hósdagur 24. januar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019
SOSIALURIN 10
21
ÍTRÓTTUR
FØROYSKIR
SPÆLARAR SKULU
VERÐA TVØRIR
Landsliðslegendan er til reiðar at geva sítt íkast
til føroyskan fótbólt. Hann heldur, at føroyskir
spælarar skulu vera tvørir og tora at satsa upp
á fótbóltin. - Føroyskir spælarar skulu verða
tvørir, men eg haldi eisini tað er týdningarmikið,
at teir hugsa í trý til fimm ár á gangin, heldur
enn eitt hálvt ár, sigur Todi Jónsson
TRÓNDUR ARGE
S
einastu tíðina hevur Todi
Jónsson verið at sæð í
Føroyum aftur. Hann
hevur sagt í samrøðu við
Kringvarpið, at hann er troyttur
av fótbólti, men tað skal skiljast
í einum samanhangi. Honum
dámar væl at fáast við persónligar
fótbóltsvenjingar, og ynskir at
gera ein mun við spælarum, sum
eru farnir uttanlands og hava
avbjóðingar.
Todi Jónsson er í 46 ára gamal
og hárið er blivið meiri grátt, enn
tá hann ráddi fyri borgum á før
oyska landsliðnum í fótbólti. Tó
er eyðkenda smílið og røddin
tann saman, og hann er avbera
væl fyri kropsliga. Hann hevur í
eina tíð verið nakað spakur við at
verða frammi í miðlunum, eftir at
ætlanin við Fremad Amager koll
sigldi.
Todi Jónsson:
Fakta:
Navn: Todi Adam Jónsson
Føddur: 2. feburar 1972
Yrkisleið:
1991-1992
KÍ
1993
B36
1994–1997
Lyngby FC
1997–2005
FC København
2005–2006
Start
2007
Fremad Amager
2009
KÍ
Landsdystir/mál: 45 landsdystir
og 9 mál