hósdagur 24. januar 2019síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
26
januar 2019
25
Hallur av Rana
Næsta mánað kann Faroe Ship
hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin síðan
Skipafelagið bleiv sett á stovn. Men
hóast høga aldurin, so er nógv sum
bendir á, at komandi ár verður eitt
av teimum virknastu árunum í longu
søguni hjá felagnum.
Um alt gongur eftir ætlan setir
man nevniliga í 2019 tvey nýggj skip í
sigling, víðkar um verandi farleiðir og setir
hol á nýggjan bygning, ið skal miðsavna
starvsfólkini sum arbeida í Tórshavn hjá
felagnum í útbygda havnarlagnum í Tórs
havnar Havn.
Á odda fyri felagnum er havnarmað
urin Bogi Nielsen, ið tók við sessinum í
2015, tá Jóhanna á Bergi skifti stjórasess
in í skipafelagnum út við tann í tjóðarflog
felagnum Atlantic Airways.
- Framtíðin er bjørt. Tilfeingið av pelag
iskum fiski er voksin nógv seinnu árini
og alivinnan tykist at vera í eini tryggari
legu. Góð stýring er ein fortreyt fyri, at vit
hava virkað í 100 ár og verður eins týdn
ingarmikil tey næstu 100 árini, sigur stjór
in í flutningsfelagnum.
Føroyska vinnulívið hevur úr at gera
í hesum døgum og merktist tað eisini
í farmaflutningsvinnuni, at tíðirnar eru
framúrskarandi góðar, men í Faroe Ship
eru tey væl greið yvir, at tíðirnar skjótt
kunnu broytast.
- Umstøðurnar kunnu venda øgiliga
skjótt, serliga í Føroyum, men vit hava
verið gjøgnum fleiri kreppur og vit koma
heilt vist í nýggjar. Tá tað hendir, handlar
tað um at stýra fyritøkuni væl gjøgnum
hana, sigur Bogi Nielsen.
Úrslitini eru støðug
Framtíðin tykist eisini at vera bjørt, tá hugt
verður eftir roknskapinum hjá felagnum.
Í 2017 kundi felagið vísa á eitt ársúrslit á
umleið 50 milliónir krónur, ið er besta úrs
litið síðan 2011.
Úrslitið sær uppaftur betur út, tá
samanborið verður við ársúrslitunum
í 2016 og 2015, tá tey vóru ávikavist 9
milliónir og 11 milliónir krónur.
Men hóast gongdin tykist at vera ser
stakliga jalig, so ávarar stjórin ímóti at lesa
ov nógv inn í roknskapin.
- Hasi tølini siga ikki tað stóra um
sjálva gongdina í felagnum. Farmaúrslitini
hjá okkum eru rættiliga støðug, men tann
parturin sum gevur útsvingini er skipa
raksturin, sigur stjóri og leggur aftrat.
- Vit hava eitt yvirskot í Føroyum, ið vit
eru rættiliga nøgd við, men tað er eitt úrslit,
ið man ikki sær aftur í roknskapinum. Tað
virksemi við hava í Føroyum við inn
flutningi, útflutningi, koyrideild, ship
agency, Faroe Express, køligoymslur
og pakkhús veitir rímiliga støðug og
góð úrslit.
Nýggj skip ávegis
Fyri tveimum árum síðan boðaði
móðirfelagið Eimskip frá, at tað hevur
bílagt tvey nýggj skip, ið verða bygd í
Kina. Arbeiðið er komi væl áleiðis og
upplýsir stjórin í Faroe Ship, at man
væntar at skipini verða sett í sigling síðst
í hesum árinum.
Tey bæði nýggju skipini er partur av
einum samstarvi við Royal Arctic Line,
ið byggir eitt triðja skip. Tá skipini eru
liðug er ætlanin, at tey skulu røkja somu
farleið og gevur tað nýggjar møguleikar
fyri flutningi í útnorðuri. Samstarvið er
tó treytað av góðkenning frá íslendsku
kappingarmyndugleikunum
- Royal Arctic Line hevur einarætt upp
á siglingina til Grønlands og sigla einans
millum Grønland og Aalborg, Við sam
starvinum verður hetta víðkað, so at øll trý
skipini sigla verandi farleiðir hjá Eimskip,
har Grønland verður knýtt uppí, greiðir
Bogi Nielsen frá og leggur afturat.
Nýggjar tíðir hjá 100 ára
gamla føðingardagsbarninum
- FRAMTÍÐIN ER BJØRT. TILFEINGIÐ AV PELAGISKUM FISKI ER VOKSIN NÓGV SEINNU ÁRINI OG ALIVINNAN
TYKIST AT VERA Í EINI TRYGGARI LEGU. GÓÐ STÝRING ER EIN FORTREYT FYRI, AT VIT HAVA VIRKAÐ Í 100 ÁR OG
VERÐUR EINS TÝDNINGARMIKIL TEY NÆSTU 100 ÁRINI, SIGUR BOGI NIELSEN, STJÓRI Í FAROE SHIP, IÐ NÆSTA
MÁNAÐ KANN HÁTÍÐARHALDA AT TAÐ ERU 100 ÁR SÍÐAN AT SKIPAFELAGIÐ BLEIV SETT Á STOVN
Bogi Nielsen hevur staðið á odda fyri Faroe Ship síðan 2015
- Tað er ikki tað heilt stóra enn,
men vit fáa fyrispurningar
um møguleikan at útflyta til
grønlendska marknaðin