hósdagur 24. januar 2019síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
25
Januar 2019 25
ikki var so nógv ferðsla á Suðuroyarleiðini.
- Suðuroyggin bleiv ikki forsømd, tí man
legði túrarnar hjá Morten Mols soleiðis, at hann
røkti siglingina tá nógv ferðsla var, men teir
dagar, tá minni ferðsla var til Suðuroynna sigldi
Dúgvan, greiðir Jóhan Restorff Jacobsen frá.
Seinni bleiv Teistin keyptur til landið og
var tað fyri eyga at brúka skipið til Suðuroyar
leiðina, meðan Smyril burturav skuldi reka utt
anlandssiglingina. Tann leisturin bleiv brúktur í
nøkur ár inntil politikkur aftur kom í málið.
- Strandferðslan royndi fleiri ferðir at taka
uttanlandssiglingina upp aftur, men tað fekk
ikki undirtøku av einum politiskum meiriluta.
Vit fingu lov at sigla nakrar fáar túrar til
Scrabster og okkurt aftrat, men tað gav ongan
vinning, tí um slíkt skal bera seg, so má tað
hava eina fasta ferðaætlan, sigur fyrrverandi
stjórin og leggur afturat.
- Tað nyttar einki at sigla ein einkultan túr
til Skotlands og so einki meira. So at enda var
einki fíggjarligt grundarlag fyri uttanlandssigl
ingi, tí sambandið bleiv ov óregluligt. Tí um
hetta mundi var tann uttanlandasiglingin, ið
gav pengar, fari á privatar hendur.
Jalig móttøka
Í tilmælinum verður mælt til at skipað verður
fyri fundi millum kommunurnar í Suðuroynni,
Samferðslumálaráðið
og
Strandfaraskip
Landsins um uppskotið. Og júst hesir partar
hava úttala seg jaligt um uppskotið.
19. januar bar til at lesa á in.fo, at Heðin
Mortensen, landsstýrismaður í samferðslu
málum, metir at talan er um eitt áhugavert og
spennandi uppskot, ið er vert at kanna nærri.
Eisini Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni,
hevur upplýst fyri in.fo, at hann er heitur fyri
uppskotinum hjá borgarstjórunum í Suður
oynni. Í grein á in.fo 31. mai í fjør sigur hann, at
tankin ikki er fremmandur hjá teimum í Strand
ferðsluni, tí eitt slíkt skip kundi blivið brúkt sum
avloysaraskip fyri Smyril, tá tørvur er á tí.
– Skal skipið fáast at bera seg sum fræg
ast, er tað neyðugt, at tað er í sigling alla tíðina,
men við teirri treyt, at tað verður sett í Suður
oyarsigling, tá ið Smyril ikki fær siglt. Tá ið talan
er um vanligar dokkingar, kann tað leggjast til
rættis fleiri ár framman undan, men er talan
um tekniskt brek, skal skipið kunnað takast úr
sigling við ongari ávaring og setast í suðuroy
arsigling, segði Hilmar Eliasen tá.
Kappingarførar prísir
Millum teirra sum fylgja við hvat verður av ætl
anunum hjá borgarstjórunum á oynni er Karl
Øster, ið er sølumaður hjá Delta Seafood, ið
hevur heimstað á havnarlagnum á Tvøroyri.
Hann vísir á, at ein farleið frá Suðuroynni til
bretska marknaðin hevur sínar fyrimunir, men
at tað týdningarmesta er, at ein slík farleið er
kappingarfør í prísi við teir veitarar, ið longu eru
á marknaðinum.
- Sum nú er hava vit Samskip, Eimskip og
Smyril Line tá vit ynskja at flyta feska vøru
av landinum. Um Strandfaraskip Landsins vil
kappast við hesar, so má kostnaðurin verða
kappingarførur, leggur sølumaðurin dent á.
Virkini í Suðuroynni eru von við at senda
lidnu vøruna norðurum, tá hon skal flytast av
landinum, men vísir Karl Øster á, at tað er við
einum ávísum tapi, at tað verður gjørt.
- Styrkin við eini beinleiðis farleið til Bret
lands er, at man hevði fingið fiskin skjótari av
landinum og man hevði fingið ein heilan fram
leiðsludag. Arbeiðsdagarnar eru undir verandi
skipan styttri av tí, at vit mugu senda vøruna
norður til Havnar. Til samanberingar kunnu
virkini norðanfyri framleiða ein heilan dag, tí
freistin er á kvøldi, meðan vit missa einar tveir
tímar av framleiðslu, tí vit mugu senda fiskin
norður við Smyrli, sigur Karl Øster.
Einki grundarlag
Á skrivstovuni hjá Faroe Ship á havnarlagnum
í høvuðsstaðnum skilja tey ikki reiðiliga ynskið
hjá borgarstjórunum í Suðuroynni, tí ein farleið
er longu til staðar.
- Vit hava ein vikuligan túr við feskum fiski
til Scrabster. Tað skipið er nærum tómt. Vit
sigla við einum skipi, ið kann bera 10 ferðir
meira enn tað, ið tað ber í løtuni. So har er
nokk av plássi, vísir Bogi Nielsen, stjóri í Faroe
Ship á.
Faroe Ship siglir mánadagin úr Runavík til
Scrabster, meðan tað fríggjadagar verður siglt
úr Havnini til ensku havnina Immingham. Og
um so er, at nógv vøra er í Suðuroynni, ið skal
flytast á bretska marknaðin, so leggur Faroe
Ship at á Tvøroyri.
- Tað eru tvær fráferðir vikuliga og eru tær
lagdar so til rættis, at tað tænir feska fiskinum
og laksinum sum best. Um tað er nakað at fara
eftir, so leggja vit at í Suðri. Tað hava vit eisini
gjørt tvær tær seinastu vikurnar, sigur stjórin
og leggur afturat.
- Við okkara royndum kann eg siga, at einki
grundarlag er fyri eini slíkari farleið. Eg síggi als
ikki tørvin, men um talan er um ferðafólk, so
kann tað vera nakað annað.
Tilmælið hjá borgarstjórunum í Suðuroynni
leggur upp til, at tað er almenna felagið Strand
faraskip Landsins, ið skal taka kappingina upp
við privatar flutningsfyritøkur. Hetta heldur
Bogi Nielsen lítið um, tó at tey eru von við tað.
- Skipafelagið hevur alla tíðina kappast við
tað almenna. Smyril sigldi til Skotlands fyri
nøkrum árum síðan og gjøgnum árini hevur
man eisini støðugt sett pening í Smyril Line.
So okkara royndir eru at tað almenna alla tíð
ina blandar seg upp í farmaflutningin. Tað er
púra óneyðugt, tí vit hava eina rúgvu av møgu
leikum, so sum Faroe Ship, Samskip og Smyril
Line. Útboðið av farmaflutningi er longu nú
øgiliga stórt til hetta lítla landið, so tað er eingin
tørvur á, at tað almenna blandar seg uppí, sigur
Bogi Nielsen.
ntýrið
- Styrkin við eini beinleiðis
farleið til Bretlands er, at man
hevði fingið fiskin skjótari av
landinum og man hevði fingið
ein heilan framleiðsludag.
Arbeiðsdagarnar eru undir verandi
skipan styttri av tí, at vit mugu
senda vøruna norður til Havnar
- Vit hava ein vikuligan túr við
feskum fiski til Scrabster. Tað
skipið er nærum tómt. Vit sigla
við einum skipi, ið kann bera 10
ferðir meira enn tað, ið tað ber í
løtuni. So har er nokk av plássi
Gamli Smyril røkti uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni
Tað var politiski myndugleikin, ið steðgaði uttanlandssiglingini hjá Strandferðsluni,
sigur Jóhan Restorff Jacobsen