hósdagur 24. januar 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
januar 2019
25
Pætur Hjalmar Evensson
1. januar í ár var ein serligur dagur hjá Bygma
Balslev. Tá tók Sjúrður Olsen við starvinum
sum nýggjur forstjóri í stóru fyritøkuni, eftir at
Bent á Lava valdi at gevast. Bent á Lava gavst
eftir 48 ár í starvi hjá fyritøkuni, harav hann
seinastu 25 árini var forstjóri.
Stjóraskiftið
fall
nokkso
natúrligt
á
argjamannin Sjúrð Olsen, tí hann kennir so at
siga alt virkið út og inn eftir at hava starvast í
nógv ár hjá Balslev. Hann byrjaði longu í 1995
sum søluleiðari og hevur síðan 2008 røkt
starvið sum sølustjóri.
Koyra sama leist
Sjúrður Olsen heldur, at Bygma Balslev er á
røttu kós, og hann ætlar ikki at gera nakrar
stórvegis broytingar við virksemið í verandi
løtu.
- Vit hava eina super fyritøku, sum eg
sjálvur havi verið ein partur av í 25 ár. Onkrar
tillagingar verða nokk gjørdar í framtíðini, men
annars verður tað koyrt víðari við sama leisti,
sigur hann.
Sjúrður Olsen hevur ein serligan tokka til
Bygma Balslev, og hann ivaðist ikki, tá hann
varð biðin um at taka við nýggja starvinum.
- Um mann setti ein stjóra, sum ikki kendi
fyritøkuna framman undan, kundi mann
kanska risikerað stórar broytingar í rakstrinum.
Nú havi eg verið her í so nógv ár, so tað tryggjar
onkursvegna, at Bygma Balslev koyrir sama
leist. Eg havi eitt gott forhold til starvsfólkini
her, og tí veit eg, at vit hava tey røttu fólkini.
Tað er ein heiður at blíva leiðari fyri hendan
starvsfólkahópin.
Ótolin av lyndi
Sjúrður Olsen er spentur uppá nýggju
avbjóðingina . Sum garvaður sølumaður
viðurkennir hann, at hann má venja seg við
sín nýggja sess.
- Eg komi at gera nógv av teimum somu
tingunum, sum eg gjørdi sum sølustjóri. Men
tað eru nøkur viðurskifti, sum eg má seta meg
betur inn í nú fyri at blíva sterkari á teimum
økjunum, sum eg ikki eri so vanur at fáast
við. Eg eri ótolin av lyndi, so eg vil helst duga
alt beinanvegin, sigur nýggi stjórin við einum
brosi.
Politikkur og stjórastólurin
Sjúrður Olsen er royndur politikari og hevur
sitið í Býráðnum hjá Tórshavnar kommunu í
nógv ár. Eitt av hjartamálunum hjá honum tá
var at arbeiða fyri vinnuni, og nú situr hann í
stjórastóli í byggivinnuni. Royndirnar sum
Sjúrður Olsen:
- VIT GEVA OKKARA STARVSFÓLKUM ÁBYRGD, TÍ VIÐ AT
GEVA TEIMUM ÁBYRGD, SO TAKA TEY ÁBYRGD, SIGUR
SJÚRÐUR OLSEN, SUM ER NÝGGJUR FORSTJÓRI Í BYGMA
BALSLEV. HANN FYRIREIKAR SEG UPPÁ FRAMTÍÐINA, TÍ GÓÐA
GONGDIN HJÁ BYGMA BALSLEV ER M.A. TREYTAÐ AV NÓGVA
BYGGIVIRKSEMINUM Í LANDINUM Í UPPGANGSTÍÐUM SUM NÚ
Vit hava tey
røttu fólkini