Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 Januar 2019 25 ein annan. Tá er øðrvisi við bingjuskipunum, sum kunnu hava fleiri bingjur standandi oman­á hvørji aðrari. Hinvegin er laksur, sum fer við trailara umborð á Norrönu, ein rættiliga kostn­aðarmikil vøra. Tá Norröna kemur av Seyðisfirði, eru vanliga einir 30 trailaravognar við, og tá so einir 80 vognar aftrat koma úr Føroyum, eru bæði dekkini á skipinum full. Áðrenn vit líka gera eitt kag inn á skriv­ stovuna, sigur stjórin, at OCD koyrir alt saltið hjá MJ Saltsølu út um landið, og her eru serliga fýra stórir viðskiftapartar, nevniliga Vaðhorn á Strondum, Fiskavirkið í Gøtu, Kósin í Klaksvík og Delta Seafood á Tvøroyri. Tá vit hyggja inn á skrivstovuna, sita tvær kvinnur og fáa sær ein drekkamunn í kantinuni og ein onnur kvinna, Anna Joensen, situr við telduna. Á skíggjanum vísir Anna Joensen okkum yvirlit yvir vørur, sum skulu avgreiðast av land­ inum næstu dagarnar, og hvørjar vørur eru á veg heim til Føroya. - Á einum forriti, sum byggir á eina gps- skipan, síggi eg eisini, hvar ymisku bilarnir hjá okkum eru í løtuni, og vit hava ein sendara, har vit kunnu rópa á bilførararnar um okkurt er, sum teir skulu minnast til á leiðini, sigur Anna Joensen. Magnus til reiðar Tá vit koma út aftur av skrivstovuni hjá OCD, er tíðin komin at fara beint upp í stóra trekkjaran hjá Magnusi Andreassen. Hetta eru so mikið stórir trekkjarar ella forvognar, at hevur tú ikki roynt hetta áður, noyðist tú líka sum at hála teg við makt upp trappurnar og upp í stýrhúsið. Her situr tú bæði høgt og væl. Komnir til sættis uppi í rúmliga húsinum, sæst beinanvegin, hvussu gott útsýnið er hiðani, og tú sært eisini, at aftan fyri ryggin á okkum er koyggja, har bilførari – um hann hevur hug og er troyttur – kann leggja høvdið niður at, um neyðugt er at bíða onkustaðni. - Nei, eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi lagt høvdið niður at í koyggjuni. Tað er sjáldan, at longri steðgir eru, men onkur løta kann koma fyri uppundir endan av einum degi, sigur Framhald frá síðu 18 OCD hevur 15 bilar og 14 bilførarar, 11 trekkjarar – og so fýra sonevndar kassabilar við lyftu Mynd: Álvur Haraldsen - Allar uppgávur, sum vit gera, skulu skrivast á koyriseðilin, og hvør uppgáva fær sín seðil, sigur Magnus Andreassen Mynd: Álvur Haraldsen Hesin bilurin hjá OCD koyrir við salti til viðskiftafeløg fyri MJ Saltsølu á Toftum