hósdagur 24. januar 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Januar 2019 25
býráðspolitikari kunnu væl setast í samband
við uppgávurnar og ábyrgdina sum stjóri í
Bygma Balslev.
- Í politikki eri eg ærligur, og øll vita akkurát,
hvar tey hava meg. Arbeiðsorkan í politikki
og Balslev er tann sama. Eg eri ikki populist,
men vil hava ting at henda. Í politikki lærir
mann, hvussu tingini fyriganga hinumegin, so
politisku royndirnar eru heilt sikkurt ein góð
barlast at hava, sigur Sjúrður Olsen.
Trivnaðurin er altavgerandi
Í Bygma Balslev ganga tey sera høgt upp
í starvsfólkatrivnað. Nógv av teimum, sum
arbeiða har, hava arbeitt har í nógv ár eftir
hondini, og mann kann næstan samanbera
tað við eina stóra familju.
- Vit hava altíð lagt stóran dent á at fara
út eftir teimum røttu starvsfólkunum. Vit
geva okkara starvsfólkum ábyrgd, tí við at
geva teimum ábyrgd, so taka tey ábyrgd.
Arbeiðsmoralurin er góður her uppi, og tað eru
ongantíð nakrar ósemjur millum starvsfólkini.
Tað ræður heldur um at loysa trupulleikarnar,
áðrenn tað kemur har til, fortelur Sjúrður Olsen.
Bygma Balslev liggur á Vegnum Langa í
Hoyvík, og har hevur fyritøkan eitt stórt øki til
alt sítt virksemi. Økið er eyðkent av nógvum
aktiviteti.
- Vit hava tilvitað lagt okkum eftir at gera
hetta til eitt handverkaraumhvørvi. Tað ger,
at mann følir seg væl at koma niðan her og
onkursvegna følir seg heima.
Kreftirnar samlaðar á einum stað
Um mann hyggur eftir roknskapinum hjá
Bygma Balslev, so síggja tølini góð út.
Fyritøkan hevur seinastu árini ment seg til
at í dag kunna kalla seg størstu byggibúð í
Føroyum. Men hvat er tað, sum Balslev hevur
gjørt rætt?
- Vit hava altíð havt fokus á at menna virkið,
vit eru fíggjarliga væl fyri og hava heldur einki
lán. Vit liggja bara á einum staði, so vit samla
kreftirnar her á staðnum. Tað eru ikki meir enn
45 minuttir at koyra runt í Føroyum í dag, so
tað loysir seg væl bara at vera her í Hoyvík.
Harumframt er tað er ein stór styrki at hava so
stórt lagur, sum vit hava, sigur Sjúrður Olsen
og leggur aftrat at logistikkurin er góður.
At vera ein so stór fyritøka hevur eisini
ábyrgd við sær.
- Vit eru tann fremsti í Føroyum, og tí hvílir
ein sera stór ábyrgd á okkum. Tað er ikki altíð
lætt at vera tann førandi.
Hugsa um framtíðina
Sjúrður Olsen sær ljóst uppá framtíðina hjá
Bygma Balslev. Hann sær ein fyrimun í, at
Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu í 2020.
Tá verður tað skjótari hjá Bygma Balslev at
koyra norður eftir við vøru, samstundis sum
fleiri kundar hava møguleika at koma skjótari
til Havnar at vitja Balslev.
Fyri tíðina leverar fyritøkan til nógv av
teimum størstu byggjaríinum í Føroyum;
hetta veri seg eitt nú til Musikkskúlan,
Skúlan á Fløtum, Glasir, nýggju hotellini og
Landssjúkrahúsið, og hetta er avgerðandi fyri
góðu sølutølini hjá Bygma Balslev.
- Men tíðirnar fara ikki at blíva ikki við
at vera so góðar, og sølan fer ivaleyst at
minka, tá øll hesi arbeiðini verða liðug. Tað er
umráðandi hjá okkum at vita, at tað er serliga
nógv specialvøra, sum vit selja nú. So er
spurningurin, hvussu sølan fer at síggja út, tá
stóru byggjaríini verða liðug. Vit mugu duga
at vera í alduni í uppgangstíðum. Tí hava vit
stórt fokus á ta vanligu vøruna til tann vanliga
borgaran, sigur Sjúrður Olsen.
- Men tíðirnar fara ikki at blíva
ikki við at vera so góðar, og
sølan fer ivaleyst at minka, tá
øll hesi arbeiðini verða liðug.
Tað er umráðandi hjá okkum
at vita, at tað er serliga nógv
specialvøra, sum vit selja nú