Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Partar av útlendingaøkinum skal yvirtakast. Tað boðaði landsstýrið frá í vikuni. Kioskin hjá Astu á Vaglinum í Havn verður varðveitt. Tað er Gist og Vist, sum yvirtaka kendu kioskina. Nýinnkeypti áleyparin hjá Cardiff, Emiliano Sala, var umborð á einum flogfari, sum hvarv yvir Ermasundi í vikuni Mentanarvirðislønir eru latnar til Astrid Andreasen, sum fekk heiðursgávu, Búa Rouch, sum fekk virðisløn fyri ársins unga listafólk, og Bárður Jákupsson, sum fekk mentanarvirðisløn landsins. Mentamál MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt tá arvaði Asta kioskina á Vaglinum 1945 Rigmor Dam legði í vikuni frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Orsøkin er, at enn ein eykajáttan er áveg í tingið nú fyri Glasir. Ruðuleikin um stóra skúlin í Marknagili er sostatt ikki liðugur enn, og enn er óvist, hvussu nógv skúlin endaliga kemur at kosta skattgjaldarunum. Um orðið sigur Sprotin: Mentamál stjm.) mál 1(7) viðv. mentum (2), mentamálaráðið umsitur m.a. undirvísingarmál og mentamál umframt ítrótt og annað frítíðarvirksemi; sbr. mentir (2) FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Eg havi teknað meg at ganga á kvøldskúla á Glasir komandi vetur. Eg havi teknað meg til nýggja fakið eykarokning Nú tá Johan Dalsgaard stillar upp til løgtingsval er spurningurin, um Helgi Abrahamsen heldur, at Fámará er eitt ov lítið valstað.. Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 - 10 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og veksur til 10 - 15 m/s, út á náttina hvassur vindur av norði, 12 - 18 m/s. Skýggjað og í støðum regn. Hitin millum 3 og 6 stig, og um náttina millum 1 kuldastig og 3 stig.  Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 10 - 15 m/s, sum seinni minkar til 5 - 10 m/s, og snarar í ein útnyrðing. Skiftandi skýloft við sólglottum og einstøkum ælum, partvíst sum kavi ella vátakavi, og hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um náttina verður skýggjað og turt og millum 3 kuldastig og 3 stig.  Leygardagin strúkur í vindi upp í skrið 13 - 20 m/s, við hørðum hvirlum, og út á náttina minkar vindurin. Skiftandi skýloft við einstøkum ælum, sum frálíður mest kavi ella vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig, seinni minkar til 2 kuldastig til 3 stig.  5-10 m/s 10-15 m/s Vikan byrjaði við fullari mánamyrking og mong vóru tey, sum settu sær fyri at fara tíðliga á føtur at síggja blóðmánan mánamorgunin. Men sum so mangan fyrr spældi veðrið okkum eitt puss. Bjart mánalýsi á midnátt, men tá ið komið var longur út á náttina, dróg hann á luftina og mánin hvarv. So nú mugu við bíða trý ár afturat. Ája! Annars er vert at leggja til merkis, at vit hava havt ein serliga góðan januar. Hetta plagar at vea ein ómetaliga tungur mánaður at koma ígjøgnum. Pengarnir eru brúktir, jólaperurnar sløktar og myrkri plagar at doyva okkum niður saman við ódnarveðri. Soleiðis hevur ikki verið í ár. Januar hevur verið góður – ongin verulig ódn og vit eru vælsignaði við einum følvi av og á, so myrkurstunglyndi er hildið nakað burtur. Hóast tað gongu seint, so nærkast ljósari tíðum. Í dag er pálsmessa og um seks vikur er Grækarismessa og tjaldrið kemur. Tað er eisini stuttligt at fylgja við í almenna kjakiknum. Vit grenja og finnast at, men hyggja vit breitt uppá okkara samfelag, so hava vit tað gott. Ája! Men sjálvandi skulu vit gera vart við okkum um tað er okkurt vit eru ónøgd við. Møtti nøkrum starvsfeløgum úr Baltisku londunum, stutt eftir tey høvdu fingið tali- og skrivifrælsi. Tey spurdu meg, sum tá arbeiddi í Danmark, um danir vóru nøgdir við teirra góða samfelag. Nei, svaraði eg, danir eru ongantíð nøgdir. Tey kritisera og vilja hava meir. Tá segði ein tilkomin kvinna – og minst til, tey høvdu tástani fingið talifræsið: -Ger ein ikki vart við tað, sum ein er ógnøgdur við, so verður tað ongantíð betri. Tað er so satt, sum tð er sagt, men harvið sigi eg ikki tað er rætt, tá ið ein norsk alifyritøka nú hóttir við at steingja eitt flakavirki, fær hon ikki aliloyvi á Kaldbaksfirði saman við menningarkvotunum. Ája! Tað er nógv at finnast at, men hetta vikuskiftið haldi eg, at vit skulu kasta ljós á góða vetrarveðrið higartil í vetur og gleðast um tað. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Jákup Mørk er nýggjur formaður í B36 13-20 m/s