Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 22 Perónlig venjing í fótbólti Í farnu viku var klaksvíkingurin í Føroyum og hevði nakrar fótbólt­ venjingar. -Tað er nakað, sum eg havi gjørt í skjótt níggju ár fyri børn, ung og elituspælarar. Eg havi gjørt sum eitt “hobbyarbeiði”. Tað kom av, at tá eg spældi við FCK høvdu vit bara málmansvenjarar. Tá hugsaði eg, at vit burdu eisini havt álopsvenjara, sum kundi farið í detalj­urnar við at læra at skjóta mál, tí tað er oftani tað tað snýr seg um, sigur Todi Jónsson. Hugskotið bleiv til veruleika, tá hann var til eina barnavenjing, har ein íðin pápi ikki heilt megnaði at fáa sum mest burturúr. -Eg var til fótbólt við soninum hjá táverandi konuni. Har stóð ein íðin pápi við einum tjúgu dreingjum, sum allir stóðu í kø at sleppa at skjóta. Tá hugsaði eg, at tað mátti verða ein marknaður fyri at gera persónliga venjing. Eg gjørdi eina heimasíðu og fór í gongd. Tað vísti seg, at tað var stórur áhugi fyri at koma til per­ sónliga venjing. Eg hevði kundar, sum komu heilt úr Jyllandi bara fyri at venja í ein tíma, sigur fyrr­ verandi landsliðsáleyparin. Hví ikki persónliga venjing í golf og tennis? Tá Todi Jónsson fer í gongd við sítt persónliga venjaraprojekt, eru ikki nógvir persónligir venjarar í fót­bólti. Tað er meira góðtikið at hava persónligar venjara í øðrum ítróttargreinum. -Eg var ein tann fyrsti, sum fór í holt við persónliga venjing í Danmark. Persónlig venjing í fótbólti hevur ikki verið so góð­ tikið, men tað hevur tað í ein­stak­ linga ítrótti sum golf og tennis. Men fótbólti, sum er eitt liðspæl, har hevur tað ikki verið eins væl sæð, men mennir tú teg ikki sum ein­staklingur í fótbólti, so sleppur tú heldur ikki á liðið. Tí valdi eg at fara í holt við hetta og tað hevur víst seg at verið spennandi, sigur Todi Jónsson og leggur afturat: - Tað hevur verið gevandi, tí børnini og tey ungu læra nakað. Tað er eisini stuttligt hjá mær at síggja, at eg kann læra tey nakað. Tað vísur seg eisini, at oft­ ani eru foreldrini eisini glað fyri tað, tí tey flestu, sum koma til mín eru spælarar, ið hava onkr­ ar avbjóðingar. Eitt nú sleppa tey ikki á liðið ella hava aðrar av­bjóð­ ingar, sum kunnu fylgja við í fót­ bólt­inum. Tá royni eg at ráðgeva teimum og vísa hvat tú kanst gera fyri at koma longri. Tað er eitt sindur sum at hava børn í skúl­ anum, sigur Todi Jónsson. Hví skulu øll gera tað sama? Tað eru ymiskar meiningar um hvussu ein spælari verður best vandur. Ert tú sterkur til okkurt, skalt tú so venja tað meir, ella skal tú venja tínar veikleikar. Todi hevur sín máta at gera tað uppá - Sjálv venjingin tekur støði í hvar á vøllinum ein spælari spælir. Eg royni at eisini at hava fokus á tí sum ein spælari dugur, heldur enn tí, sum hann ikki dugur. Er talan eitt nú um ein spælara, ið brúkar vinstra bein, so royni eg at gera hann betri við tí beininum, sigur fyrrverandi áleyparin hjá FCK. Hann ansa tó væl eftir, at tað er í samráð við eitt nú venjaran hjá tí, sum er til venjing. - Eg taki ongantíð ræðið á ein­um venjara, men royni at gera mítt íkast so ein spælari kann blíva betri. Ein avbjóðing til lið­ venj­ingar er, at ein álopsspælari og ein verjuspælari venja tað sama. Eg skilji ikki tann dag í dag, at allir s p æ l a r a r gera tað s a m a tá tað er venj­ing. Tað kundi tú gjørt tvær ferðir um vikuna, og so havt meiri persónliga venjing hinar dag­arnar, sigur Todi Jónsson. Hann heldur fyri, at tað kundi passandi verið ein venjari til verjuspælarar, ein til miðvallarar og ein áleypararnar. So hevði verið góður møguleiki at gjørt einastaka spælaran betri. Sum heild kunnu øll venda sær til Toda, men hann leggur afturat at tað er eitt átta ára aldrusmark, tí børn undir átta helst ikki fáa so nógv burturúr einum slíkum tíma. Hetta er fyrstu ferð í eitt hálvt ár, at Todi aftur er farin í gongd við at hava persónligar venjingar, og fyrst ferð í trý til fýra ár, at hann hevur havt slíkar venjingar í Før­ oyum. Troyttur av fótbólti Flestu av føroysku fótbólts­elsk­ar­un­ um undrast á, tá yv­ir­ skriftin eft­ir eina sam­ røðu við Kringvarpið var, at Todi Jónsson er troyttur av fót­bólti. Hann er ein ímynd av før­oyskum fótbólti og tey flestu munnu kenna hann fyri avrikini á lands­liðnum. - Tað eru tvey ymisk ting, sum ikki skulu misskiljast. Tað sum eg kanska ikki orki so væl, tað er tá ein dystur hevur verið í sjón­ varpinum í gjár, og onkur kem­ur og spyr hvat eg haldi um onkr­an spælarar, um venjarin ikki skuldi gjørt okkurt øðrvísi og so fram­ veg­is. Tað blívur so ókonkret, sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin og sigur víðari. -Tú kundi eisini sagt, at eg fái einki gjørt við tað. Við persónligu venj­ingini fá eg gjørt nakað við tað og hjálpa einum spælara. Eg kann fara inn og siga, at eg haldi at tú kanst gera hetta ella hatta. Tað gevur mær gleði, at eg kann hjálpa einum ungum dreingi ella ung­ari gentu at blíva betri, tað er nakað heilt annað enn hitt, sigur Todi Jónsson. Vit vóru minst líka góðir Eitt kjak, sum altíð er at finna í ítróttarheiminum, er hvør er nú best. Eisini skulu tíðirnar setast upp í móti hvørjum øðrum. So­ leið­is er eisini við føroyska lands­ liðn­um. Todi roynir at fylgja við landsliðnum og heldur, at før­ oysku spælararnir í dag eru væl fyri. - Trupulleikin við at búgva í Dan­mark er, at tú sær ikki lands­ liðið. Eg trekti meg eisini eitt sind­ ur, eftir alt tað, sum hendi við Fremad Amager. Síðani eg gavst við fótbóltinum havi eg bara sæð tveir landsdystir í Føroyum. So eg dugi illa meta um stigið. Teir dystirnir eg havi sæð, er munurin tann at liðið í dag er betri skipað og spælararnir eru kropsliga væl betri fyri. Kanska hava teir eisini eitt sindur lættari við at finna hvønn annan og spæla saman, sigur Todi Jónsson og leggur afturat: -Vit vóru meiri – um eg skal taka okkum spælara fyri spælara – og kann tað sikkurt blíva eitt stórt kjak um – so vil eg meta, at vit vóru betri spælarar tá, enn spæl­ar­arnir í dag. Men spælar­ ar­nir í dag eru nógv betri fyri og nógv betri skipaðir. Um tú gav núver­andi spæl­arunum somu treyt­ir, sum vit høvdu, ella um vit fingu sum treytir, ið teir hava, so vænti eg at vit vóru betri, ella minst líka góðir, sigur fyrrverandi lands­liðs­spæl­arin. Landsliðið kann blíva enn betri Mangan verður sagt, at føroyska landsliðið fyrr hevði størri per­són­ ligheitir á vøllinum. Todi kennir prátið aftur, men sær øðrvísi upp á hasa útsøgnina. - Tað verður tað gjørt til í miðl­ unum og tað passar kanska eisini, men vit høvdu okkara innanhýsis hierarki. Eg haldi eisini at lands­ liðið í dag hevur eitt hierarki, men tað er kanska meiri flatt. Hjá okk­um var ongantíð nakar ivi um hvør var ovast í hierarkinum. Tað var ikki tí tað var brutalt. Vit funnu altíð útav tí. Tað hevur nakað at siga hvørjum tú spælir við, og hvørja søgu tú hevur á lands­liðnum, sigur klaksvíkingur og sigur: - Eg síggi fleiri góðar spælarar á lands­liðnum í dag. Eg síggi millum annað Hall Hansson, sum klárar seg væl. Hann er væl fyri og er ein av bestu spælarunum hjá AC Hors­ens. Eisini Gilli Rólantsson klárar seg væl. Fært tú eisini ein spæl­ara sum Brand Hendriksson aft­ur, so kann landsliðið blíva gott. Hetta er einki negativt, tá eg sigi at teir eru líkir, sigur Todi Jónsson. ÍTRÓTTUR Framhald frá síðu 21 - Tað hevur verið gevandi, tí børnini og tey ungu læra nakað. Tað er eisini stuttligt hjá mær at síggja, at eg kann læra tey nakað. -Eg síggi fleiri góðar spælarar á landsliðnum í dag. Eg síggi millum annað Hall Hansson, sum klárar seg væl. Hann er væl fyri og er ein av bestu spælarunum hjá AC Horsens.