Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 Um vikuskiftið hittust borgarstjórar og professarar úr arktiska økinum á ráðhúsinum í Tromsø at leggja ætlanir fyri tað, sum í framtíðini helst verður skipað sum eitt formfest forum – The Arctic Mayors’ Forum. Harður streymur og minni útróður Bæði útróðrarbátar og línuskip fáa nógvan fisk, men hesa vikuna verður streymurin harður Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru sjey ís­fiskalínuskip til fiski­ skap undir Føroyum. Øll skipini fiska tosk og hýsu, og tey fáa eisini eitt sindur av longu og brosmu. - Línuskipini hava góð­an fiskiskap, og tey koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Tað vita tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, og eitt frysti­línuskip er undir Før­oyum. Sosialurin kann leggja aftrat, at á Femish Kap eru Klakkur, Kambur, Stap­in og Eivind, og Ågot er undir Føroyum. Ætandi fer Ågot yvir á Flemish Kap seinni. Alla hesa vikuna verð­ ur streymurin harður, og væntandi er, at veðrið verður skiftandi. - So, vit rokna ikki við nógvum útróðri hesa vik­una, men útróðrar­ bát­arnir hava góðan fiski­skap, verður lagt aftrat.  Lívfrøði skal nú kannast Vilmund Jacobsen Í ár er ætlanin, at lívfrøðingar skulu byrja regluligar kanningar av lívfrøðini í Koltri. - Í fyrsta umfari er Tjóðsavnið farið undir eina ætlan um at seta út skordýrafellur kring um í oynni og soleiðis kortleggja ein part av skordýralívinum. Á Facebook-síðuni – Koltur – veit fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson, at siga, at skordýrafellur skulu setast upp kring um í oynni, bæði høgt og lágt, fyri sunnan og norðan. - Oyggin er í støðum bæði høg og brøtt. Nógv gil og stíggir eru norður gjøgnum røkurnar í Høvdarhaga, sigur fyristøðumaðurin, sum um miðjan januar var á ferð saman við lívfrøðingum í oynni. Bjørn Patursson hevur lagt myndir út á Kolturs-síðuna, og her sæst, sum fyristøðumaðurin eisini tekur til, at nógv deyðagras, ryski og bjargavøkstur er norður gjøgnum røkurnar. - Summar plantur eru grønar, eisini í januar, men hjálpirótin hvílur seg um veturin, sigur fyristøðumaðurin. Henda dagin hekk mjørkin ovast í homrunum, og hóast dagurin í januar er stuttur, sigur Bjørn Patursson, at ferðin saman við lívfrøðingum eydnaðist væl. NÝGGJUR LÆKNI: Jytta Friang er sett í starv sum nýggjur kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi við læknaviðtalu í Gøtudali. Hon byrjar hin 1. mai, treytað av, at hon tá hevur fingið løggilding sum serlækni í almennum medisini. Níggju sáttmálar skulu fáast upp á pláss í næstum Næsti samráðingarfundur millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini verður mikudagin 23. januar Vilmund Jacobsen Reiðarafelagið fyri Handils­skip og manning­ ar­feløgini eru nú farin at sam­ráðast um sátt­málar­ nar millum partarnar. Týsdagin í síðstu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini, Før­oya Skipara- og Naviga­tør­felag, Maskin­ meist­arafelagið og Før­ oya Fiskimannafelag, síni krøv til komandi sátt­málasamráðingar. Níggju sáttmálar Vinnuhúsið veit í dag at siga, at tríggir sáttmálar eru fyri hvørt felag – ein høvuðssáttmáli, ein ser­ sáttmáli fyri størri skip í frálandavinnu og so ein sersáttmáli fyri smærri skip í frálandavinnu. Víst verður á, at av tí, at øll trý manningar­fel­ øg­ini samráðast saman, er talan soleiðis um til­ samans níggju sáttmálar, sum skulu fáast uppá pláss. Í Vinnuhúsinum siga tey, at næsti sam­ráðing­ ar­fundur millum part­ar­ nar verður mikudagin 23. januar. Línuveiðan roynist, tá bæði toskur og hýsa eru at fáa - Av tí, at øll trý manningarfeløgini samráðast saman, er talan um tilsamans níggju sáttmálar, sum skulu fáast uppá pláss, siga tey í Vinnuhúsinum