hósdagur 24. januar 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
januar 2019
25
- Nógv byggivirksemi er í gongd, og
góða gongdin sæst í stóran mun aftur
í burturkastnøgdunum, sigur Sissal
Evudóttir Lervig, samskiftisfólk hjá IRF.
Allar kommunur í Føroyum, við
undantaki av Tórshavnar kommunu,
eiga og reka í felag renovatiónsfelags
skapin, IRF. Missiónin hjá IRF er at halda
Føroyar reinar.
Hjá
IRF
starvast
tilsamans
12
ruskinnsavnarar í meginøkinum, tríggir
eru í Suðuroynni, og á Sandoynni
og á útoyggj nýtir IRF undirveitarar.
Í Tórshavnar kommunu eru níggju
ruskinnsavnarar. Í løtuni eru tað bara
manligir ruskinnsavnarar í Føroyum.
Gongd er á samfelagshjólunum
Tað er torført er siga, hvussu nógv
rusk hvørt húski í Føroyum framleiðir
í miðal. IRF skrásetir alt móttikið rusk,
men hagtølini umfata alt burturkast
frá húskjum, bingjuplássum, virkjum,
stovnum o.ø tilsamans.
Hagtølini hjá IRF fyri 2018 eru
ikki almenn enn, men verður hugt
eftir tølunum frá 2017 sæst, at hóast
endurnýtsluhagtølini
eru
vaksandi,
vaksa tølini fyri burturkast at brenna
eisini. IRF tók tilsamans ímóti 234.691
m3 av burturkasti í 2017. Av hesum
vórðu sløk 70 prosent brend. Í 2016 var
talið av burturkasti 208.003 m3, so talið
í 2017 er ein vøkstur upp á 12,8 prosent
í mun til 2016.
- Nógv byggivirksemi er í gongd, og
góða gongdin sæst í stóran mun aftur
í burturkastnøgdunum, sigur Sissal
Evudóttir Lervig, samskiftisfólk hjá IRF.
Ruskinnsavnarar tryggja okkum frá rottum
- UM EINGIR RUSKINNSAVNARAR HØVDU VERIÐ, SO HEVÐI TAÐ VERIÐ KAOS, SIGUR ROTTUFANGARI HJÁ TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Umframt luktin og óruddið, so kann
gamalt rusk, sum ikki verður burturbeint,
tiltrekkja eina stóra plágu – nevniliga
rottuna. Rottur kunnu gera stóran skaða
á ognir, og besti mátin at verja sína ogn
uppá móti rottum er við at burturbeina sítt
rusk.
Rottufangarin hjá Tórshavnar kom
munu sær í hesum sambandi eitt stórt
virði í føroysku ruskinnsavnarunum.
- Um eingir ruskinnsavnarar høvdu
verið, so hevði tað verið kaos, tað er heilt
sikkurt. Rottur fara jú har, sum matur er.
Um mann hevði blakað mat út á vegin,
og tað bara hevði ligið har í nakrar dagar,
so høvdu rottur eisini komið eftir tí. Men
ruskið í Føroyum verður savnað inn
hvørja viku, so tað er ikki ein so stórur
trupulleiki. Tað hevði verið verri, um tað
ikki var hvørja viku, sigur Sørin Hansen,
rottufangari.
Tað týdningarmesta í stríðnum móti
rottu, eru tær fráboðanir, ið kommurnar
fáa frá borgarunum. Tað hendir meira enn
so, at ruskinnsavnarar rena seg á rottur,
meðan teir eru til arbeiðis.
- Eg fái av og á fráboðanir frá ruskinn
savnarum um, at teir hava sæð eina rottu.
Tað kann til dømis vera undir onkrum
skrellistativi. So fari eg á staðið og leggi
gift undir, og so er tann trupulleikin
yvirstaðin, sigur Sørin Hansen.
Rottufangari:
IRF:
Meira burturkast at brenna