týsdagur 22. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. januar 2019 · Nr. 9
TÍÐINDI
GLASIR KOSTAÐI
HENNI SESSIN
Rigmor Dam er farin frá sum
landsstýriskvinna í sambandi við
byggigøluna á Glasi
Árni Gregersen
Hon var so fegin, tá ið almenna
móttøkan var á Glasi.
-En-di-liga!
Tað var byrjanin uppá røð
una og landsstýriskvinna sló
fast, at nú var komið á mál við
størsta og mest glæsiligu bygg
ing í Føroyum nakrantíð.
Á somu móttøku segði tá
verandi stjórin á Landsverki,
Evald
Kjølbro,
at
endaliga
rokningin eisini var komin.
Men nógv er hent síðani tíð
liga í heyst.
Nýggjar
rokningar
eru
komnar undan kavi og staðfest
er, at sjey játtaðar milljónir til
eina flagtekju eru brúktar til
annað í byggingini í Markna
gili.
Politiskt stóð hart á í des
ember, tá ið tingiðå skuldi játta
meira pening til verkætlanina.
Andstøðan setti føtur í spenni,
tá ið biðið var um eina eyka
játtan at gjalda hesar rokning
ar við.
Fíggjarnevndin vildi bert
játta pening til at gera tað, sum
manglaði at gera á skúlanum –
ikki pening, sum var brúktur
ov nógv.
Misálit
Tað stóð ómetaliga nógv á í
tinginum hendan dagin og
leingi ljóðaði, at andstøðan fór
at koma við einum uppskoti
um misálit á landsstýriskvinn
una við mentamálum, Rigmor
Dam.
Uppskotið var eisini lagt
fram. Tað hevði eitt orðaskifti
við sær, har fleiri, sum annars
eru partar av samgonguni og
stuðla samgonguni, funnust
hvassliga at tí, sum var farið
fram.
Millum annað gjørdi Páll á
Reynatúgvu,
tingformaður,
sína støðu prúa greiða. Hann
helt, at tað sum var hent var so
langt úti, at tað átti at fáa av
leiðingar
fyri
landsstýris
kvinnuna.
Men tá ið atkøtt var um
málið út á náttina, vísti tað
seg, at uppskotið um misálit
fall.
Var í iva
Landsstýriskvinnan hevur síð
ani í oktober, tá ið tað kom
fram við eykarokningunum
aftur, um hon átti at lagt frá
sær, men valdi ikki at gera tað
fyrr enn nú, nýggjar rokningar
aftur komu fram.
-Eg má siga, at eg haldi at eg
og mentamálaráðið hava gjørt
alt eftir bókini. Tí havi eg ikki
tikið ta ultiimativu avgerðina
at leggja frá mær, fyrr enn nú,
sigur Rigmor Dam.
Í einum skrivi í sambandi
við at hon boðar frá at hon
leggur frá sær, sigur hon, at
hon kennir, at hon als ikki hev
ur fingið rættar og nøktandi
upplýsingar
frá
Landsverk.
Hon sigur eisini beinleiðis, at
tað hevur verið logið fyri
henni.
-Tá ið eg leggi frá mær nú, er
tað tí eg taki fulla politiska
ábyrgd av tí, sum er hent. Eg
vil heldur ikki vera tann, sum
standi og forði fyri, at pengar
verða játtaðir til at gera skúlan
lidnan fyri, leggur hon afturat.
Stjórin reyk
Í øllum rokanum rundan um
skúlabyggingina tók nýggjasti
landsstýrismaðurin,
Heðin
Mortensen,
avgerð
um
at
senda stjóran á Landsverki,
Evald Kjølbro, til hús.
Í løtuni er tað soleiðis, at tað
er ongin, sum nágreiniliga veit,
hvat skúlin kostar og hvussu
nógvar rokningar enn ikki eru
komnar undan kavi.
Í dag og komandi dagarnar,
er tað løgmaður sjálvur, sum
umsitir økið, sum hevur við
skúladepilin at gera.
Hvussu leingi tað verður er
óvist, tí i dag fara teir tríggir
samgonguleiðararnir, Aksel V.
Johannesen, Javnaðarflokkur
in, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og
Poul Michelsen, Framsókn, at
umrøða støðuna, sum er íkom
in.
Samgongan hevur fleiri pol
itisk mál eftir at loysa, men
spurningurin er, hvussu sterk
hon stedndir hesar seinastu
mánaðirnar áðrenn væl skal
vera í seinasta lagi 31.august.