hósdagur 24. januar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
7
hann hálvspyrjandi, tí hann
sjálvur ikki heilt skilir hetta
positiva valdið, hatturin hevur
á honum.
Seldi 15.000 plátur
við Naked Stone
Nú skrúva vit tíðina aftur til
fyrru helvt av 90’unum, tá LP
pláturnar enn vóru vanliga for
matið at geva tónleik út í. Søren
Haugaard mannaði saman við
øðrum rokkbólkin, Naked Stone,
sum veruliga slóð seg fastan á
danska rokk-tónleikapallinum
um hetta mundið. Naked Stone
góvu eina plátu út í 1994, sum
seldi heili 15.000 eintøk.
- Tað var ein ordilig rokk-
pláta, sigur Søren Haugaard við
einum nostalgiskum smíli og
peikar upp á veggin, har plátan
hongur innrammað saman við
plakat og øðrum minnum frá
Naked Stone. Hann minnist
aftur á, tá Naked Stone luttóku
í tónleikakappingini DM i Rock
í 1994. Hetta var ein hin mest
virda tónleikakappingin í Dan
mark á sinni, og teir endaðu
millum fýra teir bestu bólkarnar
hetta árið. Men teir fingu harða
kapping frá vinnaranum og
vælkenda bólkinum, sum í dag
eitur Junior Senior, og sum blivu
ein risa altjóða-success aftan á
DM í Rock.
- 94… tað er gott nokk langt
síðani. Tá var eg ungur, og nú eri
eg jú næstan ein gamal maður,
flennir Søren Haugaard, meðan
hann vísir gomlu upptøkuna av
Naked Stone framførsluni til
DM í Rock, sum er at finna á You
Tube. Her sæst Søren renna runt
á pallinum við síðum langum
hári. Hann líkist tó sær sjálvum,
men tónleikastílurin víkir langt
frá nøkrum, sum vit hava hoyrt
hann spælt við Hitmen. Hetta er
veruligt klassiskt grunge-rock í
besta stíli, og Søren sigur, at teir
serliga fingu íblástur frá Seattle
legendunum, Alice in Chains og
Soundgarden.
Aftaná DM í Rock gekk tað
skjótt, og tað var tá, teir góvu
vælseljandi plátuna út. Teir
fóru á konsertferð, har teir eitt
nú møttu bólkunum Dizzy Mizz
Lizzy og Kashmir, sum luttóku í
DM í Rock árið fyri í 1993. Men
ævintýrið við Naked Stone fekk
ein enda stutt aftaná, og limir
nir fóru hvør til sítt. Søren Hau
gaard fór tá at royna seg sum
sjónleikara, og hann hevði fleiri
leiklutir í stórum sangleikum
sum eitt nú Fame og Hair.
Sum ein annar
Robbie Williams
Í 2001 byrjar eitt nýtt ævintýr
hjá Søren Haugaard. Jam-
bólkar, sum spæla tónleik hjá
øðrum tónleikarum, vóru í
hæddini í 00’unum, og hetta sá
Søren Haugaard ein møguleika
í. Aftaná ein dialog við ein ljóð
mann, hann hevði møtt til eina
av sínum musical-framførslum,
sprettist hugskotið um at stovna
ein Robbie Williams jam-bólk.
- Eg fekk so ofta at vita frá
fólki, at eg ljóðaði sum Robbie
Williams, tá eg sang. Eg kendi
hann ikki ordiliga, men visti, at
hann var við i Take That.
Hugskotið bleiv til veruleika,
og Robbie.dk sá dagsins ljós.
- Vit settu okkum í samband
við mítt gamla tónleikabureau
frá Naked Stone. Umboðsmaður
in bókaði 10 spælingar til okkum
alt fyri eitt uttan yvirhøvur at
hava hoyrt okkum áðrenn. Hann
visti ikki, um Robbie.dk var gott
ella ringt, men honum dámdi
bara hugskotið so mikið væl,
at hann stólaði uppá okkum,
greiðir Søren Haugaard frá.
Robbie.dk hava síðan 2001
spælt fleiri enn túsund konsertir
á alskyns festivalum, uttandura
konsertum, barrum og spæli
støðum í øllum Danmark.
- Eg minnist, vit spældu í
Kolding eina ferð, har atgongu
merki kostaði 150 krónur. Sama
dag spældi Tim Christensen eitt
annað stað, har atgongumerki
kostaði 100 krónur. Tað bleiv
ikki útselt til Tim Christensen,
men okkara konsert bleiv útselt,
flennir Søren Haugaard.
Robbie Williams Jam við
Søren á odda var eitt nøvnunum
á Voxbotn í 2012. Teir verða av
donskum bókarum í dag skýrdir
at vera tað nærmasta, mann
kann koma at kontroversiellu
bretsku poppstjørnuni, Robbie
Williams. Og við Søren Hau
gaard er mann altíð tryggjað
ur eitt framúrskarandi undir
haldandi show, stendur at lesa
bókarasíðuni.
Eitt kvøld við stjørnunum
Í løtuni er Søren Haugaard
aktuellur í einum konsepti í
Danmark, sum eitur A Night
With the Stars (Eitt kvøld við
stjørnunum). Her eru fýra
ymsir sangarar, sum ávika
vist syngja løg hjá Robbie
Williams, Bryan Adams, Queen
og Whitney Houston. Søren
Haugaard syngur sjálvsagt
Robbie Williams. Konseptið er
vælumtók í Danmark, og tey
verða javnan bókað til festivalar,
firmaveitslur o.a. Konseptið
byrjaði sum partur av einari
sjónvarpssending á DK4, har tey
framførdu í steðginum. Nógvir
fyrispurningar eru, og tað kann
væntast, at føroyingar koma at
uppliva A Night With the Stars
í næstum.
- Vit skulu til Thailands at
framføra í vetur. Vit eru eisini
í ferð við at selja konseptið til
Føroya, soleiðis at hesar fýra
“stjørnurnar” koma til Føroya.
Vit hava fingið áhuga frá nøkr
um støðum, og tað gleði eg meg
sera nógv til, um tað verður
veruleiki, sigur Søren Haugaard.
PATURE@SOSIALURIN.FO
45 ára gamli Søren
Haugaard Pedersen er
oddamaðurin í Hitmen
Søren var
við í danska
rokkbólinum,
Naked Stone,
sum seldi heili
15.000 plátur