Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Føroyskt basalt umborð á grønlendskar nýbygningar - Vit eru sera fegnir um – og eisini stoltir av – at vit hava fingið eina slíka bílegging, sigur Heini Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun Vilmund Jacobsen Í hesum døgum leggur Føroya Grótvirki í Skopun seinastu hond á framleiðsluna av nøkr­ um hápoleraðum borð­plátum úr sermerkta basaltinum, sum skulu sendast niður til Spania. Hesar borðplátur skulu um­ borð á tveir trolarar, sum grøn­ lend­ingar lata byggja í Spania. Borðplátur úr basalti er ein av mongu framleiðslunum á virkinum í Skopun, og har hava teir gjørt nógvar slíkar, sum eru seldar runt um landið. Men, at slíkar enda umborð á útlendskum nýbygningum er meira serstakt. Á Føroya Grótvirki eru brøð­urnir, Heini og Høgni Tau­ sen, sera fegnir um – og eisini stolt­ir av – at hava fingið eina slíka bílegging. Hesi seinastu fimm árini, sum teir hava átt og rikið virkið í Skopun, hevur ikki nógv verið útflutt. Nóg mikið í Føroyum Virksemið her heima í Før­oy­ um hevur verið so nógv, at teir hig­artil ikki hava gjørt nakað fyri at marknaðarføra før­ oyska basaltið uttanlands. Men, nú tað vísir seg, at há­ pol­eraða føroyska basaltið eis­ ini verður eftirspurt uttan fyri land­oddarnar, er ikki óvist, at hetta ikki kann gerast ein ávís­ ur marknaður. - Tað hevur nevniliga víst seg, at føroyingar hava tikið so mikið væl ímóti okkara virki og framleiðslu, at vit hava havt nóg mikið við at nøkta tørvin á føroyska marknaðinum, sigur Heini Tausen við Sosialin. Á Føroya Grótvirki í Skopun leggja Heini og Høgni Tausen nú seinastu hond á nakrar hápoleraðar borðplátur úr føroyskum basalti, sum skulu umborð á tveir grønlendskar nýbygningar í Spania Bjóða nú nýggja serflutningsskipan Fólk, sum meta seg hava brúk fyri serflutningstænastu, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá eldrasamstarvinum Nánd, sum nú hevur keypt buss til endamálið Vilmund Jacobsen Eldrasamstarvið, sum er mill­ um Eysturkommunu og Fugla­fjarðar kommunu, hevur nú keypt ein buss til nýggju ser­flutn­ ingsskipanina, sum sam­ starvið bjóðar borgarum í komm­ununum báðum. - Hetta er eitt tilboð til borg­ar­ar, har  Nánd kann skipa fyri ser­flutningi til rørslutarnaði fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu brúka almenn flutn­ingstól. Í Nánd siga tey, at nýggja ser­flutningsskipanin tó ikki fevn­ir um sjúkraflutning. Dømi um fólk, sum Nánd metir hava tørv á serflutningi, eru fólk sum sita í koyristóli ella brúka líknandi hjálpitól, og hetta er eisini fólk, sum vegna likamligt brek støðugt hava brúk fyri hjálp. - Skipanin fevnir eisini um fólk, sum eru blind – og fólk, sum í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava tørv á ser­flutningi. Í Nánd vísa tey á, at fólk, sum meta seg hava brúk fyri ser­flutningstænastuni, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá eldra­ samstarvinum, og um heima­ síðuna hjá Eystur­komm­unu ber eisini til at heinta oyðu­ blað. - Tað ber eisini til hjá av­ varð­andi hjá rørslutarnaðum fólk­um at læna bussin uttan fyri arbeiðstíð, og hetta kann ger­ast móti gjaldi á 200 krónur, um­framt einari krónu fyri hvønn kilometur, sum koyrt verð­ur, siga tey í Nánd, nú buss­urin til serflutning er keypt­ur. Hetta er bussurin, sum eldrasamstarvið Nánd hevur keypt til serflutningstænastu