Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 12 MENTAN: Mentanarvirðislønir PÆTUR HJALMAR EVENSSON M ikukvøldið 23. janu­ ar vórðu Mentanar­ virðis­løn­ir land­ sins handaðar í Mentan­ar­húsinum í Fuglafirði. Tríggjar virðislønir vórðu hand­ að­ar á almenna tiltakinum, og hesar vóru Virðisløn til Ungt lista­fólk, Heiðursgáva landsins og Mentanarvirðisløn landsins. Páll Danielsen var vertur og bjóð­aði vælkomin klokkan 19, og eftir hetta byrjaði Fuglafjarðar Sang­kór hátíðarløtuna við sangi. Løgmaður og virk­andi lands­ stýrismaður í Menta­málum, Aksel V. Johannesen, flutti síðani fram røðu. Í røðu síni legði hann m.a. dent á, at ein fyriteyt fyri, at Føroyar kunnu blíva millum fremstu tjóðir er, at vit virka fyri mentan á skynsaman hátt. - Vit eru ikki altíð nóg dugnalig at siga takk. Einki fer av okkum við at siga hetta stutta orðið. Í kvøld eru vit komin saman fyri at heiðra og takka trimum lista­ fólkum. Uttan listafólk og vóru Føroyar fátækar. Uttan menta­ folk vóru Føroyar einki, segði hann. Ársins unga listafólk er Búi Rouch Virðis­lønin til ungt listafólk verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Hesa virðislønina fekk Búi Rouch , sum fæst við leik­list og hevur spesialiserað seg í samtíðardansi. Hann var ikki til staðar, tí hann var í arbeiðs­ørindum uttanlands, men mamma hansara tók ímóti virðis­lønini fyri hann. - Tað er ein stórur heiður at taka ímóti hesi virðisløn, og viður­kenningin, sum liggur í henni, hevur nógv at siga fyri meg, segði Búi Rouch í video­ takkar­heilsan. Í grundgevingini til virðis­ lønina varð m.a. sagt: - Nútíðardansur er ein lut­fals­ liga nýggj listagrein í Føroyum, sum tykist at hava stórt viðrák í løtuni. Búi er ein av ungu slóðarunum fyri listagreinini og hevur víst gávur sum fáur. Kropp­urin og rørslurnar mála okk­um eina mynd ella eina hug­mynd og skapa saman við tón­leiki, ljósi, litum, búnum og pall­mynd eina heildarmynd. Virðislønin, sum er á 50.000 krón­ur, verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menn­ing. Heiðursgávu landsins fekk Astrid Andreasen Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgávan varð latin Astrid Andreasen, sum er lista­ kvin­na, vísundaligur teknari og frí­merkja-myndprýðari.  Hon hevur stóran part av sínum arbeiðs­lívi starvast innan lív­ frøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum før­oysku fiskunum, fuglunum, blóm­un­ um og tarunum. Hetta hevur hon megnað væl at samantvinnað og samstundis skjalprógvað før­ oyska mentanar- og náttúru­ arvin. Í grundgevingini varð m.a. sagt: - Frá hennara hond liggur hópin av tekningum til gagns fyri gransking og miðling av náttúru- og mentanararvi okk­ ara. Avrikini hjá Astrid Andrea­ sen hava sett síni spor víða hvar í landinum. Hon hevur í øll­um sínum vísindaliga virki á áhuga­ verdan og estetiskan hátt ført tað listarliga huglagið inn í skrá­ setingina, og samstundis hevur skrá­setingin givið íblástur til hennara frálíka listarliga virk­ semi. Astrid Andreasen segði m.a. so­leiðis í takkarrøðuni: - At eg standi her í kvøld, kann eg takka nógvum góðum fólki fyri, sum altíð hava stuðlað mær í mínum arbeiði. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Mentanarvirðisløn landsins fekk Bárður Jákupsson Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt av­rik. Fyri stóra eldhugan og fjøl­broytta listarliga virksemið hansara varð Mentanarvirðisløn land­sins 2018 latin 75 ára gamla listamanninum, Bárði Jákups­ son. Soleiðis ljóðaði ein partur av grundgevingini: - Í myndlistini hevur Bárður Jákups­son heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugna­skap. Bárður Jákupsson er ein av okkara virknastu bóka­teknarum. Í meira enn eina hálva øld og í eini tíð, tá ið sigast má, at tekningar í bókum vóru sum lundi á jólanátt, hevur hann myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum, skúlabókum, yrkis­bókum, stuttsøgum og tíðar­ritsgreinum. Bárður Jákupsson var sum vera mann takksamur fyri virðis­lønina. - Eg eri óalmindiliga takk­ samur. Hetta er ein øgiliga stórur heiður, sum ger tað, at mann hevur serliga góðan hug at halda fram við tí, mann altíð hevur gjørt. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg eri ógvuliga takksamur, stóra tøkk, segði hann í takkarrøðuni. - Tit gera vissuliga Føroyar ríkari Mentanarvirðislønir landsins vórðu latnar á fyrsta sinni í 1998. Nógvir føroyingar, sum hava gjørt vart við seg í mentan­ar­ lívinum, hava fingið virðis­løn handaða seinastu árini. Hesar heiðurslønirnar verða latnar uttan umsókn sum ein viður­ kenning av føroyskum listafólki. Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum plagar at velja tey fólkini út, sum hava uppiborið virðislønirnar. Í dóms­ nevndini í ár sótu Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen. Løgmaður endaði hátíðar­ løtu­na við einari røðu. Her takk­aði hann øllum teimum, ið høvdu ein leiklut hetta kvøldið. Hann takkaði serliga teimum trim­um listafólkunum, ið fingu virðis­lønir handaðar. - Tit eru talandi dømi um, hvussu ríkt og livandi lista- og mentanarlív, vit hava í Føroyum. Tit eru við til at víðka um búgvið. Tit trý eru ein sera týðandi táttur í tilverugrundarlagnum í okkara lítla landi. Góðu tit, takk fyri tykkara virkna og áhaldandi leik­lut. Tit gera vissuliga Føroyar ríkari, segði Aksel V. Johannesen eitt nú í endarøðuni. PATURE@SOSIALURIN.FO Mentanarvirðislønir landsins 2018: LISTAFÓLKINI SUM GERA FØROYAR RÍKARI Bárður Jákupsson, Astrid Andreasen og Búi Rouch fingu tignarligar virðislønir handaðar til hátíðarhaldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið MYND: DÁVUR WINTHER