Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 5 Til Føroyar at kunna læknar um heilivág við kannabis Fyrst í apríl verður kunnandi fundur fyri læknar í Føroyum um kannabis sum heilivág ÁKI BERTHOLDSEN . Tað eru teir báðir, Ragnar Joensen og Arnfinn á Birtuni, sum skipa fyri, men tey, sum standa fyri kunningini eru umboð fyri felagsskapin cannabis Danmark, sum eisini koma til Føroyar til endamálið. Cannabis Danmark er ein áhuga­ felags­skapur, har eitt av endamálinum er at ráðgeva og kunna um kannabis, sum heilivág og tað gera tey bæði við polit­ik­arar, myndugleikar, læknar, og onn­ur. Í almenninginum eru best kendi nevnd­arlimurin í felagsskapinum, Ritt Bjerregaard, fyrrverandi politikari, og sjónleikarin, rithøvundurin og fyri­lestr­ ar­haldarin, Søs Egelind. Ein av teimum sjúklingum, sum fegin vil hava lættari atgongd til heilivág við cannabis, er Gunnvá Tróndardóttir Joensen í Klaksvík. Spurningurin um at geva sjúklingum í Føroyum lættari atgongd til heilivág við Kannabis, hevur eisini verið stórt um­ røðuevni í Føroyum. Í hesum sambandi legði Miðflokkurin eitt uppskot fyri Løg­ tingið um at gera tað lættari hjá sjúkl­ing­ um við ávísum sjúkum at fáa heilivág við kanna­bis í, men tað varð felt. Og tað fall áðurnevndu Gunnvá Trónd­ ardóttir Joensen rættiliga fyri bróstið. Og nú eru so stig tikin til at fáa umboð fyri Cannabis Danmark til Føroya at hava kunnandi fund fyri læknar um kannabis, og har eru allir læknar í landinum, bodnir við, men onnur heilsustarvsfólk, og pol­ it­ikarar eru eisini vælkomin við, sigur Arnfinn á Birtuni. Tað verður annan apríl og samstundis verður eisini ein almennur fundur um evnið, og tað verður fyrst í apríl. Hann sigur, at fremsta endamálið við er at gera tað lættari hjá sjúklingum við ávísum sjúkum at fáa viðgerð við kannabis. Fremsta endamálið er at fáa læknar at standa fyri viðgerðini við løg­ gild­um kannabis-heilivági ígjøgnum heilsu­verkið. Men eydnast tað ikki at fáa læknar at taka hetta til sín, er ein annar møguleiki at fáa serligar kannabis-viðgerarar, sum eis­ ini skulu vera góðkendir, at viðgera sjúkl­ ing­ar við, akkurát sum hann sigur, at tey hava tað summastaðni í USA. Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI LANDS- FUNDUR www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN SUM ONGANTÍÐ FYRR Vit fáa sum land og samfelag kanska BARA EIN MØGULEIKA afturat at rætta skeivu kósina, sum sitandi samgonga hevur sett fyri Føroyar. Sitandi samgonga hevur eftir stuttari tíð gjørt upp við aldar gomul kristin virði, sum okkara forfedrar bygdu á. Sum samfelag eru vit farin av kósini, og nú er neyðugt at rætta kós­ ina aftur. Tað er ikki av ongum, at Føroyar telist millum heimsins bestu sam­ feløg. Fyri Miðflokkin er ongin ivi um, at orsøkin er tann sterki, tryggi og góði grundvøllur, okkara samfelag hevur bygt á. Er húsið bygt á klett, stendur tað, tá ódnin brestur á. Er húsið bygt á sand, fellur tað, tá regnið kemur. Sitandi samgonga er í ferð við at flyta føroyska húsið av klettagrund yvir á sand. Hetta má steðgast!! SUM ONGANTÍÐ FYRR er komandi val av alstórum týdningi fyri alla framtíð. Valdið at steðga skeivu gongdini liggur í hondunum á føroyska veljaranum. Til komandi val fer føroyski veljarin at avgera, hvørj um grundvølli føroyska húsið skal standa á. Í sunnudagsskúlum kring landið læra vit børnini um vísa mannin, sum bygdi hús sítt á klett. Og um dáran, sum bygdi húsið á sand. Føroyski veljarin skal nú avgera Føroya framtíð. Skulu vit byggja á klettagrund? Miðflokkurin hevur landsfund í Skótahúsinum við Løkin leygardagin 26. januar. Á fundinum fara løgtingslimir Miðfloksins Jenis av Rana og Bill Justinussen saman við fundarluttakarum og gestarøðarum at viðgera týðandi og átrokandi spurningar, sum hava týdning fyri almenningin. Eisini fara floksumboð fyri Miðflokkin at viðgera, hvussu vit rætta kósina, so land okkara framhaldandi byggir á kristnu aldargomlu virðini, sum hava skapt heimsins besta vælferðarsamfelag. Gestarøðarar á landsfundinum verða: Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost Ronni Thomassen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu Landsfundurin er almennur frá kl. 14.15, tá fyrsti gestarøðarin fær orðið. Øll eru boðin við! Skráin fyri landsfundin sæst á Face­book heimasíðu Miðfloksins.