Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. JANUAR 2019 SOSIALURIN 10 23 Todi hevur bjóðað seg fram Tá Todi í samrøðuni vísir ein stór­ an áhuga fyri at venja, so nær­liggj­ andi at spyrja um hann ætlar sær nakr­an leiklut á landsliðnum í fram­tíðini. - Tað er eitt eymt punkt. Eg havi síðani eg gavst fríggjað til Fót­bólts­sambandið um onkran leik­lut. Tað, sum eg helt var ein mest upplagt var, at eg bleiv ein ment­or fyri spælararnar, sum spæla uttanlands, sigur Todi og for­klárar. - Í dag fáa vit nógvar pengar frá UEFA og brúka nógvar pengar upp á spælara­menning, men tá teir fara av landinum, so mugu teir klára seg sjálvan. Tað var eisini tank­in við Fremad Amager. Teir vit fram­vegis skuldu ansa eftir spælar­unum, tá teir komu til Dan­mark­ar. Føroyskir spælarar, sum fara landinum, koma fyrr ella seinni í mótgang. Teir kunnu blíva settir av liðnum ella blíva skadd­ir. har haldi eg, at eg kundi gjørt ein mun sum eitt umboð fyri Fót­bólts­ sam­bandið, sigur klaksvíkingurin og forklárar víðari. - Eg havi roynt tað fyrr og kann tí hjálpa at byggja teir uppaftur. Vísa á hvat teir kunnu royna, heldur enn at teir skulu klára alt sjálvir. Tað er komið fyri, at onkur mamma hevur ringt til mín og spurt, um eg ikki kann tosa við son­in, sigur Todi. Hann vísir eisini á, at tað eru so fáir spælarar í Føroyum, at vit mugu taka eina hond um hvønn einstakan spælara. - Vit eru so fá í Føroyum og tað eru fáir fótbóltsspælarar, so eg skilji ikki hví vit ikki brúka teir eginleikarnar, ið aðrir fótbólt­ spælarar hava fingið gjøgnum sína yrkisleið. Tað hevði verið nakað annað, um vit vóru Brasil, sum hevur fleiri túsund spælarar at velja í millum. Vit hava so fáar spælarar, at vit mugu hjálpa teimum sum eru. Eg sigi ikki at tað skal verða eg, men hatta kundi verið mín leiklutur, men vit hava eisini ein sum Julian Johnsson, sum hevur verið venjari í Danmark. Eg haldi vit hava nógvar fyrrverandi spælarar, sum hava nakað at læra okkum, sigur fyrr­verandi landsliðsspælarin. Lopið frá føroyskum fótbólti til Lyngby og FCK. Todi Jónsson spældi í árinum frá 1997 til 2005 í FCK, umframt eitt hálvt ár í Lyngby. Hann kom úr eitt sindur óskipaðum um­ støðum í Før­oyum, har hann fyri tað m e s t a spældi við KÍ. Hann h e ld ­ ur, at f ø r ­ oysk­ir spæl­arar k u n n u koma langt, men tað krev­ ur at verða tvør­ ur. - Grundleggjandi haldi eg at føroyski spælarar, sum hava eitt grundleggjandi talent og vilja, hava møguleikan at koma til eitt ávíst stig í útlendskum fótbólti. Tað krevur at fara úr Føroyum, har tú er ein stjørna og fólk kenna teg aftur í SMS, og fara til eitt stað í Danmark, har fólk ikki vita hvør tú ert. Tú kemur at byrja niðast hierarkinum og tað tekur eina løtu at arbeiða seg upp. Tað kann verða torført at halda fram og blíva við. Har haldi eg at ein veikleiki kann verða. Eg giti at teir flestu sum taka stigið føla, at teir kunnu vera við, men spurningurin er um teir hava “tvørheitina” at halda á, sigur Todi og nevnir Hall Hansson sum eitt gott dømi um ein spælarar, ið hevur klára júst tað. - Vit mangla tó enn at onkur tekur tað stóra stigi. Her er tað eg haldi, at eitt nú eg kundi verið við til at hjálpt einum slíkum spælara. Royna at arbeiða fyri, at spælarin velur at verða uttanlands og taka kampin upp, heldur enn at koma heim at spæla, sigur Todi. - Í síðsta enda vænti eg, at tað hevði gagnað føroyskum fót­bólti. Jú fleiri spælarar vit hava uttan­ lands, jú betri blívur landsliðið. Jú betri landsliðið blívur, fleiri dyst­ir vinna vit, sum gevur fleiri um­talu. Eg haldi at fleiri spælarar kunnu røkka longri enn teir gera, sig­ur klaksvíkingurin, sum ikki smæð­ ist at kalla seg eitt sindur tvøran. - Eg haldi at føroyskir spælarar skulu verða tvørir, men eg haldi eisini tað er týdningarmikið at teir hugsa í trý til fimm ár, heldur enn eitt hálvt ár á gangin. Fert tú avstað sum 18 ára gamal, so er tú bara 23 aftaná tey fimm ár­ini. Tað er ongin aldur, tú kanst spæla til tú ert 35 ár. Tað er nemt at koma heim aftur, men uttan at nið­ur­ gera nakran, ið ger tað, so haldi eg at tú skal seta fimm ár av – og brúka tey, er boðskapurin hjá Toda. Og hann veit hvat hann tosar um – tí hann kláraði tað. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Todi um at blíva venjari: Hann trekkjur upp á svarið eina løtu. Hann hevur hug á fótbóltinum, men tað merkir ikki at hann ynskir at blíva venjari. -Eg veit ikki um eg hevði tímað at verið ein beinleiðis venjari. Tað er bundið arbeiðið, meðan eg ynski at eitt sindur av frælsi. Tí kundi eg verið álopsvenjari ella mentor hjá spælarum, tá hevði eg havt frælsið at avgjørt hvat eg skal gera. -Jú fleiri spælarar vit hava uttanlands, jú betri blívur landsliðið. Jú betri landsliðið blívur, fleiri dystir vinna vit, sum gevur fleiri umtalu -Vit eru so fá í Føroyum og tað eru fáir fótbólts­ spælarar, so eg skilji ikki hví vit ikki brúka teir egin­ leikarnar, ið aðrir fót­ bóltspælarar hava fingið gjøgnum sína yrkisleið.