hósdagur 24. januar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
15
–Strongd politisk skipan
krevur nýggjar loysnir
Sjálvdan hevur so stórt trýst
verið á politisku skipanini,
sum nú við Glasir-málinum og
politisku javnvágini í tinginum
ÁRNI GREGERSEN
F
íggjarnevndin fær ikki
arbeitt, tí vandi er fyri,
at samgongan missir for
mansskapin í nevndini.
Tingfundur verður ikki fyrr enn
síðst í næstu viku, tí umvælingar
eru gjørdar í tingsalinum og í
næstu viku hevur Útnorðurráðið
fund.
Samstundis meðan hesar remb
ingar eru í politisku skipanini og
limirnir í fíggjaarnevndini illa
nokk tala saman, so kallar lands
stýriskvinnan við fíggjarmálum
nevndina á fund í fíggjarmála
ráðnum at tosa um fíggjarkarm
arnar fyri komandi ár.
Hesum hevur meirlutin í fíggj
arnevndini noktað, tí meiurlutin
fær ikki einisinni fund í fíggj
arnevndin.
Samgonguleiðarin, Akseel V.
Johannesen, løgmaður, hevur tað
ikki lætt. Tvey av hansara lands
stýrisfólkum eru farin úr starvi.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
við mentamálum, er farin orsaka
av gøluni við Glasir í Marknagili –
Henrik Old formliga tí hann ikki
fekk sín tunnil til Fámjins.
Samgonguleiðarin hevur eis
ini burturvíst Kristin Michelsen
úr tingbólkinum hjá Javnað
arflokkinum og bannað honum
at stilla uppaftur fyri Javnaðar
flokkin.
Ein av avleiðiðingunum av hes
um er, at nú hevur andsstøðan
meirlutan í fíggjarnevndini og
hon hevur biðið um, at formansval
verður av nýggjum í nevndini.
At Kristin Michelsen ikki
longur er í tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum vil siga,
at andstøðan eisini hevur for
mansskapin í rættarnevndini hjá
Løgtinginum. Formaðurin eitur
Kristin Michelsen og hann bleiv
valdur í nevndina, sum umboð
fyri Javnaðarflokkin.
Nevndarval
Øll hendan broytingin ger, at sam
gongan er i iva um, hvussu hetta
skal loysast, seinastu mánaðirnar
í valskeiðnum.
Sum støðan er nú, so hevur
andstøðan meirlutan í fíggjar
nevndini og rættarnevndini. Hó
ast samgongan hevur forkvinn
una í vinnunevndini, so er tað
eisini soleiðis, at andstøðan í Løg
tinginum eisini hevur meirlutan í
vinnunevndini.
Skipanin er soleiðis í tingin
um,a t skal ein nevnd veljast av
nýggjum, so skulu allar veljast av
nýggjum. Tað kann geerast ein
torfør kabal at fáa at ganga upp.
Hin møguleikin er sjálvandi,
at samgongan letur andstøðuna
fáa formannin í fíggjarnevndini.
Tað ber í teoriini til, men tann for
mansposturin vigar so tungt, at
hetta neyvan letur seg gera, utt
an so, at flokkurin, sum hevur for
mannin – í hesum føiri Framsókn,
fær onkran annan politiskan sess
afturfyri.
Tað er í hesum sambandi, at
onkur gitir, at Hanna Jensen
kanska er í spæl, sum landsstýris
kvinna við mentamálum.
Glasir-gølan
Politiska skipanin er ógvuliga
sperd av gøluni á Glasir.
Eyðsýnt er hetta, tí tað ber stutt
sagt ikki til at leggja ábyrgdina á
ein av politikarunum.
Hyggja vit at tí, sum er komið
fram, so er hetta eina av teimum
allar ringastu gølunum við hava
sæð í politisku skipanini. Ongin
tekur við ábyrgd og ógoldnar
rokningar liggja runt í skipanini.
Landsverk sendi eina spuna
gredin út mikudagin, har tey
ónevnd siga, at allar rokningar
eru kendar í búskaparskipanini
hjá landinum.
Javell – men hvør er tað so sum
hevur yvirsæð skipanirnar og
hvør hevur ikki avgreitt tær.
At pengar mangla í til at gera
skúlan lidnan skilja vit, men vit
skilja illa, at øll í skipanini latast
at vera bilsin av hesum.
Longu tá ið farið var undir
skúlan, var skorið av játtanini
og skúlin minkaður. Hvør trúði
av álvara tá, at pengarnir fóru at
passa.
Vit kunnu byggja eitt samfelag,
har vit øll hava eftirlit við hvørjum
øðrum. Tað hava onnur samfeløg
gjørt uttan at úrsitið hevur verið
serliga gott.
Okkra skipan legði upp til álit,
men nú bendir alt á, at menta
málaráðið skuldi havt eina eftir
litsdeild, sum hevði eftirlit við
eftirlitinum hjá Landsverk.
Politiskt hevur Rigmor tikið
ábyrgdina av gøluni, men spurn
ingurin er um tað er nóg mikið.
Tingfólk og landsstýrisfólk eiga
at vita, at hóast onkur annar ikki
hevur gjørt arbeiðið til lítar, so
fellur alt á tykkum kortini.
Skattgjaldarin sleppur at rinda
fyri øll mistøkini – bæði tey hjá
embætisverkinum, men eisini hjá
politikarunumn.
Skúlin á Glasi setir dagsskránna í hesum døgum. Er tað nakar í politisku skipanini, sum ikki er partur av hesum
Løgmaður noyuðist at finna nakrar loysnir, skal hann ikki skriva út val nú
POLITIKKUR