hósdagur 24. januar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
10
Góða, elskaða omma
28.06.2016 sløknaði títt ljós, sum
altíð lýsti so bjart. Tú vart ein
dagstúr í Kalsoynni saman við
teimum frá Tilhaldinum, og tit
høvdu júst vitjað Kópakonu
na, tá tú brádliga var tikin frá
okkum.
Tú var glað og vælnøgd tann
dagin, søgdu tey, sum vóru
saman við tær, og tað er gott
at vita. Tað troystar okkum enn
at vita, at tú ikki var einsamøll
tína síðstu løtu.
Hóast nógvar svárar missir
og stóra sorg í lívinum, misti
tú ongantíð lívsviljan og lívs
gleðina. Tú gjørdist ongantíð
beisk. Tú tosaði ongantíð ilt
um fólk.
Um tað gekk long tíð
ímillum, at vit sóust, so tók
tú altíð ímóti mær við opnum
ørmum. Ikki eitt orð um, at tað
var langt síðani seinast, men
heldur bara gleði um at fáa
vitjan. Tá eg fór avstað aftur
var tað við orðunum: "Kom
skjótt aftur". Elskaða omma, tú
átti altíð ein muss, eitt klemm
og ein heitan drekkamunn. Og
tað er nokk eisini tí, at øll tíni
børn eru so kerlig menniskju.
Tú elskaði okkum øll, hvønn
og ein, stór og smá, og tú læt
okkum altíð vita tað. Tú fylgdi
við í okkara lívum, og tú var
so stolt av tíni stóru familju,
sum tú og abbi í kærleiki løgdu
lunnar undir.
Tú elskaði tónleik, sang og
dans. Tær dámdi altíð so væl at
taka myndir og at eiga myndir,
hevði altíð myndatólið við
tær, og tín stova var prýdd av
myndum av okkum øllum, sum
tú elskaði og sum elskaðu teg. Á
tann hátt vóru vit altíð saman.
Tú segði ofta nógv stuttligt,
sum enn fær meg at flenna, tá
eg hugsi um tað. Tú vart sera
sosial, og tú elskaði lív rundan
um teg. Tá var tú mitt í verðini.
Hvørt ár á jólum gav tú fleiri
enn 50 jólagávur, tær flestu
evnaðar til úr tínum vøkru og
dugnaligu hondum.
Eg eri so glað fyri, at tú og
Jana komu framvið hjá okkum,
so tú kundi siga okkum farvæl,
áðrenn vit fóru til Danmarkar.
Ikki vistu vit, at tað var síðstu
ferð vit sóust. At tað var síðstu
ferð, eg slapp at mussa tín
mjúka kjálka og hoyra tína
sermerktu rødd. Tá eg koyri
framvið tínum húsum, hugsi eg
altíð um teg. Tú sat oftast við
vindeygað og hugdi út, meðan
tú lurtaði eftir útvarpinum.
Eg eri glað fyri, at vit 14.
juni 2016 fingu eina deiliga
løtu saman uttanfyri hjá tær í
sólini, har vit ótu ís og prátaðu.
Tú elskaði sólina og sat altíð
uttanfyri í tínum deiliga króki,
tá veðrið var til tað. Har kundi
tú eygleiða lívið og heilsa uppá
tey menniskju, sum gingu
framvið.
Tú vart sera sterk í trúnni, og
tú bað altíð fyri og við okkum.
Tú legði alt í Guds hendur.
Góða omma, nú eru tú og
abbi saman - eg síggi tykkum
taka ein dans saman, so sum
babba hevur fortalt mær, at
tit viðhvørt plagdu at gera í
køkinum til døgurðatónleikin
í útvarpinum. Tú hevði saknað
abba, sum tit mistu alt ov tíð
liga, hvønn dag í yvir 40 ár, og
tað er leingi at sakna!
Mín elskaða omma - takk fyri
allar hosurnar, tú bant okkum,
allar drekkamunnarnar, og
takk fyri allar mussarnar, tú
altíð so gleðiliga gav. Takk fyri
alt, sum tú var fyri meg og míni.
Hvíl í friði.
Altíð elskað og ongantíð
gloymd.
Til minnis um Johild á Løgmansbø
08.08.1928 - 28.06.2016
MINNINGARORÐ
KJAK
ANNFINN BREKKSTEIN
Vit nærkast nú einum fullkom
num politiskum ruðuleika við
hesari samgonguni.
Vit føroyingar krevja valdið
aftur til føroysku fólkavaldu
politisku skipanina, har fólkið
velur flokkar og politikarar,
sum eru førir fyri at stýra landi
okkara á ein demokratiskan hátt,
og ikki misbrúka demokratið til
valdmisnýtslu.
Tað er ófrættakent, at bara 3
fólk stýra Føroyum anno 2019.
Hvørja ferð Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin kasta saman
er ruðuleiki í politisku skipanini,
og nú við tí sokallaða liberalist
iska Framsókn, sum er farin at
líkjast meira og meira tí danska
Eindarlistanum, so uttarliga
liggur hann á vinstravonginum.
Allar demokratiskar fólka
ræðisligar mannagongdir verða
skúgvaðar til viks fyri at yvir
liva og varðveita politiskt vald,
hettar er ódámligt og ófrætta
kent.
Veljarin og fólkið vil hava
fólkaræði aftur í politisku
skipanina, sum vit føroyingar
hava havt og ynskja at varðveita.
Landskassin og skattgjaldarin
bløða hvønn dag. Pengarnir
fossa úr felagskassanum, tí man
keypir sær vald hvønn dag, frá
teimum, sum ikki duga at ganga
í takt, men eru sjálvsøkin meira
enn onnur.
Fólkaræðið er sett til viks,
fíggjarnevndin tikin til gýsla - alt
rekur fyri vág og vind, sum ikki
einaferð við Javnarflokkinum á
odda, ein flokkur, sum hevur ilt
við at vera stjórnarberandi.
Hesi vóru tey, sum siga seg
vera vald til at fáa álit aftur á
politisku skipanina - eg meini
tað!
Latið nú veljaran sleppa at
rudda upp í politisku skipanini
og skrivið út val sum skjótast.
Tíðin er komin
at útskriva val
Samgongan livir ikki
upp til minstukrøvini
KAJ LEO HOLM JOHANNESEN
LØGTINGSMAÐUR FYRI SAMBANDSFLOKKIN
Eg ímyndaði mær ikki, at slíkur
politiskur ruðuleiki, sum vit
hava upplivað seinastu tíðina í
okkara politisku skipan, kundi
henda. Og eg ímyndaði mær
heldur ikki, at Føroya Løgting
kundi leggjast lamið av klandri
og stríði millum samgongu
flokkar.
Hetta politiska arbeiðslagið
er farið út um alt rímuligt og
forsvarligt mark.
Henda støðan minnir meg
enn einaferð um orðini hjá nú
verandi samgongu um treyta
leyst nærlagni, klokkuklárar
mannagongdir, rættartrygd
og fult gjøgnumskygni - ja, tú
lesur rætt.
Trupulleikin við verandi
politiska ruðuleikanum og
idealmálum hjá samgonguni,
er, at vit tora næstan ikki at
brúka hesi orð og hugtøk long
ur av berari skomm.
Stóra politiska uppgávan
hjá sitandi samgongu var aftur
at fáa álit á politisku skipanina
og fáa rættartrygd í hásæti.
Tí fær núverandi politiski
ruðuleikin fólk at minnast og
smílast yvirberandi, um tíðina,
tá hesi somu sótu í andstøðu.
Hetta er vónandi bæði
fyrstu og seinastu ferð, at vit
uppliva slíkan politiskan ruðu
leika.
Góði løgtingsformaður,
kanst tú ikki tosa við tíni fólk,
áðrenn tey gera meira skaða á
okkara tingskipan og politiska
trúvirðið, sum verður brotið
niður fyri hvønn dag, sum
gongur.
Vit mugu, um ikki annað,
kunna liva upp til minstu
krøvini fyri at reka okkara
politisku skipan.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á