Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 januar 2019 25 Pætur Hjalmar Evensson - Eg haldi, at hetta er eitt starv, sum eg altíð tími. Eg havi ongantíð havt nakað ann­að starv, har eg havi tímað so væl til ar­beið­is hvønn dag. Hetta sigur 32 ára gamli Jóhan Elia­ sen úr Fuglafirði, sum hevur arbeitt sum ruskinnsavnari hjá IRF síðan 2008. Fyrstu fimm árini arbeiddi hann fast, og síðan 2013 hevur hann verið av­loysari. Hann lesur í dag námsfrøði á Fróð­skapar­ setrinum og arbeiðir sum rusk­inn­savnari, tá tað liggur fyri hjá honum. Orðið ruskinnsavnari er kynsnevtralt, og verður brúkt av bæði IRF og Tórshavnar kommu­nu, men um mann spyr Jóhan Eliasen, so er hann ikki innsavnari, men skrell­imaður. - Eg kalli meg bara skrellimann, tað havi eg altíð gjørt. Eg havi ikki tørv á at kalla meg fyri nakað fínari enn tað, sigur hann. Eitt lokkandi starv Ein full arbeiðsvika hjá føroyskum rusk­ inn­savnarum er mánadag til hósdag. Innsavnarar arbeiða upp á akkord og fáa 10 tímar fyri ein dag. Høvuðsorsøkin til stuttu arbeiðsvikuna er, at starvið sum innsavnari er eitt lutfalsliga tungt arbeiði. Hesar treytirnar vóru lokkandi fyri Jóhan Elia­sen, og tí valdi hann av fyrstantíð at søkja starvið sum ruskinnsavnari hjá IRF. - Tað er sjáldan, at dagarnir blíva so lang­ir, at mann arbeiðir allar 10 tímarnar. Summir dagar kunnu koma heilt niður í 4 tímar, um mann er effektivur. Skjótari vit renna, skjótari fáa vit frí, tí mann ger bara tað, sum skal gerast. Tað er tiltrekkjandi við starvinum, at tess harðari mann ar­ beið­ir, tess meira frítíð fær mann, sigur Jóhan Eliasen. Fysiskt krevjandi Tað taldi eisini upp hjá Jóhan Eliasen, at ar­beiðið er fysiskt krevjandi, og at hann fekk høvið at arbeiða uttandura. Men tá hann søkti um starvið, hevði hann ikki væntað, at tað fór at blíva so fysiskt krevj­ andi. - Eg var í rættiliga ringum formi, tá eg byrjaði. Tær fyrstu tvær vikurnar vóru ekstremt strævnar. Eg næstan bara ar­ beid­di og svav, og eg haldi, eg tapti meg 10 kilo fyrsta mánaðin, fortelur hann. Men hann gav ikki upp, og aftan á nakrar vikur við treiskni og viljastyrka bleiv hann vanur við hetta. - Tá tvær vikur vóru farnar, umhugsaði eg at ringja til stjóran og siga, at eg ikki orkaði hetta meir. Eg var eymur allastaðni og fann útav, at eg hevði musklar, sum eg ikki ordiliga visti av, at eg hevði áðrenn. Men aftaná hesar tvær vikurnar kom eg í form og byrjaði at dáma arbeiðið. Eg kom inn í rutinuna og lærdi, hvat eg skuldi gera, og tí brúkti eg heldur ikki so nógva men­ tala orku uppá tað longur, fortelur Jóhan Elia­sen, sum vísir á, at tað hóast starvið er sunt, kann tað vera slítandi fyri kroppin í longdini. Sosialt og stuttligt í bilinum Sum ruskinnsavnari hevur mann vanligvís tveir starvsfelagar, tí tríggir manns eru í hvørjum bili. Samstarvið teirra millum hevur nógv at siga fyri heildarupplivilsið av starvinum. - Mann er øgiliga tengdur at hvørjum ørðum og hevur nógva ávirkan á hvønn annan. Tað er ein ávís nøgd av ruski, vit skulu taka hvønn dag. Um ein ikki ger sítt arbeiði, so mugu hinir gera tað eyka, vísir Jóhan Eliasen á. Samstundis sum samstarvið skal vera Elskar starvið sum skrellimaður: Føroyingar síggja menniskjað aftan fyri starvið - UM VIT SKRELLIMENN ERU VEKK Í EINA VIKU, SO FINNA ØLL ÚTAV TÍ, TÍ SO FLÝTUR SKRELLIÐ ALLASTAÐNI, SIGUR FUGLFIRÐINGURIN, JÓHAN ELIASEN, SUM Í FLEIRI ÁR HEVUR ARBEITT SUM RUSKINNSAVNARI HJÁ IRF. HANN FEGNAST UM, AT FØROYINGAR HAVA SO STÓRA VIRÐING FYRI RUSKINNSAVNARUM - Tá tað eru so nógv, sum halda vit eru undirmettir, so eru vit onkursvegna ikki undirmettir; tvørturímóti, sigur Jóhan Eliasen