hósdagur 24. januar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
8
NJÓSNING:
HALLUR AV RANA
K
inesiska tøknifyri
tøkan Huawei er sein
asta árið enda í and
glettinum, aftaná at
fleiri lond hava sett forboð fyri
ella avmarka møguleikan hjá
felagnum at virka í teirra lond
um. Tað er serliga í samband við
menning av 5G neti, at fleiri lond
hava valt at venda kinesisku
fyritøkuni bakið, hóast tað
annars verður mett, at hon er
fremsta fyritøka í heiminum
innan 5G tøkni.
Bretland, Kanada, Avstralia
og Nýsæland eru millum
londini, ið hava fylgt leistinum
hjá USA og avmarka atgongdina
hjá Huawei til samskiftiskervið.
Orsøkin er, at londini stúra fyri,
at útgerð hjá felagnum kann
verða brúkt at njósnast fyri
kinesisku stjórnini.
Amerikanska stjórnin hevur í
longri tíð ávarað um, at sambært
kinesiskari lóg er fyritøkan
undirløgd
kommunistiska
stýrinum og er vandi tí fyri, at
útgerðin hjá fyritøkuni kann
brúkast at njósnast móti øðrum.
Mennir 5G í Føroyum
Meðan kjakið um hvørt tað er
trygt at samstarva við Huawei
tykist at vinda meira upp á seg
fyri hvørja viku í londunum
kring okkum, m.a. annað eru
fleiri røddir í Norra og Danmark,
ið mæla til at steðga samstarvi
við felagið, so hava bæði telefon
feløgini í Føroyum valt Huawei
sum samstarvsfelaga í royndini
at veita 5G til føroyingar.
Bæði Jan Ziskasen, stjóri í
Føroya Tele, og Runar Reistrup,
stjóri í Hey, hava áður upplýst
fyri Miðlahúsinum, at fylgt
verður væl við støðuni úti í
heimi, men at feløgini hava onga
ábendingar fingið um, at nakar
vandi er við samstarvinum. Tí
heldur tað fram uttan broyting.
Men sambært Hans Blaasvær,
stjóri í KT-Húsinum, so er ill
grunin um njósning ikki tikin
úr leysari luft, men er nakað, ið
man hevur tosað um leingi.
- Líka síðan 1990 hevur man
havt illgruna um, at har er eitt
hvørt, ið ikki ruggar heilt rætt
hjá Huawei. Man sær tað millum
annað í dátaferðsluni, har upp
lýsingar verða sendar í tilvildar
ligum tíðum til ókendar adress
ur. Dátaferðslan er krypterað, so
man veit ikki hvørjir upplýsingar
verða sendar, men talan er um
dáta frá útgerðini hjá Huawei, ið
verður send til Kina, sigur Hans
Blaasvær.
Tað at dáta verður sent frá
útgerðini úti í heimi og aftur
til Kina nýtist tó ikki merkja,
at felagið brúkar útgerðina at
njósnast við.
- Til ber at staðfesta, at okkurt
gongur fyri seg, men man veit
ikki hvat tað er. Tað kann gott
vera, at tað eru ósekir upplýsing
ar um hvussu stór streymnýtsl
an hevur verið hesa vikuna, men
tað kann eisini vera, at tað eru
upplýsingar um at nú hevur Per
tosa við Pól, sigur stjórin fyri KT-
húsið.
Teldustýrt samfelag
Umframt óttan fyri, at kinesiska
stjórnin brúkar útgerðina til at
njósna við, so er eisini ein annar
vandi, ið fleiri lond hava ein
áhuga at verja seg móti.
- Teir kunnu møguliga sløkkja
útgerðina, og harvið netið, í
einari støðu, har tað er ein fyri
munur fyri Kina. Ein slík støðan
kann vera ein ósemja, kríggj ella
annað, sigur Hans Blaasvær.
Ein slíkur tilburður kann í
stóran mun leggja eitt fram
komið samfelag lamið, nú tá alt
verður meira og meira teldu
stýrt.
- Samfelagið mennir seg á ein
slíkan hátt, at fleiri og fleiri tól
verða teldustýrd. Um 10-20 ár
kunnu vit vænta, at bilar, køli
skáp, bað, køkur og annað er
teldustýrt. Og um undirstøðu
kervið tá kemur frá einum, ið
man ikki hevur fult álit á, so er
man rættiliga viðkvæmur, sigur
Hans Blaasvær.
Ymiskar veitarar
Tá samfelagið førkar seg tann
vegin, at vit verða alsamt meira
knýtt á alnetinum er tað kanska
heldur ikki so gott, at vit eru
tengd at einum veitara.
- Um man hugsar um trygdina
hjá føroysku tjóðini, so hevði
verið betri at havt tveir ymiskar
veitarar av neti. Ikki bara vegna
ákærurnar móti Huawei, men
eisini um ein feilur er í útgerðini,
ið ger at netið sløknar. Tá er gott
at man hevur tvey ymisk net,
vísir hann á.
Meðan sjóneyka í løtuni
verður sett á møguleikan hjá
Kina at njósnast gjøgnum kines
iskar fyritøkur, so vísir Hans
Blaasvær á, at tað hoyrir eisini til
søguna, at amerikanarar brúka
somu kynstur fyri at njósnast
móti øðrum.
- Tað handlar eisini um at velja
síðu, tí vit vita, at amerikanska
fregnartænastur hava brúkt
líknandi tól í teirra virksemi at
njósnast og fremja sabotasju.
Spurningurin er bara, um
man vil vera í lummanum hjá
kinesarum ella amerikanarum,
sigur hann.
VITA IKKI
HVAR UPP
LÝSINGARNIR
ENDA
- Tað ber til at staðfesta, at okkurt gongur fyri seg, men man
veit ikki hvat tað er. Tað kann gott vera, at tað eru ósekir
upplýsingar um hvussu stór streymnýtslan hevur verið hesa
vikuna, men tað kann eisini vera, at tað eru upplýsingar um
at nú hevur Per tosa við Pól. Tað sigur Hans Blaasvær, stjóri
í KT-húsinum, um ákærurnar móti Huawei um njósning
- Lógin hevur styrkt
eftirlitið við upplýsing
um og tilbúgvingini á
teleøkinum í Danmark
og hevur hert krøvini til
trygdina hjá donskum telefonfeløgum.
Tað skal nevnast, at lógin ikki er gald
andi fyri Føroyar og Grønland