­un­ar­herurin rek­ ur. Vegna Frels­un­ar­her­ in tók Sám­al Midjord í­móti teim 60.000 krón­ u­num, og greiddi hann ungu skótunum frá, hvat tað kann merkja at verða bundin. Hann takk­aði fyri gávuna. Eftir hetta var ábit og hugni á skránni. Bozena Ras­ mus­sen Gleðiligt er at frætta, at bussleiðin í Havn nú skal umskipast. Tað er neyðugt at taka alt í síni heild, um bussleiðin skal mennast og fleiri fólk fáast til at nýta buss í ger­ and­is­degnum í staðin fyri bil. Sum undan nevnt ber ikki til at steingja bussfarstøðina kl. 18. – Harumframt má reyða bussskýlið takast burt­ ur. Tað verður mest nýtt av fólki, ið hugna sær har og smakka sær á. Tað er ikki nak­að, sum prýðir um mið­ býin. Og harumframt vendir skýl­ið beint upp í ættina. Sum nú er, eru tað mong, ið aftra seg við at nýta buss­ leið­ina. Hevur býráðið eitt veru­ligt ynski um at fáa fleiri fólk at koyra buss, so eru tað nøk­ur viðskifti, ið mugu fá­ ast í rættlag: Tað er neyðugt, at ferð­a­ fólk­ið sleppur inn í buss­far­ støðina aftan á kl. 18. Tað er ov kalt at bíða uttandura. Og tað fer heldur ikki at hjálpa, um ein opin tekja verður sett upp uttandura. Tað verður framvegis ov kalt at bíða utt­ an­dura – ikki minst tá ið tað stor­m­ar ella kavar. Tað er neyðugt at hava styttri millum túrarnar – og har­um­framt skipa fyri koyr­ ing leygarkvøld og sunnudag og -kvøld. Drykkjufólk, ið eru til ampa fyri ferðandi, mugu ikki hava atgongd til bussin. Ferð­a­fólk mugu kunna kenna seg trygg. Heldur ikki fólk í skitnum og sølkaðum klæð­um mugu hava atgongd til buss­in. Buss­førararnir mugu steðga, tá ið fólk ringja. Tað gera teir allarflestu, men tað eru t­íverri undantøk. Bussarnir eru ikki nóg reinir innan, og tað hevur ym­ist keðiligt við sær. Setrini mugu vera rein og nosslig, og tey mugu vera heil. Tað má bera til at nýta bussarnar, sjálvt tá ið tú ert í tínum bestu klæðum. Tað má sum heild gerast meira lokkandi at koyra buss. Fyri at siga sum er, so er bussleiðin vorðin for­ sump­að. Kommunan má seta regl­ur í gildi, sum greitt áseta, hvussu bussarnir skulu røkj­ast, og ásetast má, at buss­føra­rarnir í minsta lagi fáa løn fyri ein tíma um dagin til at gera bussarnar rein­ar í og til bunkring. Hetta so buss­arnir kunnu liva upp til øll að­alkrøv. Skipað koyring leygar­ kvøld og sunnudag hevði mink­að um bilatrýstið i mið­býnum um vikuskiftið. So hevði borið til hjá fólki at koma á Býarbókasavnið, á kaffi- ella matstovu, til lista­fram­sýningar, í kirkju o.s.fr. Skal býurin eisini liva í viku­skift­unum bæði á degi og á kvøldi, má busssamband vera – eins og gjørt verður ó­lav­søk­u­dagarnar. Aðrastaðni verða býir ikki um­skapaðir til stórar park­er­ingarparkir fyri at laga seg til kravið um eitt al­samt vaksandi bilatrýst. Nei, onnur alternativ verða funn­in, eitt nú at hava væl­ virk­andi almennan flutning. Í løtuni er kommunan kanska vakin, men IKKI ser­ liga VIRKIN fyri sínar med­ borg­ar­ar! Men kanska er ein glotti at hóma nú. Føddur 20. apríl 1923 – deyður 13. mai 2018 Við Sverra Nattestad er ein bygdarmynd í Miðvági horvin. Sverri var altíð at hitta á veg oman á bryggjuna ella á veg heimaftur, eftir at hava spákað sær ein túr. Hann var altíð so prátingarsamur og visti altíð eina søgu at siga frá. Hann segði frá ferðum sínum á sjónum. Sverri sigldi stríðsárini, teir keyptu fisk úr Íslandi og seldu hann á bretska marknaðinum. Stríðsárini sigldi hann við sluppini, Sólbrún, úr Miðvági. Sverri plagdi at greiða frá, at teir einaferð komu framvið, har eitt skip var torpederað, og hálvir menn flutu í sjónum. Men Sverri segði, at skiparin gav boð um at sigla víðari, tí at teir av onglendingum høvdu fingið boð um, ikki at taka nakað upp úr sjónum. Tað kundi vera vandamikið. Sverri sigldi eisini við trolara. Hann sigldi við Jegvani Elias Thomsen og við øðrum trolarum. Hann var ein raskur maður, og hansara partur lá ikki eftir. Hann gjørdist gamal, hóast mong og striggin ár á sjónum. Annars var mamma Sverra ættað av Eiði, og pápin var ættaður úr Miðvági. Sverri misti pápan við Nýggjaberg, sum fórst á vári í 1942. Hann varð torpederaður av týskum kavbáti. Kona Sverra er Frida og er ættað av Strondum. Tey fingu tvey børn, Niels Juel og Sólfríð. Sverri hevur, eftir eitt langt lív, lagt árarnar inn. Hann verður nógv saknaður her í bygdini, tí hann hevði altíð onkra søgu at siga frá, mest tosaði hann tó um gamlar dagar og um, hvussu tað var at liva fyrr í gamla bygdarsamfelagnum. Og væl dugdi hann at greiða frá. Sverri var ein royndur sjómaður, og hann hevði gingið í lívsins skúla. Tí var hugaligt og gott at lýða á, tá ið hann greiddi frá gomlum tilburðum og hendingum. Ein bygdarmynd í Miðvági er farin. Sverri verður nógv saknaður. Ærað veri minnið um Sverra Nattestad! Finnbjørn Er kommunan virkin og vakin eisini fyri sinar medborgarar? Minningarorð um Sverra Nattestad í Miðvági Nú síðstu árini havi eg hildið jól­ini í Havn, og tað ið eg vil siga er, hvussu ómetaligt tað hev­ur glett meg at síggja hesar stóru lýsandi stjørn­ urn­ar, sum hava lýst í vind­ eyg­u­num í teimum flestu heim­u­num og ikki eru druk­ naðuar í tí, sum kemur inn í land­ið. Góðu Føroyar fólk, sum hava varðveitt hesa jóla­ stjørnu, ið vit hava glets um hvørji jól, so leingi vit kunnu minnast. Latið aldri hesa stjørnuna slókna, hvørki í tykk­ara vindeygum ella tykk­ara hjørtum. Tann firður, ið vit kenna, tá ið vit seta okkum at njóta jóla­friðin, meðan vit líta at jóla­stjørn­uni, sum lýsir niður yv­ir okk­um, sum eisini vísir okk­um vegin til Jesus. Tað var henda stjørnan, sum eisini lýsti, so at hirð­ ar­nir funnu Jesusbarnið í krubb­uni jólanátt. Góðu Føroya fólk. Latið tað aldr­in blíva so, at henda stjørna skal slókna og blíva myrk, hvørki í vindeygum ella hjørt­um okkara. Maria Jacobsen Jólastjørnan Fía Lindenskov frá KFUK í Havn handaði Anni Debess frá skótunum í Roynd­ini í Vági Súluna