hósdagur 24. januar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
umleið 10 ár hevur bólkur
in, Hitmen, undirhildið før
oyingar kring alt landið við
sínum lívliga, nærverandi
og vælsvingandi poppi. Teir
spæla hittini hjá teimum størstu
altjóða popptónleikarunum í
nýggjari tíð og syrgja altíð fyri
tí besta veitsluróminum til eitt
hvørt høvi.
Oddamaðurin í Hitmen er
Søren Haugaard Pedersen. Hann
er serliga kendur og dámdur
fyri at hava eina heilt serliga
atdráttarmegi til sínar áskoðar
ar, og við sínum svarta runda
hatti er hann lættur at kenna
aftur á pallinum.
Í køkini í fjálgu íbúð síni í
Gundadali stendur hann og
bryggjar hann ein kaffimunn.
Inni eru bæði guitari og key
board, og tað er eingin ivi um, at
her býr ein tónleikari. Hann setur
kaffið á borðið og er nú til reiðar
at fortelja meira um, hvør hesin
maðurin undir hattinum er.
Vildi skapa nakað
serligt við Hitmen
45 ára gamli Søren Haugaard
er ættaður av Fjóni í Danmark.
Hann hevur roynt seg sum
yrkistónleikara í Danmark í
eitt áramál og flutti til Føroya
í 2008. Hann fekk føroyska
damu, og hevur í dag tvær døtur
í Føroyum við somu kvinnu, sum
hann ikki longur livir saman við.
Hann hevur undirvíst í tónleiki
í Hoyvíkar skúla, Skúlanum
á Argjahamri og í Skúlanum
á Løgmannabreyt, har hann
starvast í dag. Tá hann ikki
undirvísir, hevur hann úr
at gera við tónleikinum.
Hitmen bólkurin
byrjaði við, at Søren
Haugaard møtti
framleiðaranum,
K r i s t o f f u r
Mørkøre, niðri í
Danmark. Teir
báðir
blivu
samdir
um,
at tað hevði
verið eitt gott
hugskot
at
stovnað
ein
bólk saman í
Føroyum. Teir
høvdu eina visión
um ein live-bólk
og vildu sleppa at
pilka við nakað av tí,
sum eingin annar hevði
nortið við áðrenn – at
spæla nýmótans coverløg.
Hitmen bleiv til veruleika,
og kjarnin í bólkinum er Søren
Haugaard, Kristoffur Mørk
øre, Bartal Augustinussen og
Brandur Jacobsen. Aftrat teim
um hava fleiri avloysarar verið
við, tá tað ikki hevur ligið fyri
hjá hinum limunum.
- Eg skal levera hvørja ferð
Hevur mann upplivað Hitmen
live, so er tað stórur kjansur fyri,
at mann hevur sæð eyðkenda
oddamannin hoppa saman við
áskoðarafjøldini ella standa uppi
á barrini og syngja. Tað er í øllum
førum ikki keðiligt til Hitmen
konsertir, tí Søren Haugaard
syngur ikki
bara - hann framførir.
- Tá eg byrjaði at spæla í
Føroyum, minnist eg, at fólk
vóru púra ovfarin av mínum
atburði. Eg klári ikki at bara
standa stillur á pallinum… eg
má út og vera eitt sindur tápu
ligur, sigur hann veipandi við
ørmunum og flennir.
Tað hevur týdning fyri
Søren at vísa áskoðarafjøldini,
at hann er líka so nógv til
staðar sum tey.
-
Eg
vil
altíð
hava
áskoðararnar
at vera ein part
av framførsluni. Um
áskoðararnir ikki eru við uppá
tað, so føli eg, at eg ikki havi
gjørt tað gott nokk.
Í hansara hugameimi er tað
einki, sum eitur at hava ein ring
an dag á pallinum. Hann skilir
ímillum tað privata og tað pro
fessionella, og tá hann trýnir á
pallin, er hann í sínum heilt egna
heimi.
- Eg kann ikki fara á pallin
og hava ein ringan dag. Eg havi
roynt at verið í einum skeldaríi
sama dag, sum eg skal framføra,
men tað lati eg meg ongantíð
ávirka av. Eg skal levera, tí fólk
hava jú goldið fyri tað góða
showið. Eg havi ongantíð ikki
leverað, sigur hann brosandi
og avbrýtir seg sjálvan fyri at
banka tríggjar ferðir upp undir
borðið, so hann ikki verður
raktur av ringum karma.
- Hatturin hjálpir mær
Framfýsni danin hevur eitt
ritual, sum tryggjar honum, at
hann altíð livir upp til bæði sínar
egnu og fólksins forvæntningar.
Hatturin. Svarti hatturin, sum
Søren Haugaard altíð hevur á til
konsertir, er eftir hondini blivið
til sanna vørumerkið hjá Hit
men. Men hesin hatturin er so
nógv annað enn eitt vørumerki.
- Hatturin hjálpir mær. Tá
eg taki hattin á, so føli eg meg
kláran. Ella eg billi í øllum førum
mær sjálvum inn, at hann gevur
mær orku og mót. Eg hevði ikki
kunnað spælt eina Hitmen kon
sert uttan hatt. Einaferð spældi
eg eitt sett uttan hattin, men
tað gekk av skriðuni tá. Eg sang
vánaligt og var yvirhøvur ikki
góður við áskoðararnar, sigur
Maðurin undir hattinum:
- Um áskoðararnir ikki eru við uppá tað, so føli eg, at eg
ikki havi gjørt tað gott nokk, sigur royndi sangarin, Søren
Haugaard Pedersen, sum saman við bólkalimunum í
Hitmen altíð tryggjar sínum áskoðarum eina góða veitslu
PERSÓNSSØGA: Søren H. Pedersen
- EG KANN
IKKI SPÆLA
UTTAN HATTIN