Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 januar 2019 25 Magnus Andreassen, sum bæði hevur tikið okk­um kaffikannu, einnýtsluíløt og góðar kara­ mell­ur uppí bilin. Uppgávan, sum ungi trailaraførarin skal gera á hesum fyrsta túrinum mikumorgunin, er, at hann skal út á nýggju oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, har fleiri trailarar hjá OCD standa, eftir einum tómum trailaravogni, sum skal koyrast inn á Bakkafrost. Hetta gongur sum smurt, og tað tekur onga løtu hjá honum at heingja trailaran upp í trekkjaran, og tá vit koma inn á Bakkafrost, bakkar hann hegnisliga stóra vognin inn í avskipingarhøllina. - Eg haldi, at hetta eru bestu rampur í Før­ oyum. Her er gott pláss, og tað er ómaka­leyst at bakka trailaran inn. Eg bakki spakuliga sein­ asta pettið, til eg føli, at vognurin kemur ímóti nøkrum gummipútum, sigur hann. Tá trailarin er komin upp á pláss, verður koyrt út aftur á nýggju oljubryggjuna eftir einum øðrum trailara, sum er fullur av frystum laksa­vørum, sum skulu koyrast suður til Smyril Line í Havn. Hetta er fiskur, sum fer umborð á Norrönu kvøldið eftir, nevniliga hóskvøldið, tá skipið fer til Hirtshals. Tá vit aftur standa á oljubryggjuni, skrivar Magnus Andreassen longu fyrsta koyriseðilin, og tá seðilin er skrivaður, vísir hann okkum buntið við koyriseðlum frá tveimum undan­ farnum døgum. - Allar uppgávur, sum vit gera, skulu skrivast á koyriseðilin, og hvør uppgáva fær sín seðil. Í hesum førinum ljóðaði seðilin upp á at hava koyrt tóman vogn inn á Bakkafrost - hvør vognurin er, og nær hetta er gjørt. Eg skráseti tað, eg geri, og hetta er ein hondskrivaður seðil, sigur hann. Plumba ikki loysast Úti á nýggju oljubryggjuni tekur Magnus Andreas­sen nú ein nýggjan trailara upp á stóra trekkjaran. Trailarin, sum í hesi løtu frystur 24 stig, er fullur við laksi, og hetta eru portións­ vørur hjá Bakkafrost, sum nú skulu koyrast til Havnar til avskipingar. Hóast mátarin á trailaranum sigur, at kuldastigini eru 24, fer ungi førarin út við ein­ um lítlum mátitóli, sum skal stingast inn í frystu laksa­vørurnar fyri endaliga at staðfesta, at alt er í lagi. Men, tá Magnus Andreassen kemur til bak­ hurðina á trailaravogninum, er hurðin plumbað. Í sendaranum vendir hann sær til skriv­stov­ una hjá OCD og spyr, um hann kann loysa plumb­una fyri at vísa blaðmanninum, hvussu hann mátar kuldan í frysta fiskinum, men svarið er nei, at tað skal hann ikki. - Eg væntaði heldur ikki, at tað fór at bera til. Í hesum førinum er trailarin fyltur á Bakkafrost og plumban, sum eisini hevur eitt nummar, er endaliga sett á hurðalásið. Tað merkir, at eingin skal inn í trailaran frá tí, at útflytarin setir plumbuna á, til keyparin í útlandinum hevur laksin. Hetta er fyri at tryggja allar partar, selj­ ara, keypara og okkum sum flutningsfelag. Trailaraførarin skrásetir bæði plumbu­ numm­ar, nummarplátu á trailaravogni og kuldastigini í vogninum. Tá ferðin til Havnar er byrjað og stóri trekkj­ arin, sum vit sita í, hevur sett á tunga trailara­ vognin, sigur Magnus Andreassen, at trailarin er betri, seigari og behagiligari at koyra, tá vogn­urin hongur uppií. Tá eingin vognur er, verð­ur trekkjarin líka sum heldur lættur í aftara enda. - Jú, sjálvandi er hetta tilsamans eitt stórt og tungt akfar, men ein slíkur trekkjari hevur neyð­uga útgerð og góðan komfort. Bilurin hevur fartpilot, og hann heldur sjálvur frástøðu frameftir. Tá eg nærkist bilinum framman fyri, bremsar trekkjarin sjálvur. Um bilurin framm­ an fyri høggur bremsurnar í – ja, so høggur trekkjarin eisini bremsurnar í. So, her er næstan einki at gera hjá føraranum, meðan koyrt verður, sigur hann brosandi. Langir arbeiðsdagar Stórir bilar av hesi støddini hava í mesta lagi loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman, og hvat heldur so ungi førarin um tað? - Vit halda okkum til lógarinnar krøv, og stjórin leggur okkum eina við, at vit skulu halda okkum til reglurnar og koyra eftir um­ støðunum. Vit skulu syrgja fyri, at førarin sjálvur, bilur og vøra koma fram og heim aftur í øllum góðum og uttan óhapp. Stjórin leggur á ongan hátt trýst á okkum fyri at fáa okkum at koyra skjótari, enn loyvt er, og umstøður annars loyva. Hinvegin er tað ein sannroynd, sigur Magnus Andreassen, at stóru bilarnir eru góðir og tryggir at koyra. - Tá vit ikki kunnu koyra meira enn 70 kilometrar um tíman, er greitt, at flestu bilar, sum annars hava loyvi at koyra í mesta lagi 80 kilometrar um tíman á landsvegnum, yvir­ hála okkum, og tað er kanska ikki altíð so lætt, tá trailararnir eru slakar 16 metrar langir. Um fremstu bilarnir ikki yvirhála, tá umstøður eru, kann bilrøðin aftan fyri trailaran stundum gerast stór. Tað er serliga, tá Norröna hesa tíðina av árinum fer úr Føroyum hóskvøldið klokkan 21, at nógvur laksur verður koyrdur til skipið. - Tað er vanligt, at vit koyra einar 4-5 slíkar trailaravognar av Bakkafrost til Havnar um dagin, og tað merkir, at arbeiðsdagurin skjótt kann gerast einar 12-13 tímar. Magnus Andreassen, sum koyrdi fimm túrar til Havnar dagin fyri, at vit vitjaðu, vísir á, at ein onnur uppgáva hjá bilførarunum er at halda trailararnar reinar. - Tað riggar ikki at koyra matvøru í skitnum vognum og trekkjarum, og tí ganga vit høgt uppí at halda trailararnar reinar. Hesin bilurin, sum er ein Scania R580 V8, er eini trý ára gamal, og tað eru allar orsøkir til, at bilurin er reinur og vakur, sigur hann. Hóast laksur er størsta einstaka vøran hjá flutningsfyritøkuni  OCD, kemur eisini nógv vøra heim úr útlandinum, sum skal koyrast út til nógvar viðskiftafyritøkur kring landið, og sum vit nevndu í byrjanini, er goymslan til eysturoyarøkið og norðoyarøkið í hølunum í Saltangará. - Eystnes og Hvítanes koma á Havnina skiftandi annað hvørt leygarkvøld, og tá koma skipini við ymiskum vørum, sum føroyskar fyritøkur keypa í útlandinum. Hetta merkir, at ein bilførari er til arbeiðis sunnudag, og tá verð­ur­ gjarna byrjað at koyra longu klokkan 8. Hetta er eitt arbeiði, sum gongur upp á skift millum teir, sum vanliga koyra hesar vørur. Síðan verður aftur byrjað mánamorgunin at koyra hesar vørur út aftur til viðskiftafyritøkur kring landið, sigur Magnus Andreassen. Spennandi at koyra Vit spurdu eisini 26 ára gamla trailaraføraran, um tað kennist eitt sindur ”cool” dagliga at koyra eitt akfar, sum tilsamans er út við 16 metrar langt. - Nei, tað vil eg ikki siga. Nú havi eg koyrt í nøkur ár, og eg haldi, at hetta er eitt spennandi arbeiði. Tað er áhugavert og gevur tær nøgdsemi at veita viðskiftafyritøkum eina góða og holla tænastu, sum OCD leggur stóran dent á. Men, eg eigi eina dóttir – Joan, sum er fimm ár – og hon heldur tað vera ”cool”, at babba koyrir trailara, sigur hann brosandi. Magnus Andreassen sigur, at hann onkuntíð hevur havt dóttrina uppi í trailaranum, og tað heldur hon vera ógvuliga stuttligt. - Vit hava ein góðan og dugnaligan stjóra í Símuni Danielsen. Hann er ein góður og reellur arbeiðsgevari, sum vil hava tingini at fungera. Er okkurt, sum ikki riggar nóg væl, so skal tað fáast at rigga. Jú, Símun Danielsen er óførur og við honum er fyritøkan í góðum hondum, sigur Magnus Andreassen. Blaðmaðurin og trailaraførarin hava nú skift orð á ferðini til Havnar, og tá Magnus Andreassen hevði loyst trailaravognin av úti á Eystaru Bryggju í Havn, var blaðmaðurin eisini við honum inni á gólvinum hjá Smyril Line Cargo, har hann avhendaði tey skjøl, sum fylgja við trailaravogninum við frystu laksavørunum, sum saman við mongum øðrum trailarum fóru til Danmarkar við Norrönu hóskvøldið. Framhald frá síðu 17 Á skíggjanum vísir Anna Joensen okkum, hvar bilarnir hjá OCD eru í løtuni, og tað er ein gps-skipan við forriti, sum syrgir fyri, at hetta ber til Mynd: Álvur Haraldsen Eini 18 fólk starvast hjá OCD, harav 14 bilførarar, trý skrivstovufólk og stjórin, Símun Danielsen, sum er maðurin í miðjuni á myndini. Hesa løtu, tá myndin er tikin, vóru flestu bilar farnir út at koyra Mynd: Álvur Haraldsen