hósdagur 24. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
17
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá søgum um
serligar fólkafundir úr blaðnum Neistin hjá
ungmannafelagnum Merkið.
istentur” og hevur vist verið á
landskrivstovuni frá fyrstu tíð.
Hon bleiv kallað frk. Jacobsen.
Síðan vóru tað Esther Bech,
dóttir kenda vinnulívsmanni
Christian Holm Jacobsen, Tor
bjørg Skovgaard, ættað av Tór
garði, Elisa Bentsen, Maria Miné,
Dorit Kærbech, ogHjørdis Thom
sen, seinni gift Persson.
Hetta var seinast undir sjálv
stýrislandsstýrinum, at Ásla kom
inn í myndina. Løgtingsval skuldi
verða 8. november sama ár.
Løgmaður var sum sagt Hákun
Djurhuus, og landsstýrismenn
vóru Erlendur Patursson, Karsten
Hoydal og Niels Winther Poulsen.
Í Tinganesi vóru tá eisini aðrar
deildir sum líkningarráðið, mann
talsstova, fiskirannsóknarstova,
fiskivinnustova og kommunala
eftirlitið. Í húsi fyri seg vóru
arrestin og skattadeildin.
Ytst á Tinganesi arbeiddu
landsstýrisfólkini. Her vóru eis
ini íbúðir, har landsstýrismenn
búðu. Her búðu so skiftivís
Kristian Djurhuus, Niels Winther
Poulsen, Sámal Petersen og Petur
Mohr Dam.
Men tað var funnið útav, at
hetta var ein óheppin skipan fyri
báðar partar at hava landsstýris
fólk búgvandi so nær umsitingini.
Tað bleiv eisini brúk fyri íbúðun
um til skrivstovur.
Fjølbroyttar uppgávur
Ein av fyrstu uppgávunum hjá
Áslu var hvønn morgun at fara
eftir posti á posthúsinum. Hetta
var ein uppgáva hjá næmingun
um. Posturin varð opnaður av
Onnu Katrinu og latin stjóranum,
seinni varð hann skrásettur í
journalini og síðan býttur út til
teirra, sum varaðu av málunum,
sum posturin snúði seg um.
Skrivstovuarbeiði var tá í tíð
ini heilt øðrvísi enn nú. Skrivi
maskinurnar vóru av tí gamla
slagnum, har skrivast skuldi
við ”handakraft”. Tá brøv vórðu
skrivað, skuldi tað vera við gjøgn
umslagi, har eitt kalkerpappír
skuldi vera fyri hvørt kopi, og
ofta skuldu vera fleiri kopi.
Varð skrivað skeivt, skuldi eitt
viskileður til at fjerna tað feil
skrivaða. Hetta mátti eisini rætt
ast í kopinum. Eitt framstig var
sokallaða einglablóðið, eitt slag
av hvítari máling at smyrja á tað,
sum var skrivað skeivt.
Í 1970-árunum hendi ein koll
velting. Hetta vóru skrivimask
inur við rættingarknøtti. Var
ein bókstavur skrivaður skeivt,
kundi hann strikast við at trýsta
á ein knøtt, og so kundi rætti
bókstavurin skrivast. Hetta var
so snilt, at ein illa kundi trúgva tí.
Í fyrru helvt av áttatiárunum
komu tær fyrstu teldurnar við
teirri kollvelting, sum hesar
merktu, tá slapst eisini undan at
nýta kalkerpappír.
Skuldi eitt kopi takast, skuldi
tað gerast inn í einum myrkum
rúmi. Tað kundi bara eitt kopi
takast í senn, so hetta kundi vera
sera drúgt, um tað var nógv sum
skuldi kopierast. Í dag verður
hetta gjørt automatiskt eftir eini
lítlari løtu uttan mun til, um nógv
eintøk skulu framleiðast.
Var eisini
løgtingsskrivstova
Tá í tíðini virkaði landsskriv
stovan eisini sum løgtingsskriv
stova. Her vóru lógaruppskotini
skrivað, eisini tey hjá andstøðuni.
Øll uppskot skuldi eisini
margfaldast til allar løgtingslimir
og nakað væl afturat, sum tørvur
kundi vera á.
Hetta er í dag løtuverk, men tað
var tað ikki tá. Alt tilfarið skuldi
skrivast á stensilar til duplikering.
Varð skrivað skeivt, so varð eitt
slag av reyðum blekki at nýta til
at dekka tað, sum var skeivt. So
kundi rætti bókstavurin skrivast.
Seinni kom eitt framstig, og tað
var stensilbrennarar. Skrivað
varð á vanligum pappíri, sum so
varð brent inn á ein stensil, men
framvegis var tað tíðarkrevjandi.
Í dag liggur alt inni á teldu. Við
henni slapst eisini undan, at fólk
komu út í Tinganes at biðja um
tað ella tað lógaruppskotið. Tey
kunnu sjálvi finna tað á heima
síðuni hjá løgtinginum. Alt hetta
hevur lætt nógv um arbeiðs
gongdirnar.
Løgmaður skuldi
vátta øll útgjøld
Tá var skipanin eisini tann, at
løgmaður skuldi undirskriva øll
útreiðsluskjøl omanfyri eina
ávísa upphædd, áðrenn tey vóru
goldin. So tað var eisini ein upp
gáva at fara til løgmann at fáa
hesa undirskrift. Men tað var ikki
altíð, at hann var tøkur, so ofta
mátti ein standa í bíðirøð fyri at
sleppa inn til løgmann.
Johan Djurhuus var sum sagt
stjóri á landsskrivstovuni. Hann
var sonur Kristian Djurhuus, sum
hevði verið løgmaður framman
undan. Hann var ein ógvuliga
sáttligur maður. Hann hevði eis
ini ein serligan myndugleika. Tá
ið tað vóru løgfrøðiligir spurning
ar, eisini í tinginum, so vórðu teir
lagdir fyri hann. Tá hann hevði
sagt sína hugsan, so var eingin
spurningur settur við tað. Hetta
gav sjálvsagt stabilitet í skipanini.
Nýggir løgmenn
Sama heystið sum Ásla byrjaði
á landskrivstovuni var løgtings
val. Úrslitið var, at sjálvstýris
samgongan misti meirilutan.
Tað kom at standa 13-13 millum
samgongu og andstøðu. Tað
vóru drúgvar úrslitaleysar sam
ráðingar um nýggja samgongu.
Tað varð enntá samtykt eitt
uppskot um nýval. Men millum
2. og 3. viðgerð kom samgonga av
teimum gomlu heimastýrisflokk
unum, Javnaðarflokkinum, Sam
bandsflokkinum og Sjálvstýris
flokkinum. Petur Mohr Dam
gjørdist aftur løgmaður.
Petur Mohr Dam doyði eft
ir at hava verið løgmaður í tvey
ár. Hann hevði tá partvíst røkt
løgmansembætið frá Lands
sjúkrahúsinum. Tá ið Dam doyði,
var Javnaðarflokkurin í teirri
støðu, at teir mettu seg ikki hava
ein tøkan løgmann at taka við.
Tískil varð avgjørt, at Kristian
Djurhuus skuldi taka við eftir
Dam. Helst hevur tað talt, at hann
var royndur á økinum. Hann var
eisini í landsstýrinum tá. Javn
aðarflokkurin fekk afturfyri
tveir landsstýrismenn. Teir vóru
Jákup Lindenskov, sum hevði
verið tingmaður fyri flokkin, og
Villy Sørensen, sum hevði verið
blaðstjóri á Sosialinum í mong ár.
Aftaná eitt ár hendi tað
syrgiliga, at Villy Sørensen knapp
liga doyði. Tá var tað, at Atli Dam
kom heim úr Kuwait at taka við
starvinum hjá Villa, sum hevði
umsitið fiskivinnumál. Hetta
valskeiðið kom at vera merkt av,
at tvey landsstýrisfólk doyðu ár
um ár.
Eftir valið í 1970 helt sama
samgongan fram, men nú var tað
við Atla Dam sum løgmanni.
Aftaná valið í 1974 vildu
Atli Dam og flokkurin royna
nakað heilt nýtt. Tá er tað, at
samgonga verður gjørd millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldis
flokkin og Fólkaflokkin. Hetta
var ein samgonga, sum á summ
um økjum var meira frísinnað
enn tann undanfarna, sum í sjálv
stýrismálum. Í hesum skeiðnum
var postverkið yvirtikið.
Henda samgongan helt fram
aftaná valið í 1978, men nú var
stevið millum flokkarnar ikki so
gott, og hetta endaði við nývali
í úrtíð í 1980. Tá er tað, at Pauli
Ellefsen bleiv løgmaður. Aftaná
valið í 1984 varð Atli Dam aft
ur løgmaður. Hann kom at vera
løgmaður í tilsamans 16 ár, tað
longsta skeiðið, nakar løgmaður
hevur sitið. Næstur honum er
Kristian Djurhuus við 10 árum.
Umframt var hann landsstyris
maður í átta ár.
Løgtingsskrivstovan
Í 1987 verður hildið, at løgtingið
skuldi hava sína egnu skrivstovu.
Hugskotið aftanfyri var at gera
løgtingið meira óheft av lands
stýrinum, sum grundleggjandi
var ein skilagóður tanki.
Løgtingsskrivstovan, sum
fyrst helt til á gamla Apoteki,
byrjaði sítt virki 1. september
1987. Kristoffer Thomassen varð
settur sum stjóri. Hann hevði
frammanundan arbeitt í lands
stýrinum. Afturat honum vóru
tá Ester Bech og Marius Rein,
kendur frá Kringvarpinum. Ásla
og Óluva Hansen komu í starv 1.
oktober, ein mánað seinni.
Aftaná Kristoffur bleiv Beinta
Festirstein stjóri, men hon var
bara stutta tíð. Aftaná hana bleiv
tað Súsanna Danielsen, sum var
systurdóttur Onnu Katrinu, sum
Ásla kom at arbeiða saman við, tá
ið hon kom í Tinganes av fyrstu
tíð. Nú er tað Jonhard Klett
heyggj.
Aftaná gamla Apotek var løg
tingsskrivstovan eitt stutt skifti
í gomlu Dimmalætting, og nú er
hon í tí umbygda løgtinginum.
Umsitingin hevur ment seg, hon
er nú komin upp á 11 fólk.
Trúgv og lítillátin
Starvsfelagar siga um Áslu, at
hon var trúgv og lítillátin. Hon
gjørdi ongan háva av sær.
Hennara fremsta styrki var,
at hon dugdi so væl føroyskt.
Tað, hon gjørdi, kundi eingin seta
fingurin á. Tí kom Ásla at rættlesa
nógv av tilfarinum á skrivstovuni,
og ein kann hugsa sær, at hetta
var ikki altíð so einfalt.
Hon var eisini ein teirra, sum
rættlas løgtingssøguna, sum kom
út fyri nøkrum árum síðani. Ásla
sigur, at hon hevur havt tað gott
í hesum arbeiðsplássum hjá tí al
menna.
Teir løgmenn, sum hava
verið, síðan Ásla kom á løgtings
skrivstovuna eru Jógvan Sund
stein, Marita Petersen, Edmund
Joensen, Anfinn Kallsberg,
Jóannes Ejdesgaard, Kaj Leo
Holm Johannesen og Aksel V.
Johannesen. Teir hevur hon ikki
beinleiðis virkað fyri sum løg
menn, men hon hevur so arbeitt
fyri teir sum løgtingsmenn. So tað
er rætt at siga, at vit hava havt 13
løgmenn, og Ásla hevur arbeitt
fyri 12 av teimum. Umframt er eitt
ótal av løgtings- og landsstýris
monnum, sum hon hevur virkað
fyri. Tískil hevur hon upplivað
stóran part av okkara politisku
søgu.
Gott at ganga heima
Ásla fór úr starvi í 2016, beint
áðrenn hon kundi havt 50 ára
starvsdag. Hon heldur, at tað er
deiligt at ganga heima, og hon
hevur nokk at gera. Hon gongur
í tveimum bindiklubbum. Og so
koma tey eisini í missiónshúsið á
Argjum, har hon og Hans Jacob
syngja við í kórinum. Eisini er
hon við í sjómankvinnuringinum
á Argjum.
Ásla er gift við Hans Jacob
Stenberg av Roykheyggi í Salt
nesi. Hann hevur arbeitt síni
40 ár á bileftirlitinum. Tey eiga
tríggjar synir, Jóhan, Jákup og
Jónfinn. Ommubørnini eru trý
og tað fjórða er á veg.
Áslu verður ynskt hjartaliga
til lukku við teimum 70 árunum
leygardagin.
Fyrsti løgmaður, Ásla kom at
arbeiða fyri, var Hákun Djurhuus.
Atli Dam. Seinasti løgmaður,
Ásla arbeiddi fyri
Ásla kom eisini at starvast saman
við Kristian Djurhuus, løgmanni