Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-24, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2019síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 27 januar 2019 25 - Tað merkir at trý skip á 2.150 TEU nú koma at sigla rutuna Nuuk, Reykjavík, Tórs­havn og víðari til Skandinavia. Tað kemur at knýta øll norðurlond saman og fyri Grønland er talan um eina kollvelting. Við einum fáa teir atgongd til fleiri havnir og økir tað um møguleikan fyri út- og inn­ flutningi. Og sambært stjóranum er áhugi mill­ um føroysk vinnulívsfólk, nú Nuuk legst aftrat teimum havnum, ið Føroyar fær bein­leiðis fraktsamband við. - Tað er ikki tað heilt stóra enn, men vit fáa fyrispurningar um møguleikan at út­flyta til grønlendska marknaðin, sigur stjórin. Avloysa verandi skip Ætlanin er at nýggju skipini hjá felagnum skulu koma í staðin fyri Dettifoss og Goða­foss, ið hava 24 ár á baki. - Okkara stoltleiki er Dettifoss og Goða­foss, ið eru tey størstu farmaskipini, ið sigla í Norðuratlantshøvum. Tey hava verið tvey fantastisk skip, men tey nýggju skip­ini koma helst í teirra stað, sigur Bogi Niel­sen, ið upplýsir at nýggju skipini eru 2.150 ETU, meðan tey gomlu skipini vóru 1.450 ETU. Hvat tað merkir fyri tey bæði gomlu skip­ini er enn óvist, sambært stjóranum, ið sigur at man ikki hevur tikið støði til tað enn. Støða er hinvegin tikin um, at nýggju skip­ini verða skrásett í FAS, føroyska al­ tjóða skipaskránna. Stutt undan nýggjár skrá­setti Eimskip nevniliga øll síni bingju­ skip, Goðafoss, Dettifoss, Lagarfoss og Selfoss í føroysku skipanina. - FAS er ein kappingarfør skipan og hevur gott orð á sær og tað er týdn­ingar­ mikið fyri okkara umdømi, at vit brúka eina skráseting, ið virðing er um. Tað hevur eisini verið eitt mál hjá okkum at fáa skipini skrásett í Føroyum, sigur Bogi Nielsen. Savna virksemið Meðan ein má fara til Kina fyri at síggja ítøki­ligu endurnýggjanina av skipa­flota­ num hjá Faroe Ship, so nýtist ein bara at hyggja á havnarlagið í Tórshavnar kom­ munu fyri at staðfesta, at broytingar eisini eru á heimavølli. Stóra útbyggingin av Tórshavnar Havn broytir nærumhvørvið har Faroe Ship virkar og stjórin váttar, at man hevur ætlan­ir um at byggja ein bygning á víð­ kaða havnarøkinum, ið kann miðsavna alt virk­semið hjá felagnum. - Vit koma at flyta út í víðkaða partin av havnarlagnum og ynskja at byggja nýtt har. Í løtuni húsast skrivstovan har havnar­skrivstovan er, meðan pakkhús og aðrar deildir halda til í øðrum bygningum á havnar­lagnum. Tað hevði verið ein rimmar fyri­munur at savna øll okkara starvsfólk á einum stað, sigur stjórin, ið upplýsir, at talan enn bara eru um ætlanir. Fyri Faroe Ship er tað í tøkum tíma, at Tórs­havnar Havn víðkar um havnarlagið. Fyri framtíðar vøksturin hjá felagnum er nevni­liga neyðugt, at umstøðurnar fyri farma­flutningi verða munandi betri enn tær eru í dag. - Havnarútbyggingin er ein fortreyt fyri at vit kunna víðka um okkara virksemi. Sum nú er, er havnin ov grunn til tey nýggju skipini, ið vit lata byggja. Men nýggja havnin verður hinvegin so djúp, at tað loyvir framtíðar størri skipum at leggja at, vísir Bogi Nielsen á. Rutusigling av Skálafjørðinum Størsti parturin av flutninginum hjá Faroe Ship fer gjøgnum høvuðsstaðin, men sein­nu árini hevur felagið spjatt nakað av virkseminum út kring landið og hevur felag­ið í dag goymslur í Havn, Runavík, Klaks­vík og Tvøroyri. Goymslan í Runavík lat upp í 2015, aftaná at felagið áður hevði miðsavnað tað mesta av sínum virksemi í Havn. Og fyri nøkrum árum síðan fóru skipafelagið undir regluliga rutusigling millum Scrab­ ster í Skotlandi og Runavík. Faroe Ship siglir mánakvøld úr Runavík og er rutan ser­liga hugsað at veita eina tænastu til út­flytarar av feskum fiski. - Rutan er løgd við fráferð úr Runavík, tí tað er økið har tað mesta av feskum fiski er. Harumframt kemur allur innflutningurin hjá okkum til Havnar sunnukvøld, so tað lættir um, at feski fiskurin ikki skal um Havn­ina tá, greiðir stjórin frá. Tá koyrandi verður gjøgnum Eystur­ oyar­tunnilin í desember 2020 verður Tórs­havnar Havn, ið tá er útbygd, munandi nærri feska fiskinum, men tað fer neyvan at hava nakra ávirkan. - Eg vænti vit halda fram sum vit gera í dag. Tað er kortini ov tíðliga at siga, men fyri mítt viðkomandi eru vit í Runavík fyri at vera, sigur Bogi Nielsen. Broytingar fyri framman Umframt tær broytingar, ið longu hava verið nevndar, so eru eisini nýggjar tíðir í íslendska móðirfelagnum Eimskip. Í dag, 24. januar, tekur Vilhelm Már Þor­steins­ son við sum nýggjur stjóri, aftaná at hann seinastu árini hevur røkt ein stjórasess í Íslandsbankanum. Stjóraskiftið kemur í kjalarvørrinum av, at íslendska felagið Samherji í fjør keypti ein stóran ognarpart av felagnum frá ein­ um amerikanskum íleggjara. - Tað fer at merkjast, at broytingar eru í bæði stjórnini og nevndini hjá móðir­ felagnum. Nýggi stjórin kemur úr banka­ verðini, og hevur sjálvandi sín máta at hugsa og virka upp á. Tað kann geva nøk­ur frísk eygu til fyritøkuna, sigur Bogi Niel­sen og leggur afturat. - Hetta kemur uttan iva at ávirka okk­ um í Føroyum, men vit síggja fram til tað, ið nýggi stjórin kemur við. hallur@sosialurin.fo - Umstøðurnar kunnu venda øgiliga skjótt, serliga í Føroyum, men vit hava verið gjøgnum fleiri kreppur og vit koma heilt vist í nýggjar. Tá tað hendir, handlar tað um at stýra fyritøkuni væl gjøgnum hana