hósdagur 24. januar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
14
FÍGGJARSTJÓRI
TIL BAKKAFROST
Um Bakkafrost: Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling,
kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum
og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy,
Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.
Bakkavegur 9 • PO Box 221 • FO-625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • www.bakkafrost.com
Bakkafrost sóknast eftir rætta persóninum til
at standa á odda fyri fíggjardeild okkara.
Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í
heimsflokki í laksavinnuni. Bakkafrost er ein-
asta fyritøkan í heiminum, sum hevur full-
fíggjaðu virðisketuna – frá alifóðri til lidna
matvøru – og okkara mál er støðugt at opti mera
virðisketuna og gagnnýta støðuna á markn-
aðinum. Í øllum liðum í virðisketuni skulu vit
fáa sum mest burturúr við stórrakstrar- og
kappingarfyrimunum, til tess at skapa virðir til
kundar, íleggjarar, starvsfólk og til samfelagið,
og at varðveita eina kappingarføra støðu á
marknaðinum. Fyri at røkka hesum máli er
skilagóð fíggjarstýring ein týðandi partur.
Vit sóknast tí eftir einum persóni við eini ein-
um sterkum fíggjarligum profili og breið um
handils ligum innliti. Sum fíggjarstjóri skalt tú
tryggja, at okkara fíggjarstýring stuðlar undir
effektivitetin, fleksibilitetin og rakst rar opti-
meringina.
STARVIÐ
Starvið sum fíggjarstjóri er skipað á sam taks-
støði við staðseting á høvuðs skrivstovuni á
Glyvrum. Fíggjarstjórin er part ur av sam taks-
leiðslu ni og luttekur á nevndarfundum. Fíggjar-
stjórin hevur bein leiðis tilvísing til forstjóran.
Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av fíggjar stýr ing-
ini, herundir:
•
At fíggjarlig stýring og rapportering í sam -
taki num er á einum høgum støði og í sam-
svari við góða roknskaparliga siðvenju
•
At avgreiða mánaðarroknskapir, árs fjórð-
ings roknskapir, framløgur, árs rokn skapir
um framt mánaðarligar rapp ort er ing ar til
deild ar leiðarar, leiðslu og nevnd
•
Neyva uppfylging av íløguætlan felag sins
•
At fígging hjá samtakinum er á einum al-
tjóða kappingarførum støði
•
Samskifti við partabrævamarknaðin, og sam -
sk ifti við greinarar og íleggjarar
•
Ábyrgd av rapportering innan burð ar dygd
og at bera okkum fram á leið á hesum øki
•
Annað, sum náttúrliga hoyrir til fíggj ar-
leiðslu na
Fíggjarstjórin hevur dagliga leiðslu av fíggj ar-
deild ini, sum umframt fíggjarstjóran telur 13
starvs fólk. Harumframt hava KT leiðarin og
inn keyps leiðarin til vísing til fíggjarstjóran.
Roknast kann við nakað av ferðing í sam band
við starvið.
TÍN VANGAMYND
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir frá eini
størri fyritøku, ella hevur starvast í eini størri
fyritøku. Harumframt ímynda vit okkum at tú
hevur:
•
Umfatandi royndir innan fíggjarumsiting,
fíggjarætlan, v.m.
•
Breiðar royndir við strategi, menning og
eksekvering
•
Kunnleiki til konsernroknskap, IFRS reglur,
um framt føroyska og norska lóg um børs-
skrá sett feløg
•
Royndir frá fíggjarligum samskifti/sam-
starvi við uttanhýsis áhugabólkar frá líkn-
andi felag
•
Útbúgving sum cand.merc.aud ella HD (R),
ella líknandi útbúgving
•
Persónligar og fakligar førleikar til at verða
við at mynda okkara strategi framyvir
Sum persónur hevur tú ein handilsligan hug-
burð, ans fyri effektivum rakstri, og tú dugir
at hava nógvar bóltar í luftini. Sum leiðari
ert tú framskygdur, trúverdur og dugir væl at
motivera og umgangast fólk. Tú hevur slag-
kraft, bæði tá tað snýr seg um tína egnu deild
og í samtakinum.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur
í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er
at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin,
effektiv og framsøkin.
VIT BJÓÐA
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í
støðugari menning. Talan er um starv við stórum
avbjóðingum, har lyklaorðini eru broytingar,
menning, uppfylging og effektivisering. Vit
kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi
menning og innovatión er lykilin til at standa
seg í kappingini um kundarnar og kapitalin.
LØN OG SETANARTREYTIR
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
MEIRA AT VITA
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Regin
Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01.
UMSÓKN
Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum
og
viðkomandi
tilfari
skal
sendast
við
t-brævi til reja@bakkafrost.com og merkjast
”Fíggjarstjóri”.
Starvið verður at seta sum skjótast.
Umsóknarfreistin er 26. januar 2019. Allar um-
sókn i r verða viðgjørdar í trúnaði.