Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 januar 2019 25 gott, er ein av størstu moti­va­tións­faktor­ unum hjá Jóhan Eliasen tað sosiala, sum kann tryggja trivnaðin í bilinum. - Mann hevur jú bara tveir starvsfelagar, sum mann sær. Tí hevur tað eyka týdning, at mann finnur væl útav tí saman. Nú havi eg sum avloysari skift ímillum fleiri bilar, og eg haldi sum heild, at vit duga nokkso væl at hugna okkum. Mann kann næstan róliga siga, at tað bara er hugflogið, sum setur mørk hjá inn­ savnarunum. - Onkuntíð hava vit sett okkum at grilla ein góðan summardag. Tá tað var “Inter­ national Suit Up Day” í fjør, fóru vit allir inn í Bláa Kross og keyptu okkum klædning og hvíta skjúrtu, og so fóru vit til arbeiðis í tí. Tað var stuttligt, og vit fingu eisini nógvar viðmerkingar frá fólki á gøtuni, og onkur bjóðaði okkum enntá inn til vaflur, sigur hann og leggur aftrat, at teir flestu inn­savnararnir plaga at tíma slíkt. Ein fyrimunur, sum innsavnarar virðis­ meta, er, at teir skipa sítt arbeiði sjálvir. - Tað er sjáldan, at vit hava pausur, men av tí, at eingin arbeiðsgevari stendur og bíðar eftir klokkuni, kunnu vit avgera pausur­nar sjálvir. Um vit t.d. eru í Runavík, so skulu vit bara rudda alla Runavíkina uppá ein dag. Eingin leggur í, um vit sita ein tíma til kaffi onkrastaðni, so leingi vit gera okkara arbeiði, sigur Jóhan Eliasen. Rennur skjótari í regni Sum ruskinnsavnari má mann finna seg í, at veðrið í stóran mun avger arbeiðs­um­ støðurnar og dagin hjá einum. Mann fær ikki savnað rusk innandura, so teir mugu vera klárir óansæð veðrið. Jóhan Eliasen ásannar, at hugurin ikki altíð er serliga góð­ur at fara til arbeiðis, tá tað regnar í fleiri dagar á rað. - Løtan, tá mann skal úr bilinum og út í regnið fyrstu ferð á degnum, er ikki so spenn­andi. Men aðru ferð er beinanvegin betri, tí sjálvt um mann verður vátur, verð­ ur mann ikki kaldur, tá mann rørir seg so nógv. Tað hevði verið meira óbehagiligt at arbeitt kaldur, og tí er tað ikki so galið at arbeiða í regni sum ruskinnsavnari. So rennur mann bara tað skjótari fyri at blíva enn heitari og sleppa fyrr heim, sigur Jóhan Eliasen. Men einki er sum at vera til arbeiðis ein góðan summardag. - Serliga er tað deiligt at arbeiða ein summar­dag, tá tað er sól og gott veður. Mær dámar væl at arbeiða úti. Summi eru ongantíð nøgd Tey flestu húsarhald hava onkuntíð roynt, at skrelliposin ikki verður heintaður. Tað kann vera frustrerandi, men orsøkin er sum allar oftast, at posin er ov fullur. Av­ leið­ing­in av, at posin ikki verður tikin, kann vera ónøgdsemi. - Vit koma meira ella minni í samband við øll fólkini í samfelagnum. Tí hittir mann eisini onkuntíð tey, sum eru minni diplomat­isk, um mann kann siga tað so­leiðis. Tað er altíð onkur, sum ikki er nøgdur. Tað er ikki fyri stuttleikar, at posin ikki verður tikin. - Um ein posi er ov fullur, fáa vit ikki borið hann. Bæði tí hann er tungur, og tí vit ikki fáa tikið um hann. Tá skriva vit ein seðil, har vit siga, at har er ov nógv í, men tey allar flestu eru skiljandi og respektfull, sigur fuglfirðingurin. Hóast tað hoyrir til undantøkini, so kunnu fordómar um starvið eisini stinga seg upp, eins og tað ger á øllum øðrum yrkis­økjum. Jóhan Eliasen vísir á eina niðr­andi viðmerking, sum hann onkuntíð hevur hoyrt frá fólki. - Skrellimaður er ofta tað dømið, mann tekur, tá mann skal vísa á eitt vána­ligt arbeiði. Í hesum sambandi siga summi slíkt sum: “Ja ja, onkur má jú vera skrellimaður”. Men eg eri ein týpa, sum ikki leggur so nógv í, hvat fólk siga, so eg velji bara at flenna eftir tí, sigur Jóhan Eliasen, og leggur aftrat, at slíkar við­merk­ ingar koma sera sjáldan fyri. - Fólk virða okkum Ruskinnsavnarar eru ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá øllum í sam­felagnum, og Jóhan Eliasen leggur merki til, at føroyingar sum heilt duga væl at virðismeta teirra leiklut í samfelagnum. - Eg haldi persónliga, at føroyingar duga sera væl at virða okkum. Fólk siga onkuntíð við meg, at um løgmaður knapp­liga fer í feriu í tríggjar mánaðir, finnur eingin ordiliga útav tí. Men um vit skrelli­menn eru vekk í eina viku, so finna øll útav tí, tí so flýtur skrellið allastaðni, for­ telur Jóhan Eliasen. Hann fær yvirraskandi ofta positivar við­merkingar frá fólki, sum siga, at rusk­ inn­savnarar eru undirmettir, tí teir eru millum týdningarmestu arbeiðararnir í landi­num. - Tá tað eru so nógv, sum halda vit eru undirmettir, so eru vit onkursvegna ikki undirmettir; tvørturímóti. Kanska er tað verri at síggja týdningin í onkrum, sum situr í miðfyrisitingini onkrastaðni í Havn. Eg hoyri oftari fólk skeldast inn á kontór­ fólk í Havn enn inn á skrellimenn, timbur­ menn ella flakafólk. So um mann veruliga skal finna tey, sum eru undirmett, so eru tað kanska tey. Kanska eg bara haldi hetta, tí eg eri bygdarfólk, flennir hann. Hann heldur, at ein av høvuðs­faktor­ un­um í tí, sum ger Føroyar til eitt so gott sam­felag, er, at mann í Føroyum dugir at síggja menniskjað aftanfyri starvið. - Ein og hvør stjóri í Føroyum hevur roynt at verið skrellimaður, flakamaður ella líknandi. Øll kenna onkran, sum er stjóri ella situr í tinginum, og tí verður spenn­ið millum tað lægsta og hægsta ikki ser­liga langt og ikki líka menniskjafjart sum í øðrum londum. Vit bólka okkum ikki í klassar í Føroyum, eins og mann ger í eitt nú Onglandi. Vit síggja menniskjað fyrst heldur enn at síggja starvið fyrst, sig­ ur Jóhan Eliasen. pature@sosialurin.fo 32 ára gamli Jóhan Eliasen hevur starvast sum ruskinnsavnari í umleið 11 ár Jóhan Eliasen dámar væl at arbeiða uttandura. Skjótari hann rennur, skjótari fær hann frí