Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 11 – Vit hava tosað við Magna Laksáfoss um at fáa hann at stilla upp fyri Sjálvstýri, men enn er eingin av­gerð tikin ÁKI BERTHOLDSEN Tað sigur Bjørn á Heygum, for­mað­ur í Streymoyar Sjálv­stýr­is­felag Felagð hevur havt aðal­ fund í kvøld og har stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Hans Jacob Her­man­ sen varð afturvaldur, og Er­hard Jacobsen varð vald­ur fyri Ronald Poul­ sen, sum bar seg undan. Hin­ir tríggir í nevndini eru Bjørn á Heygum, Olaf á Stong­u­num og Jan Jo­ en­sen. Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn, men Bjørn á Heygum sigur, at tað verður fyrsta dagin. Og hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrr enn nevnd­in hevur skipað seg, at tey fara at tosa um at fáa valevni til løg­tings­val­ ið, sum verður í seinasta lagi 31. august. Kortini ásannar Bjørn á Heyg­um, at onkur val­ evni eru í kikaranum. Sjálv­ur hevur hann ikki tik­ið støðu til, um hann fer at stilla upp, men hann vátt­ar eisini, at eitt val­evni, sum er í kik­ar­a­ num, er Magni Laksáfoss, sum fór úr Sam­bands­ flokk­i­num fyri einum sløk­um ári síðani, og sum hev­ur verið utta­n­flokk­a­ ting­mað­ur síðani. – Vit hava tosað við Magna Laksáfoss, váttar Bjørn á Heygum. Og legg­ ur afturat, at tað er heldur ikki so øgiliga langt síðani teir seinast tosaðu saman, sum hann málber seg. Men hann leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin um nakað. Kortini á­sann­ar hann, at tað hevði verið ein styrki fyri flokk­in at fingið ein væl­ kend­an profil, sum Magna Laksáfoss, á listan. Her kann leggjast aft­ ur­at, at á seinasta bý­ráðs­ vali í Havn, stillaði Sjálv­ stýri ikki upp fyri fyrstu ferð í yvir hundrað ár, og tað segði Bjørn á Heyg­um, at bein­leiðis or­søkin til tað var, at teir høvdu ong­ an profil at stilla upp og fingu ikki manna ein lista, sum kundi metast at fara at gera seg galdandi á vali­ num. Sjálvstýri hevur trý lok­al­feløg, eitt í Nor­ð­ oyggj­um, eitt í Eysturoy og eitt í Streym­oynni. Og tey trý fel­øg­ini skulu hava hvør síni uppskot til val­ evni, og tey skulu hava fleiri valevni hvørt fyri at manna ein sterkan lista. Men so skal landsfelagið góð­kenna valevnini, áðr­ enn listin verður latin inn. Og Bjørn á Heygum sigur, at enda­málið er at fáa ein so sterk­an lista, sum gjør­ ligt, við val­evn­um úr yms­ um økjum í land­i­num. Nú kunnu eisini dreing­ir verða kopp­sett­ir fyri HPV, og tað er ein kopp­seting, sum fyri­byrgir á­vís­um sløg­um av krabb­ a­meini ÁKI BERTHOLDSEN Hig­ar­til hava tað bara ver­ið gentur, sum hava havt hetta tilboðið, men í summ­ar verður fara 12 ára gamlir dreing­ir eisini at fáa sama tilboð. Sirið Stenberg, lands­stýr­i­skvinna í heils­u­mál­um, sigur, at spurn­ing­urin um at kopp­seta dreing­ir fyri HPV, hev­ur javnan ver­ið til um­røðu síðani til­boð­ið til gentur varð skip­að í 2009. Hjá gent­ um er koppsetingin ser­lig­a fyri at sleppa und­an lív­móð­ir­háls­ krabba seinni í lív­i­ num. Í dag er tað soleiðis, at gent­ur, og kvinnur, sum eru føddar 1. jan­ uar 1985 ella seinni, kunnu, verða kopp­sett­ ar ímóti HPV-virus, tá ið tær eru fyltar 12 ár. Tað er ókeypis, men tær skulu vera kopp­ sett­ar áðrenn tær fylla 28. Men hesi seinnu ár­ ini hava fleiri av okkara grann­a­londum gjørt av, at til­boðið eisini eig­ ur at fevna um dreing­ ir, tí kopp­setingin vísir seg at byrgja fyri á­vís­ um sløgum av krabb­a­ meini hhjá dreingjum. Í summar fáa 12 ára gaml­i­r dreingir sostatt eis­ini tilboð um at verða koppsettir ó­keyp­is fyri HPV. Som­ u­leið­is skal ein ætlan eis­ini leggjast fyri, hvussu dreingir, ið eru eldri enn 12 ár, kunnu fáa tilboð um ókeypis kopp­seting fyri HPV. Koppseta eisini dreingir fyri krabbamein Vilja hava Magna Laksa­ foss upp í Sjálvstýri Tingfólk fyri Sjálvstýrisflokkin síðani 1946  2015 Jógvan Skorheim, Kári P. Højgaar  2011 Kári P. Højgaard  2008 Kári á Rógvi, Kári P. Højgaard  2004 Kári P. Højgaard  2002 Kári P. Højgaard  1998 Helena Dam á Neystabø, Sámal Petur í Grund  1994 Helena Dam á Neystabø, Álvur Zachariassen  1990 Lasse Klein, Asbjørn Joensen, Helena Dam á Neystabø,  1988 Lasse Klein, Tórbjørn Poulsen  1984 Hilmar Kass, Asbjørn Joensen  1980 Hilmar Kass, Asbjørn Joensen  1978 Hilmar Kass, Asbjørn Joensen  1974 Hilmar Kass, Asbjørn Joensen  1970 Hilmar Kass  1966 Hilmar Kass  1962 Sámal Petersen, Marius Johannesen  1958 Sámal Petersen, Marius Johannesen  1954 Símun Petur Zachariasen, Djóni í Geil  1950 Símun Petur Zachariasen, Jóhan Kallsoy  1946 Símun Petur Zachariasen, Louis Zachariasen* *til valið í 1946 stillaði Sjálvstýrisflokkurin upp saman við Javnaðarflokkinum. Símun Petur Zachariasen og Louis Zachariasen vórðu tí valdir á javnaðarlistanum men umboðaðu Sjálvstýrisflokkin á tingi) Sjálvstýrisfólk á Løgtingi 1946–2019 FAKTA Sjálvstýrisflokkurin er elsti flokkur í Føroyum. Hann kom á ting við floksbýtið í 1906. Á fyrsta valinum eftir kríggið í 1946 fekk flokkurin 8,2 prosent. Tað er tað dupulta av tí, sum hann fekk á seinasta løgtingsvalið, tá hnn fekk 4,1 prosent