hósdagur 24. januar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
16
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
T
ey eru fá, sum hava
verið so nær politiska
lívinum í Føroyum
sum Ásla. Nú hon verð
ur 70 ár hava vit hitt hana og
kunnu annað millum greiða frá
hvussu stórar broytingar , sum
eru hendar í hennara tíð, har
hon hevur virkað undir næstan
øllum løgmonnum undir heima
stýrislógini.
Ásla er ættað úr Sandavági,
fødd 26. januar 1949. Mamman
var Jóhanna Mouritsen, ættað
úr Sørvági. Pápin var Jacob Pet
ersen, vanliga nevndur Jacob á
Steig.
Ásla átti tvey systkin, Jónrith
sum doyði fyri nøkrum árum
síðani, og Magni, sum býr í høv
uðsstaðnum.
Hon gekk fyrst í skúla í tí
gamla skúlanum í Sandavági,
men í 1961 fór hon í nýggja skúl
an á Giljanesi. Her komu børn úr
Miðvági eisini at ganga, so her
vóru nógv børn, sum ikki kend
ust frammanundan. Men tað
vardi ikki leingi, og skjótt kom í
lag vinskapur millum børnini úr
báðum bygdum.
Leiðin út í Tinganes
Ásla fekk realprógv, og so var at
finna okkurt at gera. Søkt varð
eftir skrivstovunæmingi til lands
skrivstovuna og Ríkisumboðið
samstundis. Men tá ið hetta var
undir sjálvstýrislandsstýrinum
var tað vissasta var vist at søkja
á landsskrivstovuna, um Føroyar
blivu sjálvstøðugar mitt í tí heila!
Forsøgan er tann, at Løg
tingið fekk eina skrivstovu í
1939. Edward Mitens, sum seinni
varð landsstýrismaður, var skriv
stovustjóri á løgtingsskrivstov
uni frá 1. apríl 1939 til 1. juni 1949.
Løgtingsskrivstovan bleiv tá
til landsskrivstovan. Hetta varð
gjørt í sambandi við, at vit í 1948
høvdu fingið heimastýrislógina
við einum landsstýri, sum kravdi
eina serliga umsiting.
Fyrstu løgmenninir
Fyrsti løgmaður var Andrass
Samuelsen, sum sat fram til løg
tingsvalið í 1950. Tá kom ein heilt
nýggj politisk samgonga, nevni
liga millum Sambandsflokkin
og Fólkaflokkin, og Kristian
Djurhuus bleiv løgmaður. Á løg
tingsvalinum í 1954 misti henda
samgongan meirilutan. Tá fingu
teir Sjálvstýrisflokkin afturat
sær, og Kristian Djurhuus kundi
halda fram sum løgmaður.
Hvussu nógv samfelagið er
broytt kann lýsast við fíggjarlóg
ini umleið 1958. Hon var 15 mill.
umframt danska stuðulin, sum
var 10 mill. Í dag er løgtingsfíggj
arlógin um 5.000 milliónir!
Í 1958 vann Javnaðarflokkurin
stórsigur og formaðurin, Petur
Mohr Dam, bleiv løgmaður og
Kristian Djurhuus varð varaløg
maður. Aftaná valið í 1962 var
tað, at vit fingu tað sokallaða
sjálvstýrislandsstýrið við Hákuni
Djurhuus sum løgmanni.
Tað er í hesum skeiði, at Ásla
byrjar í læru 1. september í 1966.
Ásla var tá 17 ára gomul. Hon fekk
innivist í Mortanstovubrekkuni.
Hon var tá so ókend í Havn,
at hon mátti verða fylgd út í
Tinganes. Lønin var kr. 628 um
mánaðin, ein partur av læruni
var eisini at ganga í handilsskúla
uttanfyri arbeiðstíð. Lærutíðin
vardi í trý ár.
Ásla greiðir frá, at tey, sum
arbeiddu á sjálvari landsskriv
stovuni tá, vóru Johan Djurhuus,
sum var skrivstovustjóri. Full
trúar vóru Poul Petersen, ætt
aður úr Funningi, sum tá eisini
hevði verið tingmaður í mong ár,
Jens Pauli Ellendersen ættaður úr
Hvalba, og Esbern Zachariassen,
ættaður úr Norðragøtu, og Jal
grim Hilduberg, sum seinni bleiv
skrivstovustjóri.
Eitt skrivstovufólk var Anna
Katrina Jacobsen, systir Jørg
en Frantz Jacobsen, kenda
rithøvundan. Hon var “yvirass
Ásla fekk starv á landsskrivstovuni 17 ára gomul. Hon bleiv
partur av almennu umsitingini í nærum 50 ár
HEVUR TÆNT ØLLUM
LØGMONNUM – UTTAN EINUM
Ásla Stenberg:
SIÐSØGA
Ásla
Tinganes, har Ásla kom at arbeiða.