Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 9 Manglandi lóggávu Ákærurnar móti Huawei hava enn ikki elvt til stórvegis kjak í føroyskum politikki, men í viku­ ni fekk Henrik Old, sum í løtu­ni røkir fólkatingssessin hjá Javn­ að­ar­flokkinum, svar frá danska verju­málaráðharranum Claus Hjort Frederiksen, upp á ein §20 fyri­spurning um tað er trygt at keypa útgerð frá Huawei. - Er tað uppfatanin hjá stjórn­ ini, at tað frá einum trygdar­ politiskum sjónarhorni er trygt at loyva keypi av sentral­ um lutum til telekervi so sum 5G-netverk frá kinesiska Hua­ wei, tá fleiri lond antin hava bann­að hesum ella umhugsa eitt for­boð, spyr Henrik Old. Í svarinum sæst, at tilknýti millum kinesiska statin og Hua­ wei er nakað, ið danska stjórn­ in hevur viðgjørt og er ein av orsøkunum til sokallaðu NIS- lógina. Men samstundis verður upplýst, at lógin ikki er galdandi fyri Føroyar, fær fólka­tings­mað­ ur­in at vita. - Lógin hevur styrkt eftir­litið við upplýsingum og til­búgv­ing­ ini á teleøkinum í Danmark og hevur hert krøvini til trygdina hjá donskum telefonfeløgum. Tað skal nevnast, at lógin ikki er gald­andi fyri Føroyar og Grøn­ land, skrivar danski verju­mála­ ráð­harrin í svarinum. Tað stríð sum hevur tikið seg upp millum Huawei og ymisk lond hevur eisini havt sína ávirkan í Danmark, váttar verju­ mála­ráð­harrin. - Tað hevur ført til eitt nýtt høvi at umráða seg í, eisini hjá donsku stjórnini. Tað skal eing­in ivi vera um, at stjórnin tekur málið í størsta álvara. Tí er tað í løtuni eisini samskifti millum stjórnina, Center for Cybersikkerhed og ymiskar privat­ar aktørar, svarar verju­ mála­ráð­harrin. Bíða eftir tilmæli Føroyskir myndugleikar hava eisini verið í samskifti við dansk­ ar myndugleikar, men higartil hevur man ikki fingið nakrar ábendingar um, at nakar vandi er í samstarvinum við kinesisku fyri­tøkuna. Tað upplýsir Poul Michel­sen, landsstýrismaður í Uttan­rikis- og Vinnumálum. - Vit arbeiða við málinum og ætla okkum ikki at gevast fyrr enn vit føla okkum heilt trygg. Men tað vit hava fingið at vita higar­til gevur okkum onga orsøk at steðga samstarvinum við Hua­wei, sigur Poul Michelsen. Landsstýrismaðurin upplýsir, at man í løtuni bíðar eftir einum til­mæli frá donsku fyritøkuni Cyber­Security, ið var á vitjan hjá Før­oya Tele og landsstýrinum fyrr í mánaðinum. - Tey hava greinað samstarvið og víst okkum hvørjir trupul­ leik­ar eru og mælt til onkra loysn. Tað er einki alarmerandi, men hava teir víst á, at tað eru nakrar mannagongdir, ið kun­du verið styrktar, sigur lands­stýris­ maðurin. Hótta við at rýma Talsfólk fyri Huawei hava fleiri ferðir afturvíst øllum ákærum um njósning og víst á, at tað aldrin eru framløgd prógv, ið undir­byggja uppáhaldinum. Seinast at taka orðið var Liang Hua, nevndarformaður í kines­iska felagnum, sum í røðu sínari á toppfundinum í Davos, hótti við at rýma úr teimum lond­um, ið sáa iva um teirra virk­semi. - Um vit fáa fleiri trupulleikar í ávísum londum kann tað enda við, at vit velja at flyta tøkni­ liga samstarvið til lond, har vit eru vælkomin og har samstarv ynsk­ist, segði nevndar­for­ maðurin sambært danska blað­ num Politiken. Fyrr í vikuni svaraði danska deild­in hjá felagnum eisini donsk­um politikarum, aftaná at verju­málaráðharrin í opnum sam­ráði við verjunevndina hevði víst á, at danska stjórnin held­ur eyga við Huawei. - Huawei er eitt sjálvstøðugt felag. Viðvíkjandi trygd á neti­ num og rættin hjá ein­stak­ling­ i­n­um at fáa frið, eru vit bundin til at verja áhugamálini hjá kunda­num. Vit vilja aldrin skaða hvørki land ella persónar, vóru skriv­ligi boðini frá felagnum til TV2. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Um man hugsar um trygdina hjá føroysku tjóðini, so hevði verið betri at havt tveir ymiskar veitarar av neti. Ikki bara vegna ákærurnar móti Huawei, men eisini um ein feilur er í útgerðini, ið ger at netið sløknar. Tá er gott at man hevur tvey ymisk net - Líka síðan 1990 hevur man havt illgruna um, at har er eitt hvørt, ið ikki ruggar heilt rætt hjá Huawei. Man sær tað millum annað í dátaferðsluni, har upp­ lýs­ingar verða sendar í tilvildarligum tíðum til ókendar adressur. Dáta­ ferðslan er krypterað, so man veit ikki hvørjir upplýsingar verða sendar, men talan er um dáta frá útgerðini hjá Hua­ wei, ið verður send til Kina