hósdagur 24. januar 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
januar 2019
25
- EG VIL IKKI SIGA, AT TAÐ ER ”COOL” AT KOYRA TRAILARA. NÚ HAVI
EG KOYRT Í NØKUR ÁR, OG EG HALDI, AT HETTA ER EITT SPENNANDI
ARBEIÐI. TAÐ GEVUR NØGDSEMI AT VEITA VIÐSKIFTAFYRITØKUM
EINA GÓÐA OG HOLLA TÆNASTU, SUM OCD LEGGUR STÓRAN
DENT Á. MEN, EG EIGI EINA DÓTTIR – JOAN, SUM ER FIMM ÁR – OG
HON HELDUR TAÐ VERA ”COOL”, AT BABBA KOYRIR TRAILARA,
SIGUR 26 ÁRA GAMLI, MAGNUS ANDREASSEN, BROSANDI
Vilmund Jacobsen
Í samband við vinnutemaið í Sosialinum í dag,
ið snýr seg um flutning, vóru vit fyrrapartin
mikudagin ein túr við ungum trailaraførara,
sum koyrir fyri flutningsfyritøkuna OCD í
Saltangará.
OCD er stovnað í 1949 og hevur í ár sjeyti ár
á baki. Tað var Óli Christian Danielsen, sáli, ið
stovnaði fyritøkuna, og haðani kemur navnið
– OCD.
Stovnarin rak fyritøkuna í fleiri ára tíggjur,
til sonur hansara, Símun Danielsen, tók yvir
og bar stafettina, sum pápin slóðaði fyri, víðari
fram á leið.
Í fjør vár keypti Smyril Line Cargo flutnings
fyritøkuna, sum í nógv ár hevur koyrt fast fyri
Smyril Line, men hóast fyritøkan nú fór á aðrar
hendur, helt Símun Danielsen fram sum stjóri,
eins og fyritøkan framvegis ber navnið OCD
eftir pápa hansara.
Eini 18 fólk starvast hjá OCD, harav 14
bilførarar, trý skrivstovufólk og stjórin, Símun
Danielsen, og tá Smyril Line Cargo keypti,
fingu øll bjóðað nýtt starv í fyritøkuni.
Endamálið við at keypa OCD segði stjórin í
Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, vera, at felagið
vil hava tamarhald á virðisketuni og soleiðis
tryggja, at viðskiftafyritøkur framhaldandi fara
at fáa somu framúr góðu tænastu, sum OCD
er kend fyri og hevur veitt felagnum.
Nógv virksemi
OCD hevur framvegis sínar skrivstovur og sína
støð í Saltangará, har fyritøkan eisini húsaðist
fyri søluna í fjør vár. Hetta er beint niðan fyri
Statoil-støðina í Saltangará og húsini, har Óli
Christian Danielsen búði.
Hesir bygningar, sum eisini hýsa goymslu,
lastbilaverkstaði og Akstovuni, vóru ikki við í
keypinum, tá OCD varð selt.
Soleiðis er Smyril Line Cargo við sínari
flutningsfyritøku nú í leigaðum hølum.
Tá vit komu á staðið mikumorgunin klokkan
9, vóru bilar hjá OCD longu farnir út á vegirnar
at koyra og bilurin, sum vit skuldu við, stóð í
gongd og var klárur at fara.
Stjórin, Símun Danielsen, hevði verið so
beinasamur at velja okkum ein ungan mann,
26 ára gamla, Magnus Andreassen, sum býr í
Runavík, at koyra túrin saman við.
Tað skuldi kortini taka eina løtu, áðrenn vit
fóru úr túninum hjá OCD, tí skift varð orð um
ymiskt, og vit fingu eisini høvi at hyggja eftir
umstøðunum inni á skrivstovunum og heilsa
upp á tær tríggjar kvinnurnar, sum starvast har.
Í túninum greiddi Símun Danielsen okkum
frá, at vørurnar, sum koma á goymsluna í
Saltangará, er ymiskur innflutningur, sum
skipini hjá Smyril Line koma heim til Føroya
við, og hetta eru vørur, sum skulu koyrast út í
Eysturoy og Norðoyggjum.
- Her er alt frá pakningi til alilaks og til
ymiskar matvørur, sum handlar í Eysturoy og
Norðoyggjum hava keypt heim til Føroya.
Stjórin sigur, at OCD hevur 15 bilar og 14
bilførarar. Hetta eru 11 trekkjarar, sum eru bilar,
ið taka trailaravognar upp á – og so fýra so
nevndar kassabilar við lyftu, sum hann rópar
bilarnar.
- Tað er eingin loyna, at okkara allar størsti
flutningur er koyring við laksi, serliga fyri
Bakkafrost. Taka vit Norrönu, so tekur hon
110 trailarar á tveimum dekkum. Hvør trailara-
vognur er 13,60 metrar langur, og í hvønn trail
ara ganga júst 33 plattar, eitt nú við frystum
laksavørum til útflutnings. Í einum slíkum
vogni eru umleið 18 tons av laksi.
Símun Danielsen vísir á, at trailaraflutning
urin, sum eisini verður róptur ”roll on-roll off”, er
skjótasti flutningur av sínum slagi.
- Men, trailararnir taka nógv pláss, og tað
ber sjálvsagt ikki til at seta ein trailara omaná
Ungur maður í
stórum trailara
- Tað er vanligt, at vit koyra einar 4-5
trailaravognar til Havnar um dagin, og
tað merkir, at arbeiðsdagurin skjótt kann
gerast einar 12-13 tímar, sigur Magnus
Andreassen
Mynd: Álvur Haraldsen