Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 januar 2019 25 Søgan um Balslev Frá sildaverk­ smiðju til byggibúð BYGMA BALSLEV HEVUR EITT STÓRT SAMLAÐ ØKI, OG TILSAMANS STARVAST UMLEIÐ 50 FÓLK FULLA TÍÐ Í BYGMA BALSLEV. SØGAN HJÁ FYRITØKUNI ER GOMUL OG ÁHUGAVERD, OG VIT FORTELJA SØGUNA HER Pætur Hjalmar Evensson Bygma Balslev telist millum mest framkomnu virkir av sínum slag í danska kongaríkinum. Felagið hevur sín uppruna í 1906 og er farið ígjøgnum stórar broytingar frá byrjan og til henda dag. Stutt sagt hevur felagið hevur specialiserað og moderniserað seg, so alt virksemið er undir einum taki á Vegnum Langa í Hoyvík. Alt byrjaði í 1906, tá tveir ungir menn, Harra Balslev og Harra Goos, stovnaðu handilsvirki í Keypmannahavn, P/F Balslev & Goos. Teir knýttu handilssambond í Føroyum og Íslandi og grundløgdu á Siglufirði fyrstu sildaoljuverksmiðju í Íslandi. Í 1927 varð deild latin upp í Havn, og mitt í 30’unum varð stórur goymslu- og skrivstovubygningur bygdur á nýggju bryggjuni við Eystaruvág. Partafelagið Balslev & Co varð stovnað í 1934 fyri at halda virkseminum skilt sundur frá móðurfelagnum í Keypmannahavn. Virksemið øktist nógv hesi árini – heilsøla, kol- og timburhandil komu aftrat, og seinni eisini fiskiskip. Í 1979 flutti timburhandilin niðan til Hoyvíkar í ein 3000 m2 stóran bygning á einum 10.000 m2 stórum øki, sum var ein stór broyting frá trongu umstøðunum við Eystaru Vág. 10 ár seinni lat fyrsti byggimarknaður í Føroyum upp við 1.500 m2 á sama stað. Ein alsamt størri partur av virkseminum hjá fyritøkuni var í Havn, og tí bleiv skrivstovan hjá Balslev & Goos í Keypmannahavn niðurløgd. Felagið flutti til Havnar í 1984. Tann 1. januar 1998 vórðu bæði feløgini, P/F Balslev & Goos og P/F Balslev & Co løgd saman í eitt felag við navninum P/F Balslevs Timburhandil & Byggibúð. Í dag er felagið timburhandil og byggimarknaður, og í 2008 bleiv Balslev keypt av stóru donsku fyritøkuni, Bygma. Tí eitur felagið í dag Bygma Balslev. Felagið hevur í fleiri umførum víðkað um sítt øki og virksemi við eitt nú at latið fleiri deildir upp. Samanlagt hevur Bygma Balslev eitt samlað øki á umleið 24.000 m2. Av hesum eru umleið 6.500 m2 undir taki. Tilsamans starvast umleið 50 fólk fulla tíð í Bygma Balslev Saman við A.P. Møller rak Balslev í sínari tíð tvær fransaskonnartir, Maritè og Lieutenent Vedrines, umframt trý smærri skip Í 1979 flutti timburhandilin hjá Balslev niðan til Hoyvíkar frá Eystaru Vág