Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 24 januar 2019 25 Hallur av Rana Tá borgarstjórarnir í Suðuroynni í fjør løgdu fram uppritið Suðuroyggin og framtíðin, var tað serliga eitt tilmæli, ið vakti áhuga og hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum síðan. Tað er tilmælið um at taka upp aftur siglingina við ferðafólkum og farmi millum Suðuroynna og Skotland. Í uppritinum verður víst á, at borgarstjórarnir meta, at ein slík farleið kundi verið ein vinningur fyri fleiri av vinnunum, ið virka á oynni. - Lítið er at ivast í, at hendan leiðin framvegis er ein sera áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroynni, bæði hjá útflutningsvinnuni og í samband við innflutning av vørum úr Stóra Bretlandi, verður staðfest og síðan lagt aftrat. - Í ferðavinnuhøpi er farleiðin millum Skot­ land og Suðuroynna/Føroyar eisini sera áhuga­verd. Føroyar hava sum ferðavinnuland gjørt risa lop síðani miðskeiðis í 1990unum, eru farin frá at verða eitt “ókent” land í Norður­ atlants­havi til at verða eitt sera áhugavert ferða­mál. Gott íkast Talan er ikki um eitt nýtt hugskot, tí talan er um eina farleið, ið Strandfaraskip Landsins røkti í ymiskum tíðarskeiðum í fýrsunum og hálv­femsunum, men gavst við av politiskum orsøk­um. Men tá Strandferðslan í 1985 upprunaliga fór undir uttanlandssigling við táverandi Smyril var tað ikki eftir ynski frá vinnu ella politisku skip­anini, ið vóru orsøkin. - Tá vit keyptu Morten Mols í 1985 var tað ein nokk so stórur gloypibiti og mett varð, at hann bleiv nakað dýrur at dríva. Tá kom man fram til tað, at tað hevði verið ein góður stuðul til raksturin av skipinum, at umframt at sigla til Suð­ur­oynna, kundi skipið eisini brúkast til utt­ an­landssigling, greiðir Jóhan Restroff Jacobsen frá, ið sat sum stjóri í Strandfaraskip landsins í tíð­arskeiðunum, 1965 til 1974, 1981 til 1989 og 1991 til 1992. Tað vísti seg eisini skjótt, at uttan­landa­sigl­ ing­in var eitt gott íkast til raksturin og sigldi hann fyrstu sjey árini til Noregs, Íslands og Scrabster í Skotlandi. Siglingin fekk tó ein fyri­ bils enda, tá politiski myndugleiki valdi at við­ gera um tað var rætt at Strandferðslan rak eina slíka tænastu. Teistin yvirtók Fyrstu árini lat uttanlandasiglingin seg gera við at Dúgvan bleiv brúkt teir dagar, tá tað kortini Skotska ævi - SUM NÚ ER HAVA VIT SAMSKIP, EIMSKIP OG SMYRIL LINE TÁ VIT YNSKJA AT FLYTA FESKA VØRU AV LANDINUM. UM STRANDFARASKIP LANDSINS VIL KAPPAST VIÐ HESAR, SO MÁ KOSTNAÐURIN VERÐA KAPPINGARFØRUR, SIGUR KARL ØSTER, SØLUMAÐUR HJÁ DELTA SEAFOOD UM YNSKIÐ HJÁ BORGARSTJÓRUNUM Í SUÐUROYNNI AT FÁA RUTUSIGLING MILLUM SUÐUROYNNA OG SKOTLANDS - Tað nyttar einki at sigla ein einkultan túr til Skotlands og so einki meira. So at enda var einki fíggjarligt grundarlag fyri uttanlandssiglingi, tí sambandið bleiv ov óregluligt. Tí um hetta mundi var tann uttanlandasiglingin, ið gav pengar, fari á privatar hendur